Nær var Múrurin bygdur?
Hvat siga søguligu heimildirnar um byggingina av múrinum og hinum kirkjunum í Kirkjubø?
Hóast skrivaðu heimildirnar eru fáar og ófullfíggjaðar, ber í ávísan mun til at gera sær eina mynd av viðurskiftum í tíðini, tá meginparturin av byggingini fór fram. Tað ber til við at samanbera tær við tað, sum varðveittu leivdirnar frá byggivirkseminum siga frá. Tá fæst fram ein hugmynd um umstøðurnar í sambandi við byggingina, og niðanfyri skulu nakrar metingar verða gjørdar um hetta.
Tað, sum í skrivaðum heimildum er varðveitt um byggingina av múrinum, finst í kopibók frá 1450-árunum til skjals í Koblenz. Har verður millum annað endurgivið úr skjølum, sum Føroya biskupur, Jóhannes Teutonicus, hevði skrivað í 1420-árunum. Jóhannes, hvørs eykanavn merkir týskarin, var biskupur í Føroyum frá o.u. 1408 til o.u. 1431.
Í skjølunum frá 1420-árunum sigur Jóhannes biskupur frá minnisverdum hendingum, sum farnar vóru fram á biskupssetrinum í Kirkjubø í árinum 1420. Tá høvdu teir lagt grund undir Santa Brandans kirkju og minningarbønhús fyri Ellindi, sum hevði verið biskupur frá 1269 til 1308, og eisini grivið upp beinini av sama Ellindi biskupi fyri at varðveita tey í einum skríni og hava tað í varðveitslu sum boð um halgivígslu hansara. Mett verður í dag, at Santa Brandans kirkjan, sum Jóhannes biskupur umrøður, er tann lítla kirkjutoftin í Kirkjubø, sum seinni varð nevnd Líkhús, og minningarbønhúsið fyri Ellindi ein nú horvin tilbygningur til núverandi sóknarkirkjuna, hvørs støði enn sæst í lendinum uttan fyri kirkjudyrnar.
Men Jóhannes biskupur sigur eisini frá múrinum, sum tá longu var bygdur. Í sambandi við uppgrevsturin av Ellindi biskupi høvdu teir hjá líkinum funnið eina blýtalvu við drúgvari latínskari rúnainnskrivt. Á henni varð sagt frá frægdargerðum og undurgerningum Ellinds, meðan hann enn var á lívi. Sambært endurgávu Jóhannesar stóð millum annað á henni, at á døgum Ellinds biskups vórðu dómkirkjan og biskupsgarðurin við sviki herjað av eldi, men at Ellindur seinni sum tann fyrsti bygdi húsini á biskupsgarðinum úr gróti, grundlegði steindómkirkjuna og fekk ið hvussu er upp í lag at reisa múrarnar í høga kórinum.
At frágreiðingin stavar frá blýplátuni, sum Jóhannes sigur varð funnin, meta vísindafólk vera ósannlíkt. Blýplátur sum tann, ið er nevnd, eru eisini funnar aðrastaðni, tó ikki í Føroyum, og við støði í, hvussu tær eru háttaðar, verður tað mett lítið hugsandi, at so drúgvur tekstur sum tann endurgivni hevur kunnað rúmast á tílíkari. Harafturímóti verður hildið, at Jóhannes biskupur annaðhvørt útleggur ein tekst, sum stóð á blýplátu, ið funnin varð, og pyntar eitt sindur, ella at blýplátufundurin er íspunnin av honum. Hetta verður hildið við støði í, at ein frágreiðing, sum hon, Jóhannes biskupur gevur, í kirkjurættarligum høpi var alneyðug fyri at fremja ta ætlan, Jóhannes hevði, nevniliga at fáa í lag vígslu av einum halgimenni.
Teksturin um frægdargerðir Ellinds og undurgerningar hansara verður tí mettur ikki at vera skrivaður í sambandi við jarðarferð Ellinds fyri at verða lagdur í grøv hansara, men í samtíð Jóhannesar biskups og helst av honum sjálvum. Sambært hesum tykist tað altso vera fatanin í 1420-árunum, sum kemur til sjóndar tekstinum, og sambært henni var tað Ellindur biskupur, sum doyði í 1308, ið hevði byrjað byggingina av múrinum. Men fatanin var eisini, at kirkjan var óliðug, tá ið hann doyði.
Sambært tí, sum skrivaðar heimildir vita at siga frá, hevur múrurin ongantíð verið liðugt bygdur og altíð staðið sum toft. Bæði Peder Claussøn Friis (1632), Lucas Debes (1673) og Jens Chr. Svabo (1781-82), sum allir grunda frásagnir sínar á munnligar heimildir, fingnar í Føroyum, teir báðir seinnu eisini á tað, høvundarnir frammanundan høvdu skrivað og tað, teir sjálvir høvdu sæð, vita ikki um annað.
Fornfrøðiligar kanningar av toftini benda tó á, at bygningurin eitt skifti hevur verið taktur. Eitt nú er endasteinur úr takhválvi funnin, og á veggunum innan eisini leivdir av pusslagi, sum valla hevði verið gjørt, um so var, at tak ikki var yvir, og ymist annað eisini. Harumframt benda teir innmúraðu vígslukrossarnir inni í kirkjurúminum á, at kirkjan hevur verið í brúki. Spurningurin er tískil, nær tað kann hava verið.
Í innganginum til frágreiðing sína um Ellind biskup kemur Jóhannes biskupur við nøkrum sveimandi útsøgnum, sum varisliga kunnu tulkast sum fráboðanir um hetta. Har kemur hann fram við yvirskipaðu hugsjónum sínum um biskupsembætið og eini menningarætlan, ið hann sum biskupur starvaðist eftir. Henda ætlan var millum annað at reisa kirkjuni “bygningar av nýggjum, at seta í stand og umvæla, at bøta um og fáa til aftur aðrar bygningar, sum longu frammanundan eru gjørdir”.
Umframt at leggja grundirnar til Santa Brandans kirkjuna og minningarbønhúsið fyri Ellindi, sum hann ítøkiliga nevnir seinni, skilst av hesum, at hann eisini virkaði fyri at umvæla eldri bygningar og “fáa til aftur” longu gjørdar bygningar. Við hesum seinasta sipar hann helst til tann ólidna múrin.
Sveimandi útsøgn Jóhannesar biskups er tó bara ein ábending, og einki prógv um, at tað var hann, ið lat múrin tekja og taka í nýtslu. Men ábendingin fær tyngd, tá ið hon verður hildin saman við eini aðrari ábending um tað sama, nevniliga at tað í hansara biskupstíð varð framleitt glæsiligt innbúgv, sum leivdir enn finnast av. Sambært vápnaskjøldrinum á einum av teimum sonevndu Kirkjubøstólunum, varð hetta innbúgv gjørt, meðan Eirikur av Pommern var kongur. Hann var kongur í tíðini frá 1412 til 1439, og meginpartin av hesi tíðini var Jóhannes biskupur í Føroyum.
Mett verður, at hetta innbúgv er gjørt til múrin, og ikki til sóknarkirkjuna, har tað stóð fram til 1874, millum annað av tí at kirkjurúmið har tykist ov trongt til, at tað upprunaliga kann hava verið uppsett har eftir teirri kirkjuligu siðvenju, sum teir tykjast hava verið ætlaðir til. Mett verður, at Kirkjubøstólarnir upprunaliga eru gjørdir til at hava innar í kóri í katólskari kirkju.
Eisini verður mett, at vangarnir, sum eru gjørdir í Noregi, eru framleiddir til føroyska biskupssetrið, og ikki til onkra norska kirkju fyri síðani at verða sendt til Føroya. Serliga orsøkin til hetta er, at merki føroyinga, veðrurin, finst sum myndevni í einum teirra. Men eisini onnur av myndevnunum benda á tað sama, serliga pultavangin, ið sýnir ein biskup uttan ljómaring, har toppstykkið sýnir Mariu moy, verndarhalgimenni biskupssetursins, og baksíðan allarhelst vápnamerki tess. Biskupurin verður hildin at vera Ellindur, og orsøkin til, at hann ongan ljómaring hevur, at biskupurin ikki hevði fingið vígslu enn sum halgimenni. Um hetta er beint, ber tað boð um Jóhannes biskup sum stigtakara til framleiðsluna av teimum.
Samanumtikið verður við støði í skrivligu heimildunum mett, at farið varð undir at byggja kirkjuna, sum vit í dag nevna múrin, á døgum Ellinds biskups, at kirkjan ikki varð gjørd liðug, tá ið hann doyði í 1308. Eisini verður mett, at Jóhannes týskarin, sum var biskupur í Føroyum í tíðarskeiðinum o.u. 1408 til o.u. 1431, fekk í lag, at kirkjan varð takt og tikin í nýtslu, fyri seinni at fara í forfall.
Nær kirkjan fór í forfall, vita vit ikki, og høvundarnir, sum skrivaðu í 1600 árunum vistu tað heldur ikki. Teir hildu, at hon ongantíð varð gjørd liðug og nevna Hilarius biskup sum byggimeistara. Hann var biskupur í Føroyum í tíðini frá o.u. 1486 til 1520. Kanska merkir tað heldur, at hann var seinasti biskupurin, sum brúkti hesa kirkju, men tað er bara eitt skot. At høvundarnir í 1600-árunum einki vistu um, at múrurin hevði verið í brúki sum kirkja, bendir á, at kirkjan var farin í forfall fyrri enn fólk í teirra tíð vistu at siga frá, og tað kann rímuliga metast at vera meira enn 100 ár, tvs. nakað fyri trúbótina umleið 1540.
__________________
Sambært tí omanfyri hoyrir byggingin av múrinum 1300-árunum og fyrru helvt av 1400-árunum til. Yvirhøvur verður henda tíðin í Føroyum hildin at vera merkt merkt av versnandi livilíkindum og fólkaminking orsakað av verðurlagsbroytingum og umfarssjúkum. Vit vita ikki, hvussu nógv fólk búðu í Føroyum tá, men ikki er órímiligt at meta, at fólkatalið var heldur minni enn í seinnu helvt av 1700-árunum og byrjanini av 1800-árunum, tá vøkstur kom í. Sambært fólkateljingum frá teirri tíðini vigaði fólkatalið um 5000.
Við støði í hesum tali kann verða spurt, hvussu biskupur Føroya megnaði at fíggja tað nógva byggivirksemið, sum var í Kirkjubø í fyrru helvt av 1400-árunum. Valla 5000 fólk, av teimum ætlandi minni enn triðingur og í besta føri 1800 arbeiðsførir menn bæði at standa fyri framleiðsluvirði samfelagsins saman við húshaldum teirra og at veita tænastu í sambandi við byggingina, má í baksýni metast sum ovurhonds tung byrða hjá føroyska samfelagnum at bera.
Sambært munnligum heimildartilfari, skrásett í 1800-árunum, gekk tað heldur ikki uttan trupulleikar. Tá gingu enn søgur um, at føroyingar høvdu verið noyddir at lata tung tvingsilsgjøld, eitt nú mjólk til framleiðslu bindevni til múrverkið og arbeiðsmegi, og eisini gingu søgur um, at fólk gjørdu uppreistur.
Hvussu eftirfarandi hesar søgur eru, er ilt at meta um, men helst er okkurt um tær. Summar teirra eru tó ferðasøgur, eisini kendar úr øðrum londum, og tað merkir, at ítøkiliga søguevnið, tær siga frá, helst er avbronglað. Ferðasøgurnar hava littereran búna, lagaður eftir felagsminninum, men kunnu tó ætlast at siga frá, at byrðan hevði verið tung hjá fólki tá.
Men hin vegin má metast, at tað at lata eitt nú mjólk og arbeiðsmegi bara kann hava verið ein partur av øllum. Tí týðuligt er, at tað ikki eru handverkarar úr heimligum umhvørvi, sum hava staðið fyri, men fremmandamenn við serkunnleika til tíðarinnar evropeisku byggifrøði og serútbúnir gróthøggarar. Hvussu tann parturin av fíggingini, sum má metast sum tann týdningarmesti í mun til byggilistarligu dygdina í byggingini, er fingin til vega, vita vit als einki um. Men til ber at gera sær metingar um tað.
Av tí at talan í tí sambandi er um at útvega fæfeingi, sum hevði umbýtiligt virði millum lond – hetta av tí at byggileiðararnir helst vóru fremmandamenn – fáast ábendingar um, at hyggjast skal eftir handilssamskiftinum, føroyingar høvdu við umheimin ta tíðina, múrurin varð bygdur. Eitt sindur um hetta kann tulkast úr varðveittu heimildunum.
Um sæð verður burtur frá Føroyinga søgu, skrivað umleið 1200, er elsta heimildin um handilssamskifti føroyinga við umheimin rættarbót Magnusar kongs Lógbøtara frá 1271. Í henni lovar kongur, at árliga skuldu ganga 2 skip út av Noregi til Føroya. Hetta verður ofta tulkað sum fráboðan um broyting í ríkisrættarligu støðu føroyinga um hetta mundið og sæð sum samdømi við, at kongur í 1262, tá ið íslendingar góvu seg undir kong, lovaði íslendingum, at hann vildi lata 6 skip ganga árliga út hagar.
Við somu sannføring verður hetta tulkað sum fráboðan um, at kongur nú fór at gáða um, at skattlondum sínum tørvaði støðugan flutning av neyðsynjarvørum, tí vøruflutningurin annars var ikki nóg støðugur til, at skattlandsíbúgvarnir kundu lívbjarga sær.
Setningurin beint eftir henda í rættarbótini gevur tó fatan av, at vøruflutningurin millum londini ikki var so óstøðugur kortini. Har sigur kongur, at hann hevði fregnir um, at handilsmenn úr Noregi róku pengaspekulatión, sum var til ampa fyri føroysku bøndurnar, og lovar at revsa spekulantarnar hart, um prógv fingust til vega.
Eftir hesum at døma var íðuligt handilssamskifti millum londini, men kongur hevði lítla ávirkan á tað. Av hesi orsøk má játtan kongs til føroyingar um skiparakstur metast í mun til handilspolitisku tilgongdina í Norðuratlantshavi sum heild í hesi tíðini.
Í aðru helvt av 1200-árunum var komin ein nýggjur leikari inn á pallin í norskum handli. Handilsmenn úr teimum norðurtýsku býunum við Eystrasalt høvdu fingið áhuga fyri at keypa stokkfisk og útflyta hann til evropeiska marknaðin. Um tað var tílíkur handil, sum sipað verður til í rættarbót Magnusar kongs, ber ikki til at ávísa, men í keldutilfari seinni úr somu øld og byrjanini av 1300-árunum fáast týðuligar ábendingar um, at yvirskipaði politikkur kongs var at halda norðurtýskararnar frá durum.
Millum annað verður í einum privilegiubrævi frá 1294 til limir í tí hanseatisku handilssamtøkuni forbjóðað teimum at reka handil aðrastaðni í Noregi enn í býunum Tønsberg og Bergen. Eisini verður í eini reglugerð frá tíðini 1302-1313 løgd áherðsla á, “at eingin útlendskur maður skal føra ella senda góðs norð um Bergen ella til sølu í landinum nakað annað stað ella reka handilsskap í Íslandi ella øðrum av kongsins skattlondum”. Hetta seinna var meðan Hákun Magnusarson V var kongur (1299-1319).
Eftir at Hákun kongur V var deyður í 1319, broyttust fyritreytirnar fyri handli í Norðuratlantshavi. Noreg og Svøríki fingu felags kong, politisku viðurskiftini í Skandinaviu gjørdust óstøðug, og mangt stríðið var um valdið og møguleikar at gera ávirkan galdandi. Máttmikla hanseatiska samgongan hevði ein sentralan leiklut í stríðunum, sum vóru, og viðhvørt vóru tað áhugamál hennara, sum festu eld í, viðhvørt onnur áhugamál.
Í hesi ófriðarligu tíðini við skiftandi politiskum samgongum varð verjutollshugaði handilspolitikkurin, Hákun kongur hevði ført, meira ella minni uppgivin, og hanseatar fingu størri frælsi enn áður. Í seinasta lagi umleið 1350 fingu teir sær støð í Bergen, fingu í lag beinleiðis samband við norsku fiskimenninar og fingu stokkfisk afturfyri vørur, teir innfluttu sunnaneftir. Umleið 1360 varð týska kontórið í Bergen stovnað, sum skjótt varð eitt av høvuðssetrunum í evropeiskum handli. Tann hanseatiska handilssamtøkan, som varð stýrd úr Norðurtýsklandi, serliga Lübeck, rakk úr Novgorod í eystri til England og Flandern í vestri og hevði eitt umfevnandi samskiftisnet úr hesum stóra øki suður gjøgnum Evropu.
At tollverjupolitikkur Hákunar kongs varð uppgivin, fekk ivaleyst eisini ávirkan á handil føroyinga. Hin vegin vita vit lítið ítøkiligt um, hvussu henda ávirkan gjørdi seg galdandi, tí heimildartilfarið er brotakent og letur ikki frá sær ítøkiligar upplýsingar um tað. Við støði í teirri vitan, sum er til skjals um gongdina í ríkispolitisku viðurskiftunum í Norðulondum í 1300-árunum og 1400-árunum, samanborin við brotakendu upplýsingarnar um føroysk viðurskifti, ber kortini til at gera sær eina hugmynd av støðuni. Niðanfyri skal tí fyrst verða teknað ein yvirskipað mynd av politisku gongdini í Norðurlondum í 1300- og 1400-árunum, fyri síðani at seta upplýsingarnar úr Føroyum, upp móti henni.
__________________
Í 1330-árunum upploystist danska kongadømið, og um somu tíð gingu norðmenn ímóti samkongi teirra við sviar, Magnusi, arvinga Hákunar V, tí teir hildu, at Magnus tók sviar fram um teir. Ein avbjóðari Magnusar til svensku trúnuna, Albrecht hertogi av Mecklenburg, rak seinni Magnus av trúnuni og helt hann sum fanga. Støða skattlandanna í hesi tíðini var ógreið, tí meðan Magnus, sum var í Svøríki, bæði tykist hava hildið Ísland og hini skattlondini at sær, stýrdi sonur hansara, Hákun VI, í Noregi og hevði lítið við tey at gera. Tað sær sostatt út til, at politiska sambandið millum Noreg og skattlondini í nøkur ár var kvett, og í Svøríki hevði Magnus kongur annað at hugsa um.
Tá Magnus kongur í 1374 gekk burtur við skipi, varð norsk-svenska kongssambandið upployst, og Hákun varð kongur í Noregi og skattlondunum, meðan Albrecht tók yvir svensku trúnuna. Hákun kongur VI hevði tó ikki uppgivið fedranna arv sín í Svøríki og royndi at reka Albrecht kong av henni. Hann fór tí í samgongu við Valdemar kong Atterdag í Danmark, sum í 1340 hevði endurstovnað danska kongadømið. Í 1363 gifti Hákun kongur seg við 12 ára gomlu dóttur Valdemars, Margretu, og í 1376 tók ómyndugi sonur teirra, Ólavur, yvir donsku trúnuna eftir Valdemar. Fýra ár seinni arvaði Ólavur eisini norsku trúnuna, tá ið faðirin doyði. Hetta varð byrjanin til kongssambandið millum Noreg og Danmark, sum vardi í meira enn 400 ár fram til 1814.
Margreta stýrdi fyri tann unga Ólav sum verji og førdi fram krav um svensku trúnuna vegna hann, tí henda rætt hevði hann arvað eftir faðir sín. Ætlan Margretu endaði tó í sorgarleiki í fyrsta umfari, tí í 1387 doyði hin ungi Ólavur kongur knappliga. Margreta uppgav tó ikki, lat seg velja til ríkisstjóra bæði í Noregi og Danmark, fór í samgongu við andstøðuna í Svøríki og varð eisini vald til ríkisstjóra har, eftir at Albrecht kongur var rikin frá í 1389. Um somu tíð tók hon til sín ein 6 ára gamlan skyldmann úr Pommern, nevndi hann Eirik og førdi hann fram sum kongsevni hjá teimum skandinavisku tjóðunum.
Í árunum, sum komu, vann hon undirtøku fyri hugsjónini um eitt norðurlendskt samveldi, og í 1397 varð Eirikur av Pommern krýndur til kong yvir teimum trimum norðurlendsku kongadømunum í Kalmar í Svøríki.
Kongarnir í Kalmarsamveldinum høvdu setur í Danmark við stjórnarumboðsmonnum fyri seg í Noregi og Svøríki. Sviar vóru við í samveldinum til 1520-árini, tá ið teir valdu egnan kong, men norðmenn hildu á at vera samveldinum trúgvir og luttóku sum ríki til 1814.
Upp ímóti hesi mynd fáast brotakendu upplýsingarnar, sum varðveittar eru um føroysk viðurskifti, at tala. Heimildirnar, sum eru til skjals, eru serliga tær spjaddu upplýsingarnar um biskupar í Føroyum í hesi tíðini, síðani ein millumtjóða sáttmáli frá 1415 um fiskiskap í Norðuratlantshavi og so Kirkjubøstólarnir. Men fyri at fáa savning á, skal verða byrjað við kirkjuskipanarligu fyritreytunum hjá føroyska biskupssetrinum í hesi tíðini.
Sambært kirkjurætti, settur á stovn í 1215 fyri allan tann rómverska kristniheimin, var tað tilskilað dómkapittlinum í biskupsdøminum at velja biskup. Reglurnar søgdu, at um dómkapittlið ikki kundi velja, varð rætturin at velja sjálvvirkandi fluttur til næsta yvirskipaða kirkjumyndugleika, fyrst til erkibiskupin og síðani pávan.
Høvuðsreglurnar fyri, nær tann sjálvvirkandi flytingin av valrætti kom í gildi, vóru, um valið ikki var farið fram innan 3. mánaðar eftir at biskupsdømið var komið í stjórnarloysi, harumframt tá ið erkibiskupur metti, at maður, sum dómkapittlið hevði valt, var óverdur til biskupsvígslu, og tá ið biskupsvalið var vorðið framt í andsøgn við kirkjurættin annars.
Við føroyska biskupssetrið varð ongantíð stovnað dómkapittul. Tað merkti, at rætturin at velja landsins biskupar sjálvvirkandi lá hjá erkibiskupinum í Niðarósa. Eftir øllum at døma varð hetta nágreiniliga hildið í hevd í 1200-árunum og mesta partin av 1300-árunum. Í seinnu helvt av 1200-árunum var siðvenjan tó, at dómkapittlið við biskupssetrið í Bergen, sum hevði tætt samstarv við kong, legði uppskot fyri erkibiskup um, hvør skuldi vera biskupur í Føroyum, allarhelst tí kongur ynskti hetta soleiðis fyri at fremja ríkispolitisku áhugamál síni.
Men í síðsta fjórðingi av 1300-árunum kom ein nýggj støða í, og tann støðan stóð við eini 40 ár inn í 1400-árini. Tað nýggja var, yvirskipaði erkibiskupsins, pávin, fór at blanda seg upp í, hvør skuldi verða biskupur í Føroyum. Í summum førum sæst meira at siga, at pávin ógildaði val, erkibiskupur hevði gjørt.
Fyrstu ferð vit síggja hetta, er í 1381, tá ið erkibiskupur hevði valt ein mann, sum æt Andras, til biskup í Føroyum, men sum kortini ongantíð varð vígdur. Um sama mundið vígdi pávin ein Richard til føroyska biskupsstólin, men um hann nakrantíð kom til Føroya at virka vita vit ikki, hóast hann ikki doyði fyrr enn 10 ár seinni.
Tá ið Richard biskupur varð deyður, var eftir øllum at døma aftur rumbul millum erkibiskup og páva um, hvør skuldi vera biskupur í Føroyum. Í 1391-92 valdi erkibiskupur ein kórsbróðir í Niðarósa, Philippus Guðbrandsson, til biskupsstólin. Men Philippus varð ongantíð vígdur, tí hann doyði stutt eftir.
Síðani setti erkibiskupur í 1392 biskupin í Stavangri, Hallgeir Osmundarson, sum var vorðin rikin úr biskupsdømi sínum. Men longu sama ár noyddist Hallgeir at fara úr nýggja biskupsstólinum, tí pávin, eftir øllum at døma uttan at erkibiskupur visti av, hevði sett ein annan.
Tá ið brøv pávans frá hesi tíðini verða kannað, sæst, at pávin síðan Richard í síni tíð var settur, ikki bara hevði sett ein, men tveir biskupar at stýra føroyska biskupsdøminum, fyrst ein onglending, Vilhelm Norbourgh, meðan Urbanus VI var pávi (1378-1389), og síðani ein týskara, Vikbold Verydema, í 1391. Vilhelm biskupur var tó ikki deyður, tá ið Vikbold varð tilnevndur, men hevði ongantíð tikið við stóli sínum, og í sambandi við starvssetanina bant Vikbold seg til at taka yvir skuld Vilhelms til pávan.
Um Vilhelm biskup vita vit annars, at áðrenn hann fór úr biskupsstólinum, hevði Richard II onglendingakongur givið honum viðmæli sítt til Noregs kong, og at hann seinni millum annað røkti embætini fyri erkibiskupin í York og biskuparnar í Lichfield og Worcester. Týskarin Vikbold tók við føroyska biskupsstólinum og stýrdi honum til o.u. 1408.
Sum ískoyti til pávaliga politikkin kann eisini verða nevnt, at pávin í 1359 eisini hevði sett undanmann Richards biskups í føroyska biskupsstólin. Hann nevndist Árni Svæla, men hvaðani hann var, vita vit ikki. Í hansara føri ber kortini ikki til at staðfesta, um setanin var framd uttan at norski erkibiskupurin visti av, men tað er hugsandi.
At pávin setti biskupar í føroyska biskupsstólin uttan at norski erkibiskupurin visti av, eisini at enski kongurin til fánýtis viðmælti ein teirra til Noregs kong, og harumframt, at endin var, at ein týskari varð biskupur í Føroyum, sýnir, at sterkur kappingarkendur áhugi var í útlondum fyri føroyska biskupsstólinum, ið hvussu er í tíðini frá 1381, og kanska longu frá 1359.
Lagt verður til merkis, at hetta fellur saman við tíðini, tá ið viðurskiftini í norsk-svenska samveldinum førdu við sær, at sambandið millum skattlondini og Noreg í eina tíð var kvett og hanseatar fótaðu sær í Noregi. Tað er tí sera hugsandi, at týski, enski og pávaligi áhugin fyri føroyska biskupsdøminum valdaðist, at norska kongadømið ikki megnaði at halda uppi yvirharradømi sítt í Norðuratlantshavi, ætlandi orsakað av politiskari spjaðing í Noregi í sambandi við skandinaviska politikk tess.
Ein ítøkilig ábending um virksemi hanseata í Føroyum júst í hesi tíðini finst í skiftinum eftir Guðruna Sigurðardóttir, teimum sonevndu Húsavíkarbrøvunum frá 1403-1407. Hon hevði verið gift við Arnbirni Gudleikssyni í Húsavík, og eftir hana lógu stórar ognir, bæði í Noregi og Hetlandi, sum hon hevði arvað frá frá faðiri sínum, Sigurði, sum búði í Bergen og varð nevndur Sigurður hialtt.
Millum hesar ognar var Finngarðurin í Bergen, sum taldi 15 hús og 68 stovur. Finngarðurin var ein av teimum longu húsarøðunum á Bryggen í Bergen, sum vóru karmur um hanseatiska Kontórið í býnum. Vanligt hevur verið at tulka eykanavn Sigurðar, hialtt, at sipa til, at hann var hetlendingur, tí Hjaltland er gamla norrøna navnið fyri Hetland. Men allarhelst heldur henda tulking ikki, bæði tí hon illa fæst at samsvara við virksemi hansara í einum av teimum hanseatisku gørðunum, og tí at eykanavnið hiællt í einum vitnisbrævi frá 1309 um skyldu týskara, sum vóru í Bergen um veturin, at gjalda tíggjund, eisini verður nýtt í sambandi við ein mann, sum æt Konrad og staðiliga verður sagdur at vera týskari.
Sannlíkt er tí, at Guðrun Sigurðardóttir í Húsavík var av týskari ætt. Tá í tíðini var vanligt, at hjúnaløg vórðu fyriskipað við atliti at búskaparligum viðurskiftum, og orsakað av hesum hóma vit í hjúnalagnum millum hana og ein føroying handilspolitisku áhugamálini í Føroyum hjá einum ógvuliga ríkum hanseatiskum keypmanni. At meta eftir, at skiftið fór fram í byrjanini av 1400-árunum, giftist Guðrun til Føroya einaferð í seinnu helvt av 1300-árunum.
Eftir at Vikbold biskupur var deyður o.u. 1408, setti pávin enn ein týskara í føroyska biskupsstólin, áðurnevnda Jóhannes biskup. Hann tók við stólinum og stýrdi honum til sín deyð o.u. 1431. Í heimildartilfarinum frá hansara tíð eru ongar ábendingar um, at hann virkaði sambært øðrum áhugamálum enn teimum hjá norðurlendska samveldinum. Sambært heimildartilfarinum virkaði hann í tøttum samstarvi bæði við samveldiskongin, Eirik av Pommern, og erkibiskupin í Niðarósa.
Frá Jóhannesar biskups tíð hava vit heimildartilfar, sum sigur frá, hví onglendingakongur hevði so stóran áhuga fyri Føroyum. Í 1415 undirskrivaðu Eirikur av Pommern og Henrik V onglendingakongur ein sáttmála um fiskiskap við “Ísland, Føroyar, Hetland og aðrar oyggjar, sum hoyra til Noreg”.
Í sáttmálanum varð avtalað, at tegnar onglendingakongs skuldu hava loyvi at reka fiskiskap kring hesar oyggjar eins og teir vóru vanir, tó við teirri treyt, at teir ikki høvdu handilssamskifti við fólkið har. Av hesum kann ætlast, at áhugi onglendingakongs fyri, hvør var biskupur í Føroyum, hevði fiskivinnupolitiskar orsøkir. Eisini bendir sáttmálin á, at onglendingar longu í nøkur ár høvdu rikið bæði handil og fiskiskap í Føroyum og Íslandi.
Uttan iva var fiskivinnupolitikkur eisini orsøkin til bæði týska og pávaliga áhugan. Virksemi hanseata í Noregi, sum varð fyristílað úr Norðurtýsklandi, var júst grundað á handil við fiski, og áhugi pávans var helst grundaður í, at fiskur varð vorðin ein týdningarmikil partur av føðsluni í føstu í Miðevropu. Við øðrum orðum fáa vit í rumblinum um setanina av føroyska biskupsstólinum í seinnu helvt av 1300-árunum og sáttmálanum frá 1415 eina sterka ábending um, at útlendski áhugin fyri, hvør sat í føroyska biskupsstólinum, hevði samband við tíðarinnar stokkfiskamarknað í Miðevropu, og eisini, at Føroya biskupur hevði ein leiklut í veitingini til henda.
Eftir at Jóhannes biskupur varð deyður, lat Eugenius pávi IV (1431-1447) í 1431 ein Severinus, sum var biskupur uttan stól, flyta í føroyska biskupsstólin. Hesin Severinus var enn á lívi í 1441, men um hann nakrantíð kom til Føroya, vita vit ikki. Hóast hin var settur, setti sami pávi í 1435 ein onglending, John Scheffchin, í stól hansara. Í upplýsingunum frá hansara tíð fáast fleiri ábendingar leiklutin, Føroya biskupur hevði í evropeiskum handli. Um John Scheffchin biskup vita vit nevniliga, at hann, helst í 1444, varð burturrikin úr biskupsdømi sínum av einum ”órættvísisins syni, Godsvin”.
Eftir hetta helt hann til í Bergen, har vit í einum klagubrævi frá 1446, sum týskir keypmenn í býnum skrivaðu kongi um tann órætt, kongsins yvirmaður í býnum hevði gjørt teimum, hitta hann sum vitni teirra.
Hetta at John Scheffchin biskupur hevði samband við hanseatarnar í Bergen, er tó ikki tað einasta, sum ger hann áhugaverdan í okkara sambandi, tí viðurskifti hansara við hin “órættvísa” Godsvin veitir okkum meira, tí Godsvin er helst hin sami sum hálendski munkurin Gozewijn Comhaer, ið hevði verið skriftafaðir Eiriks av Pommern og í 1435 var vorðin biskupur í Skálholti í Íslandi. John Scheffchin var nevniliga ikki tann einasti biskupurin, sum Gozewijn hevði rikið úr stólinum.
Eisini í Íslandi hevði hann verið úti um seg og fingið í lag, at tveir biskupar, John Craxton í Skálholti og John Bloxwich í Hólum, báðir onglendingar eins og John í Føroyum, og harumframt eins og hann settir av pávanum, noyddust at ríma úr biskupsstólum sínum. Tí um hesar báðar vita vit, at teir samstarvaðu við enskar stokkfiskakeypmenn, og vit fáa varhuga av, at burturreksturin hevði samband við hetta. Við øðrum orðum gevur harðliga framferð Gozewijn Comhaers móti teimum pávaliga settu ensku biskupunum í Íslandi og Føroyum í 1430- og 1440-árunum, at hvørki leiðslan í norsku kirkjuni ella Eirikur kongur av Pommern brýggjaðu seg um pávaligu tiltøkini í norsku skattlondunum, og at serliga kongur royndi at styrkja um støðu sína har.
Av heimildartilfarinum tykist tó at framganga, at hóast Gozewijn biskupur førdi samveldispolitikk, sum yvirskipað hevði snúð seg um at fáa skattlondini nærri undir kongsins vald, fylgdi hann eisini egnum áhugamálum í virki sínum. Helst er tað ikki av tilvild, at um somu tíð, sum hann kom til Íslands, fóru hálendingar at sigla hagar at keypa fisk. Og hóast tað sambært danska-enska sáttmálanum frá 1415 gekk ímóti áhugamálum samveldisins, at onglendingar róku handil í Íslandi, sæst, at Gozewijn biskupur í 1440-árunum sjálvur luttók í hesum handli á sama hátt sum pávaligt settu undanmenn hansara sum hann hevði rikið burtur.
Heimildirnar um Gozewijn Comaher geva sostatt fatan av, at samveldispolitikkurin í norsku skattlondunum var linur fram til 1440-árini, at búskaparliga tilgongdin í skattlondunum í hesi tíðini var tengd at eftirspurninginum eftir fiski í Miðevropu, og at biskupssetrini luttóku í hesum handilsvirksemi.
Besta ábendingin um, at fiskur varð mest týðandi útflutningsvøra føroyinga í seinmiðøld, er kortini, at broytingar tá fóru fram í virðisrokningini í landinum. Henda broyting gevur váttan um, at samveldispolitikkur ikki hevði stórvegis árin á handilsskap í Føroyum, og at handilssamskifti føroyinga í størri mun gekk beinleiðis á evropeiska marknaðin enn umvegis Noreg. Ímeðan jarðarvirði frammanundan høvdu verið mett í mun til býtisvirðið fyri eina alin av vaðmali, sum stóð í mun til vekteindina mørk í brendum silvuri, fóru føroyingar nú at umrokna jarðarvirði í mun til peningavirðið gyllin.
Hetta peningavirðið var ikki av norskum, men rínskum uppruna. Ein mørk í brendum silvuri svaraði til 320 alin av vaðmali, og ein gyllin svaraði til 20 alin av vaðmali ella 1/16 mørk í brendum silvuri. Eisini fóru tey nú at nýta eina aðra mátingareind í sambandi við longdarmát, nevniliga hamborgska alin, sum var longri enn tann alinin, ið brúkt varð í norskum handli og svaraði til 12/13 av teirri seinni nýttu donsku alinini (= 62,77 cm).
Broytingin frá norskum til rínskar virðiseindir vísir týðuliga, at handil føroyinga við Noreg í hesi tíðini hevði minni týdning enn handil teirra við Norðsjóvarøkið. Av tí at virðiseindin alin í vaðmali varð útskift við gyllin, gevur broytingin eisini ábendingar um, at meginútflutningsvøra føroyinga í hesi tíðini ikki longur var landbúnaðarvørur, sum vaðmal er, men eitt vøruslag, sum varð eftirspurt í Norðurtýsklandi og handlað í mun til rínsku virðiseindina, tvs. fiskur.
Vit venda nú aftur til múrin og hini mentanarminnini í Kirkjubø og til tað, sum Jóhannes biskupur greiddi frá um byggivirksemið á biskupssetrinum fyrstu áratíggini av 1400-árunum. Umframt tað, at hann sá tað sum kall sítt at seta í stand og gera liðugt tað, sum longu var, legði hann í 1420 grundir undir eina kirkju, halgað Santa Brandani, og eitt minningarbønhús fyri Ellindi biskupi.
Helst sipar hann til múrin, tá ið hann nevnir tað, sum longu var, men ikki liðugt, og til millum annað núverandi sóknarkirkjuna, tá ið hann talar um umvæling annars, tí fornfrøðiligar kanningar hava sýnt, at sóknarkirkjan er eldri enn múrurin og bygd o.u. 1250. Av myndevnum á kirkjubøstólunum, og serliga búmerki Eiriks av Pommern á einum teirra, vita vit eisini, at stóla- og pultavangarnir vórðu framleiddir í hansara tíð til eina kirkju á biskupssetrinum í Kirkjubø, helst múrin.
At tað í landi við valla 5000 íbúgvum var so umfevnandi og allarhelst eisini kostnaðarmikið byggivirksemi í gongd í senn, er undranarvert.
Hvussu tað kortini bar til, fáa vit ábending um í frásøgnini, Jóhannes biskupur skrivaði, og í myndevninum á einum av Kirkjubøstólunum. Í frásøgnini skrivar hann, at kirkjuna í gerð hevði hann tilognað Santa Brandani, og hildið verður eisini, at tað er hetta halgimennið, sum er avmyndað á forsíðuni á tí pultavanganum, har føroyski veðrurin er á baksíðini.
Halgisøgugranskingin hevur nevniliga sýnt, at kjarnuøkið fyri dýrkan av Santa Brandani í seinmiðøld var økið við Rínánna í Norðurtýsklandi, hagar siðvenjan var komin við írskum niðursetumonnum tíðliga í miðøld. Haðani spjaddi halgimannadýrkanin seg við handilsmonnum til Suðurskandinaviu, men eftir øllum at døma ikki til teir norðaru partarnar, millum annað Noreg.
At Santa Brandan varð dýrkaður í Føroyum í byrjanini av 1400-árunum gevur tí ábendingar um, at siðvenjan var førd inn av týskum handilsmonnum, ætlandi úr Norðsjóvarøkinum. Hetta bendir á, at handilsvirksemi teirra varð støði undir fíggingini av tí umfevnandi byggivirkseminum á føroyska biskupssetrinum, meðan Jóhannes týskarin var biskupur.
Heimildir og bókmentir
Arge, Símun V.: 1989. Domkirkeruinen og andre fortidsminder i Kirkjubøur. Tórshavn.
Bugge, Alexander (útg.): 1899. Erkebiskop Henrik Kalteisens Kopibog. Christiania.
DF: Diplomatarium Færoense. Føroyskt Fodnbrævasavn. Útg. Jakob Jakobsen. Tórshavn 1907.
DI: Diplomatarium Islandicum.
DN: Diplomatarium Norvegicum. Christiania.
Hammershaimb, V.U.: 1891. Færøsk Anthologi I. København.
Hinchius, Paul: 1869-97. Das Kirchenrecht der katholiken und protestanten. Bd. I-IV.
Karlsson, Gunnar: 2000. Iceland’s 1100 Years. The history of a Marginal Society. London.
KLNM: Kulturhistorisk leksikon for nordisk middelalder.
Krogh, Knud J.: 1988. Kirkebøstolene og Kirkjubøur. Tórshavn.
Mortensen, Andras: 2000. Hin føroyski róðrarbáturin. Sjómentir føroyinga í eldri tíð. Annales Societatis Scientiarum Færoensis Supplementum XXVI. Tórshavn.
Norske middelalderdokumenter i utvalg. Við Sverre Bagge, Synøve Holstad Smedsdal og Knut Helle. Bergen 1973.
Þorsteinsson, Bjørn: 1970. Enska öldin i sögu íslendinga. Reykjavík.