Hvanngarður

Fyrr í tíðini vóru fleiri hvanngarðar í Koltri. Væl røktir hvanngarðar vóru áður eitt prýði fyri føroyska húsarhaldið, umframt at hvonn var hildin at vera verja ímóti sjúku. Um várið vórðu hvannirnar taðaðar við øsku og skelsandi. Hvonnin varð serliga skorin um jóansøkutíð og annars fram til ólavsøku. Ein biti av hvonn út yvir rómastamp við sukri var serliga góður gestamatur. Áðrenn tað gjørdist vanligt at fara til handils í seinnu helvt av 19. øld, var hvonnin at kalla einasta góðgæti, ið var at fáa úti á bygd. Í tíðini eftir kríggið varð hvonnin serliga nýtt at blanda upp í rabarbusúltutoy.

Hvonnin hevur eisini verið nýtsluplanta í Íslandi, Grønlandi og í Norðurskandinavia. Ivi er tó um, hvussu stóran týdning hvonnin hevur havt sum tilskot av C-vitaminum.