
Fornfrøðideild
Fornfrøðideildin lýsir gerandislív og mentan føroyinga, frá landnámi og upp í nýggja tíð, út frá fornminnum á landi og á havbotninum.
Ábyrgdarøki er at fyrireika og standa fyri útgrevstri og uppmáting av toftum og fornum búplássum í Føroyum. At skráseta og kortleggja jarðføst fornminni og søgulig lendir og at hava eftirlit við fornminnum. Eisini er uppgávan at savna, skráseta, granska og miðla fornlutir.