Føroyski Dansurin

Skráin Livandi mentan

Føroyski dansurin

Føroyski dansurin hevur uppruna í ringdansi, ið var dansaður víða um í miðeuropa í miðøld, men hevur fingið síni serligu føroysku sereyðkenni. Føroyski dansurin er livandi og hevur í øldir verið fluttur frá ættarliði til ættarlið og er, saman við málinum, grundbulurin í føroyska mentanarliga samleikanum. Føroyski dansurin er samansettur av trimum grundsúlum: 1) forteljandi kvæðum, vísum og tættum, 2) sjálvum dansinum, 3) lagnum, ið verður kvøðið. Sermerki er, at skipari stýrir dansinum og eingi ljóðføri verða brúkt.

Føroyski dansurin verður í høvuðsheitum útintur við: 1) Dansifeløg dansa regluliga í dansitíðini, ið er frá oktober til føstulávint. Her er úrvalið sera fjølbroytt. Eisini savnast feløg um størri tiltøk, sum t.d. landsdansistevnur. 2) Árliga verða nøkur kvøld fyriskipað við almennum føroyskum dansi kring landið. Her er úrvalið rættiliga fjølbroytt. 3) Til almennar móttøkur, hátíðarhald og veitslur verður viðhvørt dansað, serliga í sambandi við útlendskar vitjanir. Her verða mest einstøk styttri, lættari kvæði ella vísur kvøðin. 4) Til privatar veitslur, hátíðarhald, føðingardagar, brúdleyp og brúdleypsdagar verður viðhvørt dansað. Her er sera stórur munur á, hvat verður kvøðið og í hvussu stóran mun – alt eftir hvørjir gestir eru til staðar. 5) Í fólkaskúlanum verður undirvíst í føroyskum dansi og dansað verður við næmingum, serliga frá nýggjári til føstulávint. Stórur munur er á, hvussu nógv ymsu skúlarnir gera við dansin. Dentur verður vanliga lagdur á, at næmingarnir skulu læra stev, dansisið og okkurt einstakt lættari kvæði ella vísu.

Mentanarliga árinið av føroyska dansinum á føroyska mentan og føroyska samleikan hevur verið stórt og er enn stórt. Føroyski dansurin var ein høvuðsorsøk til at føroyskt fekk núverandi skriftmál mitt í 19. øld. Kvæðini hava havt stóran týdning fyri varðveiting, gransking og menning av føroyska málinum og málsøguni. Eisini eru kvæði og tættir í summum førum søguligar keldur, ið hava stórt virði vegna fáar eldri skrivligar keldur. Skaldskaparliga hava kvæðini eisini havt stóran týdning. Frumsagnir og søgur av europeiska meginlandinum vórðu latin í kvæða- og vísuham, og vórðu kvøðin her – bæði á føroyskum og á donskum aftaná vísubøkurnar hjá Vedel og Peder Syv vóru útgivnar. Seinni eru føroyingar farnir at yrkja kvæði um hendingar í grannalondunum og úr føroyingasøgu. Stórur partur av tí fyrsta skrivaða føroyska skaldskapinum er eisini týðiliga ávirkaður av hesum kvæðaandanum. Eins og ringdansurin eru aðrir fólkadansir komnir til Føroya og hava fingið sín serføroyska dám við stevi og við kvøðing og eru føroysk dansispøl soleiðis blivin ein serstakur partur av føroyska mentanararvinum. Í føroyskari myndlist er eisini nógv ávirkan úr kvæðum og sagnum. Løgini – til føroysku kvæðini, tættirnar og skjøldrini, til donsku kempu- og fólkavísurnar og til donsku andaligu vísurnar – hava verið reyði tráðurin í føroyskari tónlist frá byrjan heilt til dagin í dag. Bæði í kórsangi, klassiskum tónleiki, fólkatónleiki, poppi og hørðum rokki hava hesi løg verið sentralur íblástur. So føroyski dansurin er nógv meiri umfatandi enn bert tann vanligi føroyski dansurin; hann hevur ávirkan á alt mentanarlívið.

Mynd: Adam Woolfitt, Føroyskur dansur

Søga og bakgrund

Føroyski dansurin hevur uppruna í ringdansi, ið var dansaður víða um í miðeuropa í miðøld. Áðrenn 19. øld høvdu føroyingar ikki nakað føroyskt skriftmál, og hóast danskt var embætis- og kirkjumál, høvdu fá gingið í skúla og lært at lisið og annars fingið bókligan lærdóm og atgongd til bøkur hevur verið sera avmarkað. Hartil var fólkið fátækt, og vánaligt samband var bæði millum bygda og út í heim. Ljóðføri hava bert í lítlan mun verið og útlendskir dansir og undirhald hevur verið fremmant fyri flestu føroyingar.

Føroyski dansurin, kvæðini, vísurnar og tættirnir myndaðu í stóran mun verðsliga undirhaldið. Hesi hava verið nýtt bæði í sambandi við arbeiði úti og heima, til kvøldsetur í rokkstovuni og tá fólk komu saman til gaman í veitslum og til høgtíðir. Hetta hevur eisini verið ramman um søgur, ið hava verið fortaldar – bæði uttan úr heimi, heimligar frásagnir eins og speirekandi tættir. Søgurnar, kvæðini, vísurnar og tættirnir hava í stóran mun verið lærd av mannamunni.

Alt hetta er broytt. Skriftmál og skúli eru komin og mestsum allir føroyingar hava í fleiri ættarlið dugað at lisið. Bókmentir, søgur og tíðindi fáast í alskyns formum – bæði elektroniskt og á pappíri. Sambandið er gott millum bygda og í útheimin og samskiftið er kollvelt við útvarpi, sjónvarpi, telefon, interneti v.m. Undirhald av øllum handa slagi er komið til landið; sjónleikur, ljóðføristónleikur, kórsangur, útvarp, ítróttur, sjónvarp, ymsir pallar á internetinum o.s.fr. Kvøldseturnar eru farnar í søguna og nýggjari dansir hava í stóran mun troðkað føroyska dansin burtur í veitslum.

Týdningurin av dansinum sum nærum einasta undirhald er burtur. Dansurin er ikki longur nærum einasti søguberi. Tí verður hann meiri viðgjørdur sum ein mentanarligur dýrgripur, ið eigur at varðveitast. Eitt stórt arbeiði verður gjørt í feløgum og skúlum fyri at varðveita dansin, bæði við at skipa fyri barnadansi, dansi í feløgunum, almennum tiltøkum v.m. Í dag verða kvæðini bert í lítlan mun lærd av mannamunni, men heldur við at lesa í bók ella brúka elektroniskar miðlar.

Miðlan og frásøgn

Søguliga hevur føroyski dansurin – kvæðini, vísurnar og tættirnir – í høvuðsheitum verið borin frá ættarliði til ættarlið munnliga, tað verið seg í arbeiði heima og úti, til kvøldsetur og í dansi.

Sum tíðirnar eru broyttar, so hava fólk lært at lesa og skriva og kvæðatilfar er komið á prent, og eru fólk í størri mun farin at læra seg úr bók. Í dag verða eisini onnur elektronisk tól brúkt, og fleiri feløg gera upptøkur, ið verða sendar í útvarpi og í sjónvarpi hjá Kringvarpinum eins og aðrir elektroniskir pallar verða brúktir.

Siðvenjan við kvøðing til arbeiði og kvøldsetur er burturdottin. Lítið verður dansað av føroyskum dansi til høgtíðir og í veitslum. Tey, sum læra at dansa, læra tað vanliga frá øðrum familjulimum, ið eru virkin í føroyskum dansi, í barnadansi, í dansifeløgum kring landið ella í skúlanum.

Flestu av dansifeløgunum hava regluliga dans um veturin – bæði fyri vaksnum og fyri børnum. Eisini verður skipað fyri uttanlandsferðum og størri tiltøkum, har nógv dansa saman. Í løtuni eru 17 limafeløg í Sláið Ring.

Mynd: Adam Woolfitt, Føroyskur dansur í Kirkjubø

Støðan í framtíðini

Hóast áhaldandi tiltøk hava verið gjørd fyri at styrkja dansin, hevur dansurin støðugt verið í afturgongd seinastu nógvu áratíggjuni.

Skúlaverkið: Tað er álagt skúlum at læra børnini føroyskan dans, men ójavnt er, hvussu hetta hilnast. Summastaðni verður lítið ella einki gjørt við hetta. Aðrastaðni verður dansað nakað, soleiðis at børnini í øllum førum læra stev og okkurt styttri kvæði ella vísu. Einstøk støð eru eldhugaðir lærarar, ið sjálvir eru virknir í dansifeløgum, sum fáa nøkur av børnunum at gerast virkin í feløgunum, men hetta er sjáldsamt. Dansurin í skúlum gevur nógvum børnum grundførleikarnar at duga stev og okkurt einstakt kvæði ella vísu, so tey kunnu fara uppí dansin. Men hetta mennir bert í lítlan mun tann livandi dansin.

Barnadansur hjá feløgum: Fleiri feløg hava barnadans, og summastaðni er góð uppmøting; men nógvastaðni falla børnini frá, tá tey gerast tannáringar, og tey sýnast ikki at gerast virkin í sama mun ímillum tey vaksnu.

Dansur í feløgum: Seinastu nógvu árini hevur tað serliga verið í feløgunum at livandi dansurin hevur verið – umframt í tiltøkum hesi feløg skipa fyri. Her hevur verið støðug afturgongd í uppmøting og limatali seinastu áratíggjuni, og miðalaldurin í flestu feløgum er heilt høgur.

Tey, ið útinna livandi mentanina, og sum hava vitan um siðaarvin

Í dag eru tað serliga limir í dansifeløgunum, ið útinna livandi dansin, hóast tað eisini eru fleiri einstaklingar, ið dansa regluliga uttan at vera í nøkrum felagi. Í 80-unum varð mett, at eini 2.500 vóru regluliga virkin í føroyskum dansi. Í dag er talið helst nærri 500, og til landsdansistevnur, ið eru regluliga triðja hvørt ár, er luttakaratalið støðugt minkað seinastu 18 árini, úr uml. 700 í 2001 til 350 í 2019.

Tað eru 17 limafeløg í landsfelagnum Sláið Ring: Klaksvíkar dansifelag, Eysturoyar dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Dansifelagið í Havn, Dansifelag Kaggans, Tøkum Lætt, Nólsoyar dansifelag, Vága dansifelag, Leikum Fagurt, Stígum Fast, Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt, Tvøroyrar dansifelag, Jómsvíkingar, Sumbiar dansifelag, Dansifelagið á Látrinum, Fótatraðk (fyri útisetar, í Keypmannahavn), Ung í Dansi (landsumfatandi ungdómsfelagsskapur í Sláið Ring).


Tilvísingar

Úrval av bókmentum:

J. Bloch, N. Djurhuus, Sv. Grundtvig, Chr. Matras, M. Chesnutt, K. Larsen, M. Clausen, Føroya kvæði: Corpus Carminum Færoensium, vol. I–VIII, Universitets-Jubilæets Danske Samfund, 1941–2003.

D. Niclasen, T. Lenvig (ed.), Föroya kvæði, vol. I–XXXVII, Bókagarður, 1998–2005.

V. U. Hammershaimb, Færöiske Kvæder, vol. 1–2, Det Nordiske Literatur-Samsfund. Nordiske Oldskrifter 12, 20. København, 1851, 1855.

V. U. Hammershaimb, Færøsk Anthologi, vol. 1, København, 1891.

V. U. Hammershaimb, Olufas kvad, Antiquarisk Tidsskrift, pp. 279–307, 1847.

V. U. Hammershaimb, Færøiske kvæder, henrørende til Hervarar saga, Antiquarisk Tidsskrift, pp. 57–96, 1852.

H. C. Lyngbye, Færøiske Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt, Randers, 1822.

M. Clausen, Hundredesyv-visebogen - Danske folkeviser og andre viser på dansk med færøske melodier, 1995.

Jeffrei Henriksen, Kvæða- og vísuskrá, Føroya skúlabókagrunnur, Tórshavn, 1992 (rev. 2004).

A. C. Evensen, Kvæðabók I. Tórshavn, 1910.

Astri Luihn, Føroyskur dansur, Trondheim, 1979.

S. Grundvig et al., Danmarks Gamle Folkeviser, København, 1853–1976.

Danske Kæmpe- og Folkeviser, 2. ed., Tórshavn, 1951.

H. Thuren, Dans og Kvaddigtning på Færøerne, København, 1901.

H. Grüner-Nielsen, De færøske kvadmelodiers tonalitet i Middelalderen. Færoensia I. København, 1945.

H. Thuren, H. Grüner-Nielsen, Færøske Melodier til danske Kæmpeviser, København, 1923.

H. Grüner-Nielsen, Færøske Folkemelodier – og: Folkemusik i Danmark, Nordisk Kultur XXV, pp. 152 ff og 81 ff, Stkh., 1934.

J. Enni et al., Grør so fagurt, Tórshavn, 1980.

J. Patursson, Føroysk kvæði (Gyltabók), 2. ed., Tórshavn, 1979.

J. Jakobsen, Poul Nolsøe, lívssøga og yrkingar, 2. ed., Tórshavn, 1966.

J. Patursson, Kvæðabók I–V, Tórshavn, 1922–45.

J. Patursson, Táttabók I, Tórshavn, 1934.

D. Magnussen, J. av Skarði, Kvæði, vísur og tættir, 2. ed., Tórshavn, 1965.

M. Johannesen, Tættir I-V, 1966–78.

P. Eide, Stígum fast, Tórshavn, 1963.

J. í Króki, Sandoyarbók I–II (R. Long), Tórshavn, 1968–82.

Chr. Matras, Shrøters optegnelse af Sjúrðar kvæði. Færoensia III. København, 1951–53. S. Egholm, Kvæðabókin I, Tórshavn, 1960.

S. Egholm, Nýggja kvæðabókin, vol. 1–2, Tórshavn, 1996–97.

Chr. Matras, Svabos færøske visehaandskrifter, København, 1939. H. Thuren, Folkesangen paa Færøerne, København, 1908.

B. Jonsson, S. Solheim, E. Danielson, M. Nolsøe, The types of the Scandinavian Medieval Ballad, Oslo, 1978.

A. Opielka, Tanz auf den Färöer-Inseln – Studien zu einer alten Tanztradition, Magisterarbeit, Ruhr-Universität Bochum, 2003.

A. Opielka, Färöische Tanzspiele: Herkunft - Verbreitung - heutige Tradition: Studien zu einer alten Volkstanztradition, 2009. (Týtt til danskt: Danse og sanglege på Færøerne Oprindelse - Ubredelse - Nutidig tradition, 2011)

M. Clausen, Vísuløg í Føroyum / Danish folk ballads in the Faroes, 2010.

M. Clausen, Føroya Ljóð / Sound of the Faroes, 2014.

Á. Dahl, Søga og stev 1–6, Fannir, 1996–2000.

T. á Trøð, Traðarbókin, Tórshavn, 1999.

Ó. Dahl, Vit fara upp á gólv I–IV, Klaksvík, 1974–75.

M. Marnersdóttir, Ey. Andreassen (ed.), Ballads – new approaches / Kvæði – nýggj sjónarmið. Ráðstevnurit. Tórshavn, 2018 Annað tilfar:

Herumframt eru nógvar vísindaligar greinar, ein hópur av handritum í varðveitslu hjá m.ø. Kgl. Bókasavninum í Keypmannahavn, Københavns Universiteti, Dansk Folkemindesamling, Føroya Landsbókasavni og Fróðskaparsetri Føroya umframt hjá privatpersónum. Eisini er ein rúgva av ljóð- og sjónbandaupptøkum í varðveitslu hjá m.ø. Kringvarpi Føroya og Fróðskaparsetri Føroya umframt hjá privatpersónum.

Nakrar heimasíður við rúgvusmiklum tilfari um føroyskan dans:

https://bandasavn.setur.fo/ https://www.kvf.fo (leita t.d. eftir ”Upp á gólv” ella ”Dansival”)

https://snar.fo/foroyakvaedi/

https://www.danshavn.org/index.php/kvaedasavn


Um evnið

Heiti
Føroyski dansurin

Bólking í skránni
Munnligar siðir og málburð
Útinnan av list
Sosialar siðvenjur, ritual og hátíðarhald

Staðseting
Føroyski dansurin verður dansaður kring alt landið – kortini eru bygdir, har serliga nógv hevur verið gjørt burturúr.

Tey, ið hava latið inn uppskotið
Sláið ring og tess limafeløg

Kontaktpersónur
Gunnar Restorff
Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama
Tórsbyrgi 2
100 Tórshavn
Teldupostur sr@sr.fo
Telefon 292563

Dagfesting
5. november 2020

Dagført
22. mars 2022

Skrásett
TSSak: 22/06036 -1, Skráin Livandi Mentan, Føroyski dansurin


Samband

Previous
Previous

Grind

Next
Next

Føroyski báturin