Skráin Livandi mentan

Skráin “Livandi mentan” er ein liður í arbeiðinum við UNESCO-sáttmálanum fyri verju av siðaarvi í Føroyum. Ætlanin við skránni Livandi Mentan er at skjalfesta og sjónliggera margfeldið av siðaarvi, ið er í Føroyum.

Livandi mentan ella siðaarvur kann lýsast sum nakað, ið verður borið víðari frá ættarliði til ættarlið, og verður endurskapað av menniskjum í samspæli við náttúru, søgu og samtíð. Siðaarvur, so sum siðvenjur, ímyndir, framburðir, vitan, dugnaskapur og mentanarlig rúm, ið samfeløg, bólkar og einstaklingar viðurkenna sum part av sínum mentanararvi, kunnu verða sett í skránna. Einans siðaarvur, sum er í samsvari við galdandi mannarættindi og ber í sær virðing millum samfeløg, bólkar og einstaklingar, og sum fremur burðardygga menning, kann sambært UNESCO-sáttmálanum verða tikin við í hesa skrá.

Tað stendur øllum felagsskapum, bólkum og einstaklingum í boði at senda uppskot inn til skránna. Heinta oyðiblaðið HER.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tjóðsavnið á kristina@savn.fo ella á telefon +298 790 576



Skráin Livandi mentan

Skráin er liður í arbeiðinum við UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi.

Kunning um sáttmálan á heimasíðuni hjá UNESCO (á enskum) er her.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tjóðsavnið kristina@savn.fo ella á telefon +298 790576


Norðurlendska stevnuskráin um bátasiðvenju

Les norðurlendsku stevnuskránna um bátasiðvenju her.


Skjøl og frágreiðingar

Etiskar meginreglur til verju av siðaarvinum pdf

Sáttmálin um verju av siðaarvi pdf

Nýtslureglugerð til at seta í verk sáttmálan um verju av siðaarvi pdf

Frágreiðing um UNESCO-sáttmálan um siðaarv í Føroyum pdf

Frágreiðing frá tiltakinum: Føroyski báturin - bátasmíð, siðir og brúk pdf

Norðurlendska stevnuskráin um bátasiðvenju pdf


Send uppskot um siðaarv til skránna

Feløg, einstaklingar og stovnar kunnu senda uppskot um siðaarv, ið tey útinna, til skránna Livandi mentan.

Heinta oyðublað her


Samband