Náttúra
Innan náttúruøkið hevur Tjóðsavnið til endamáls at granska, skjalprógva og breiða út vitan um ta livandi føroysku náttúruna í fortíð og í framtíð.
Granskingin leggur høvuðsdent á at lýsa lívfrøðiliga margfeldið, vistskipanir, og á hvønn hátt veðurlagsbroytingar og nýtsla av náttúruni broyta hesi fyribrigdi.
Á stovninum er ein virkin gransking, og miðla søvnini hesa gransking. Harumframt varðveita og próvføra søvnini okkara náttúruarv. Tey verða alsamt ment, soleiðis at tey fylgja nýggjastu flokkingum og navngávu á økinum.
Í framsýningini í Brekkutúni verða djór og plantur, sum eru fingin í samband við innsavning, sýndir fram. Harumframt eru evnisframsýningar um eitt nú hvalaveiðu.
Náttúruøkið hevur fakeindir fyri plantur, djór á landi, sjódýr og hval og kóp.