
BYGNINGADEILD
VEGLEIÐINGAR
Friðaðir bygningar í Føroyum
Tjóðsavnið hevur antikvariska umsiting av friðaðum bygningum, har ábyrgdarøkið, umframt at hava eftirlit við bygningum, eisini er at savna inn, skráseta, varðveita, granska og miðla føroyskan byggisið gjøgnum tíðina.
Niðanfyri er eitt kort yvir friðaðir bygningar í Føroyum.
Húsaskrá
Húsaskráin er í høvuðsheitinum frá 1973. Tá blivur gjørdar skrásetingar fyri eldri hús úti á bygd. Tey bestanda av einum skrásetingarkortið, har upplýsingar eru um bygningar og søguna hjá bygninginum.
Tað er ymiskt hvat er skrásett fyri hvønn bygning. Summastaðni eru nógvar upplýsingar og aðrastaðni fáar.
Í fyrsta lagi hava vit lagt skrásetingarnar út fyri Gjógv.