Fráboða lutir og myndir
Tjóðsavnið tekur fegið ímóti gripum og øðrum tilfari frá privatpersónum, sum vit meta vera viðkomandi til lýsing av mentanarsøgu Føroya.
Tá vit fáa eitt tilboð um avhending til savnið, kanna vit, um savnið eigur hetta frammanundan og um tað hóskar til okkara samling. Valið verður gjørt við støði í søgufakligum metingum, sum stovnurin ger í hvørjum einstøkum føri.
Viðgerðin kann taka upp til 10 arbeiðsdagar. Tað ber ikki til at koma á savnið við lutum uttan avtalu við avvarðandi savnvørð.
Tað hevur týdning at kenna søguna hjá lutum og søguligum tilfari, ið verða latin savninum. Dentur verður lagdur á at kunna siga søguna um tað, sum verður latið okkum.
Lutir:
Hvat er hetta fyri ein lutur?
Hvaðani kemur luturin?
Hvør hevur átt og brúkt hann og til hvat?
Nær hevur hann verið í brúki (ár)?
Hvussu er luturin endaður hjá avhendaranum?
Hvussu stórur er luturin (hædd og breidd)?
Eina mynd at lutinum.
Myndir:
Hvør hevur tikið myndirnar (fotografurin)?
Frágreiðing um fotografin.
Myndevni, árstøl.
Hvussu hevur avhendarin fingið hetta myndasavnið til ognar?
Hvussu nógv fyllir myndasavnið í vavi og hvat medium er talan um?
Hesar upplýsingar skulu sendast savninum á savn@savn.fo. Út frá givnu upplýsingum meta vit, um luturin skal vera partur av samlingum okkara.
Um tú ikki hevur teldupost, ella ert í iva um eitthvørt, kanst tú venda tær til okkara á tlf. 340 500.
TREYTIR
Tikið verður ikki ímóti lutum at hava í varðveitslu uttan ognarrætt. Lutir, ið verða latnir savninum, verða latnir til ognar við øllum rættindum tilskilaðum (sambært lóg um upphavsrætt). Hetta er grundað á, at tað almenna við gávuni bindur seg til at varðveita tað, sum tikið verður ímóti, og harvið bindur seg til at gera íløgu í varðveitsluuppgávuna.
Lutir, ið savnið tekur ímóti, verða innskrivaðir í samlingina hjá savninum við øllum viðkomandi upplýsingum. Lutirnir kunnu einans verða útskrivaðir aftur við góðkenning frá avvarðandi landsstýrisfólki. Tað vil siga, at tað ikki ber til at fáa lutin aftur.