Djór í sjónum
Søvnini, sum fakeindin fyri djór í sjónum varðar av, fevna um lívfrøðilig sløg, sýni og vísindaliga grundaðar skrásetingar av djóralívi í sjónum, so sum sýni av djórum á havbotni, fiskar, útstappað sjósúgdjór og beinagrindir.
Uppgávan hjá djórasavninum er at savna inn, skráseta, varðveita, granska og miðla djóralívið í Føroyum, bæði í sambandi við flokkanarfrøði og vistfrøði.
Greinar
Um vikuskifti løgdu fólk til merkis, at ein deyður hvalur lá í fjøruni beint sunnanfyri Grønadam. Hetta var ein fimm metur langur døglingur, sum eftir øllum at døma hevði verið deyður eina tíð.
Í august í ár fór GLObecc-verkætlanin av bakkastokki undir leiðslu av Amandu Vang, deildarleiðara á Firum. GLObecc er stytting fyri: Gelatinous Lifeforms in Faroese waters: Biodiversity, Regional Connectivity, and Capacity building.
Júst nú ber til at síggja tvær av okkara størstu hvalspýggjum. Best at lata tær fáa frið, og bert njóta teirra ótrúliga vakurleika, uttan at nerta við. Báðar brenna illa, og um illa vil til kann verða neyðugt at leita sær hjálp hjá lækna fyri at fáa linna. Trevsurnar kunnu verða fleiri metrar langar.
Hvalspýggjurnar, sum skolaðu upp í Koltri, hava fingið føroyskt navn
Herfyri skolaðu einar hálvthundrað hvalspýggjur upp á vakra sandin í Koltri. Hetta var ikki tað vanliga slagið, men eitt heldur óvanligt slag um okkara leiðir.
Í summar hava tríggir døglingar verið at sæð tætt at landi. Fyrst vóru teir á Skálafirði nakrar dagar, men nú hava teir ligið í Kaldbaksbotni yvir ein mánað. Men hvør er hesin forkunnugi summargestur, og hvussu ber tað til, at hann vitjar so leingi?
Eftir áhaldandi eysturætt í nakrar dagar sást eitthvørt vera skolað upp á sandin í Kaldbaksbotni fríggjadagin 24. mars. Tað vísti seg at vera ein nísuhvølpur, okkurt um 60-70 cm langur.
Hóast sløgini í nevhvalaættini (Ziphiidae) telja 22-23, eru fleiri av sløgunum ikki væl kend, og einans fimm eru skrásett í føroyskum sjóøki
Mánadagin var sjáldsamur gestur í Svínáum, tá ein granarkópur svam í sjónum inni við land.
Sjódjóradeildin á Tjóðsavninum hevur luttikið í stórari fleirtjóða verkætlan um at brúka trolhjáveiðu sum fyrisitingarligt amboð til verju av verndarverdum økjum á havbotninum í norðurpólshøvum
Nýggj belgisk vísindagrein um ávís gággusløg í Føroyum lýsir týdningin av, at vísindastovnar hava søvn