Lendisbati
Lendisbati er ein verkætlan hjá Tjóðsavninum, ið fremur náttúruendurbøtandi átøk í Føroyum. Høvuðsátøkini vera m.a. at fyribyrgja jarðrivi, bøta um lívmargfeldið og endurbøta vátlendir til frama fyri kolevnisupptøku.
Friðing av Sanatoriinum í Hoydølum
Fornminnisnevndin hevur gjørt uppskot um friðing av Sanatoriinum í Hoydølum, sum hevur stórt mentanarsøguligt og sosialsøguligt virði.
Global Observation Research initiative In Alpine environments (GLORIA)
GLORIA (Global Observation Research initiative In Alpine environments) er ein stór langtíðar granskingarætlan, sum hevur luttakarar úr øllum heiminum.
International Tundra Experiment (ITEX)
International Tundra Experiment (ITEX) er eitt samstarv ímillum granskarar, ið hava áhuga í veðurlagsbroytingum og ávirkanina av teimum á tundra gróðurin.
Kirkjubømúrurin
Fornminnini í Kirkjubø eru tey einastu í Føroyum, sum eru stórfingin í útsjónd. Tey umboða ikki siðbundnan føroyskan byggisið, men eru merkt av sambandi teirra við norðurlendsku og alheims kirkjuna í miðøld
Hvalastøðin við Áir
Hvalastøðin við Áir er tann einasta eftir av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900. Hvalastøðin við Áir varð sett á stovn í 1905, og er tann einasta av norskum uppruna, sum enn stendur uppi á norðara hálvu.