Útisavnið í Hoyvík
Hoyvíksgarður liggur í vøkrum gomlum landslagi stutt út miðbýnum í Havn. Har ber til uppliva ein gamlan føroyskan garð við sethúsum og úthúsum. Søgn er, at sethúsini upprunaliga stóðu í Kúrdali, men at bóndin, sum festi í 1722, flutti tey oman hagar, tey nú standa.
Hoyvíksgarður varð virðismettur til 12 merkur uttangarðs og 18 merkur innangarðs. Garðurin bar 440 áseyðir.
Úthús og umhvørvi
Fyrst í 1800-árunum hevði festigarðurin 308 áseyðir, 7 mjólkikýr, 1 fýramannafar og 1 áttamannafar. Uppsitaragarðurin hevði 180 áseyðir, 5 mjólkikýr og 1 fýramannafar. Úthúsini standa á heimrustini og niðan í geilina, fjós, hjallar, hoyggjhús o.s.fr. Í Kúrdali var vatnmylla. Geilin gongur frá henni niðan gjøgnum bøin. Neytini vórðu rikin gjøgnum geilina niðan í hagan.
Í 1810 varð garðurin býttur í tvey festi, har fútin hevði annað í løn. Fútahúsini stóðu beint eystanfyri hesi húsini og vórðu niðurtikin í 1920, tá tann parturin av garðinum varð gjørdur til royndarstøð. Í 1810 vóru 10 fólk í húsi hjá bóndanum og 6 fólk hjá uppsitara fútans.
Sethúsini
Sethúsini eru í dag innrættað sum umleið í 1920. Eystari partur av húsunum var í festi, og vestari partur í ogn. Ognarparturin var til eldru bóndahjúnini, tá ið yngra ættarliðið hevði tikið við festinum.
Roykstovan var arbeiðs- og uppihaldsrúmið á garðinum. Her varð matur gjørdur, ull virkað, seyður flettur og mangt annað. Her savnaðist fólkið á garðinum um kvøldanar at siga frá søgum, kvøða og hugna sær.
Túrurin byrjar við QR kotum
QR-kotur er ein máti at geva tí vitjandi upplýsingar um eitthvørt. Við snildtelefon ber til at hoyra søgubrotini, sum verða lisin upp um Hoyvíksgarð.
QR-kotur eru settar á gonguleiðina frá skeltinum uppi við vegin og oman á garðin. Tað er tó ikki neyðugt at ganga júst hesa leiðina, tí koturnar eru ikki tengdar at hvørji aðrari.
13 QR-kotur er á strekkinum og til hvørja kotu eru myndir, tekstur og ljóðbrot.
Vitja plantufrøðiliga urtagarðin
1. mai - 30. SEPTEMBER
Mánadag - sunnudag
kl. 10 - 17
Kúrdalsvegur 16
Hoyvík
Telefon 340 500
savn@savn.fo