Verkætlanir og átøk
Skriðan Heiman Gjónna
Í Hagapartinum Heiman Gjónna, har skriðan er, sum skal granskast og endurbøtast, er áseyðatalið 56. Hetta er væl minni enn í 2000, tá skriðan leyp. Síðani 2005 er skipanin miðvíst tikin niður. Úrslitið av hesum er, at lambatalið í mun til áseyðatalið er hækkað, lombini og ærnar viga meir á heysti, og hagin verður minni bitin. Skriðan er um 100 metrar til longdar, 30 metrar breið og 1,7 metur djúp.
Í ár er skriðan hegnað av fyri seyði, og grundkanningararbeiðið av plantulívinum er byrjað. Komandi ár verða ymiskir endurbøtingarhættir, sum hóska til føroyska lendið, mentir og royndir. Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við íslendskar ráðgevar innanfyri náttúruendurbøting, Miðnámsskúlan í Vestmanna og Gróðurstøðina í Hoydølum.
Hagin Stóriryggur
Hagaparturin Stóriryggur er um 500.000 fermetrar. Kristin Vilhelmsen tók seyðin av á heysti 2020, og hevur síðani latið lendið fingið frið. Stóriryggur er nú eitt náttúrufriðlendi, har gróður sleppur at koma fyri seg uttan ávirkan frá menniskjaligum virksemi. Lendisbati fer at gera vakstrarkanningar og endurbøtandi átøk í haganum og fylgja við, hvussu hagin við tíðini mennist.
Komandi ár fer Lendisbati undir at kanna plantulívið í haganum.
Uttari Sundshagi
Økið omanfyri Kaldbaksbotn telur um 400.000 fermetrar, harav helvtin er av Uttara Sundshaga og hin helvtin av Innara Sundshaga. Økið liggur í 150-250 metra hædd og fer at verða stikað av fyri seyði soleiðis, at gróðurin kann koma fyri seg.
Í næstum fer Lendisbati undir at gera vakstrarkanningar í haganum. Langtíðarætlanin er at hegna økið inni fyri at skapa eitt náttúrufriðlendi og fylgja við, hvussu hagin við tíðini mennist. Upprunavøkstur so sum baraldur og pílur verður gróðursettur í samstarvi við Landgræðsluna í Íslandi, sum hevur aldarlangar royndir innan endurbøting. Lívmargfeldið verður harvið bøtt, umframt at náttúruøki gerast atkomuligari hjá almenninginum. Gøtur og uppihaldsstøð verða eisini gjørd í økinum í samstarvi við lendisarkitekt.
Innari Sundshagi
Økið omanfyri Kaldbaksbotn telur um 400.000 fermetrar, harav helvtin er av Uttara Sundshaga og hin helvtin av Innara Sundshaga. Økið liggur í 150-250 metra hædd og fer at verða stikað av, soleiðis at gróðurin kann koma fyri seg.
Í næstum fer Lendisbati undir at gera vakstrarkanningar í haganum. Langtíðarætlanin er at hegna økið inni fyri at skapa eitt náttúrufriðlendi og fylgja við, hvussu hagin við tíðini mennist. Upprunavøkstur so sum baraldur og pílur verður gróðursettur í samstarvi við Landgræðsluna í Íslandi, sum hevur aldarlangar royndir innan endurbøting. Lívmargfeldið verður harvið bøtt, umframt at náttúruøki gerast atkomuligari hjá almenninginum. Gøtur og uppihaldsstøð verða eisini gjørd í økinum í samstarvi við lendisarkitekt.
Kaldbaksbotnur
Í Kaldbaksbotni er vátlendi, sum verður endurbøtt. Økið er umleið 13.000 fermetrar til støddar og er í dag merkt av avveiting í økinum. Vátlendi eru ein týdningarmikil partur av arbeiðinum at bøta um lívmargfeldið og at minka um veðurlagsbroytingarnar, tí tey upptaka og goyma stórar nøgdir av kolevni í jørðini, og hýsa serligum plantu- og fuglasløgum, sum bert trívast í vátlendum. Lendisbati fer at gera vakstrarkanningar í økinum og fylgja við, hvussu gróðurin og upptøkan av kolevni mennist og broytist, eftir at økið er endurbøtt. Eisini fer Lendisbati at gera plantufrøðiligar kanningar fyri at eyðmerkja søguliga gróðurin í økinum.