Dúvugarðar

Dúvugarðar í Saksun liggja sera vakurt í stórslignum landslagi. Garðurin er festigarður, sum frá gamlari tíð virðismettur til 10 merkur og 8 skinn. Garðurin ber umleið 300 áseyðir. Gomlu sethúsini og úthúsini, sum eru 200 ár og yngri, eru útisavn. 

Sethúsini

Sethúsini eru bygd í stigum. Elstu partarnir eru roykstovan (1), fjósið (2) og smáu rúmini (3-6).

Sethúsini eru bygd í stigum. Elstu partarnir eru roykstovan (1), fjósið (2) og smáu rúmini (3-6).

Innrættingin í roykstovuni er frá umleið 1820. Eldri roykstova hevur áður staðið á sama staði. Roykstovan var dagliga tilhaldsstaðið í húsunum. Har fór alt innanduraarbeiði fram. Kring grúvuna standa íløt til matgerð. Eisini eru amboð til ullarvirking og klædnarøkt, íløt, búnyttur og annað, ið nýtt varð. Tá tey ótu, sótu fólk á beinkjunum fram við bróstunum ella á krakkum við matkeraldi á knøunum. Til døgurða sótu øll um trogið og fingu sær úr tí.

Í fjósinum vóru básar til 6 neyt og 1 kálv. Tarvur varð hildin í felag við grannarnar, Um summarið gingu neytini úti alt samdøgrið. Trý ross vóru eisini, tey gingu úti alt árið.

Glasstovan (7) er bygd umleið 1900 ístaðin fyri eldri. Glasstovan varð einans nýtt til gestir og sunnu- og halgidagar. Eisini var hon sovirúm hjá bóndafólkunum. Stovan varð hitað upp av bíleggingarovni frá grúgvuni í roykstovuni. 

Umleið 1750 varð bygt uppí vestan fyri glasstovuna. Tilbygningurin hoyrdi ikki til festið, men var í ogn. Hann var til eldru bóndahjúnini, tá ið yngra ættarliðið hevði tikið við festinum. Tilbygningurin varð bygdur av nýggjum um 1900 og nýinnrættaður í 1939.

Í 1850-unum, um somu tíð, sum kirkja varð bygd í Saksun, varð bygt uppí norðanfyri (9-13). Tilbygningurin, nevndur Prestastovan, hoyrdi ikki til festið, men er ogn. Prestur gisti her, tá ið hann var í Saksnun. Kamarið (L) varð upphitað við bílegginarovni, kyndur úr fýrstaði í køki (H).

 


Samband

 

Jóhan Jógvansson, festari
Telefon: 594 455 / 422 696

duvugardar@olivant.fo
Facebook