PLANTUFRØÐILIGI URTAGARÐURIN
Líka síðan víðagitni svenski náttúrufrøðingurin Carl von Linné (1707-1778) kom við vísindaligu navnagávuni av sløgum av lívverum og navngav eina ørgrynnu av dýrum og plantum sjálvur, eru urtagarðar við navngivnum plantum stað- og stovnsettir um allan heim
Endamálið, at vísa fram plantur fyri almenningi og skúlum, hevur verið tað sama síðani; at vísa fram lív frøðiliga margfeldi av plantum fyri almenninginum. Annað endamálið er vorðið meira viðkomandi seinnu árini, at varðveita fjøltáttaða arvfeingið í náttúruni í tryggum urtagarðsumstøðum til okkara eftirkomarar, nú nógv av sløgunum hvørva úr náttúruni.
URTAGARÐURIN Í HOYVÍK
Statens Forsøgsvirksomhed byrjaði í 1920 landbúnaðarroyndarvirksemi í Hoyvík. Reyðmálaðu bygningarnir eru upprunaliga bygdir til virksemið hjá royndarstøðini og hýsa í dag fyrisiting Tjóðsavnsins. Tríggir urtagarðar vórðu tá eisini gróðursettir: ein í Kúrdali, ein kring sethúsini og hesin oman móti Hoyvíkini. Ivasamt er, hvønn leiklut urtagarðarnir høvdu við virksemið á royndarstøðini, tí urtagarðarnir vórðu mest nýttir til prýðisplantur. Tá royndarvirksemið helt uppat í 80árunum, fullu urtagarðarnir í órøkt, og hava seinastu árini ligið fjaldir undir runninum, spanskt hindber. Runnarnir eru nú burturbeindir og urtagarðurin endurnýttur at sýna fram føroyskar plantur. Upprunaliga lá urtagarðurin á Debesartrøð, men í 2020 var hann fluttur niðan til Hoyvíkar, har Tjóðsavnið frammanundan hevur nógv virksemi. Í løtuni eru uml. 200 plantur í og frammanfyri urtagarðin.
MJÚK RÓSA KOM ÚR HALDÓRSVÍK
Bæði kanningar av gomlum sáðkornum og eldri skrásetingar, eru prógv um, at vill rósa hevur vaksið vill í Føroyum. Ein av hesum rósunum vaks við Kluftá í Haldórsvík. Eitt summar tíðliga í 1970 ́unum var ein setkvistur av rósuni tikin og plantaður í urtagarðin á savninum, sum lá á Debesartrøð. Rósan er eisini at finna í nýggja urtagarðinum í Hoyvík, meðan villa rósan í Haldórsvík er horvin úr náttúruni í Føroyum. Allarhelst er orsøkin broytingar í landbúnaðinum á staðnum, ið hava havt við sær ov nógv bit alt árið á staðnum, har hon upprunaliga vaks.
GRÓÐURIN Í FØROYUM
Gróðurin í Føroyum er nógv merktur av biti. Størstu víddirnar uttangarðs eru ymisk plantusamfeløg, har gras sløg eru ráðandi saman við ymiskum blómuplantum. Tað eru 44 sløg úr grasættini Poaceae í Føroyum. Av teimum hava vit 8 í urtagarðinum. Í mýrigrasættini eru 25 sløg í Føroyum. Í urtagarðinum er m.a. sjáldsami Lyngbye størurin Carex Lyngbye og eyðkennisplantan fyri mýrilendini í Føroyum mýrifípa Eriophorum angustifolium. Blómuplantur eru bæði tvínælingar og einnælingar hóast grøs og mýrigrøs ikki hava eyðsýndar litfagrar blómur. Mækja Iris Pseudacorus og grønlig barnarót Coeloglossum viride eru dømi um ein nælingar við eyðsýndum blómum. Báðar eru í urtagarðinum umframt ør grynna av øðrum plantum – einamest tvínælingar.