Endamál
Tjóðsavnið skal leggja lunnar undir samfelagsmenning, ið er grundað á vitan og søgu. Við gransking og miðlan veita vit kunnleika um tíð, samleika, siðir og náttúru. Við upplýsing og upplivingum skapa vit vitan fyri leik og lærd.
Tjóðsavnið heldur til ymsastaðni í Suðurstreymi: Í Kaldbak, á Debesartrøð og í ymsum húsum í Hoyvík.
Setningur
Fyri at røkka endamáli stovnsins skal savnið savna inn, skráseta, varðveita og granska í náttúru- og mentanarvirðum landsins. Savnið skal fremja upplýsing og útbúgving innan mentan og náttúru, so stuðlað verður undir samfelagsmenningini, samstundis sum savnið vegna landið umsitir lóggávu og stuðulsskipanir á økinum. Savnið skal miðla arbeiðið á stovninum gjøgnum útgávur, framsýningar, tiltøk og undirvísing fyri ung og gomul.
MENTAN
Náttúra
Bygnaður
Tjóðsavnið er skipað í 4 høvuðs virksemisøki: Náttúra, mentan, miðlan og fyrisiting. Hesi øki arbeiða í toymum við stjóranum sum toymisleiðara. Hóast hetta uppbýti, arbeiða toymini til dagligt við tvørgangandi uppgávum og verkætlanum.
Trý serøki eru á náttúruøkinum og trý á mentanarøkinum. Á náttúruøkinum eru tey: Plantudeild, djór á landi og djór í sjónum. Á mentanarøkinum eru tey: Fornfrøði, fólkalívsfrøði og bygningadeild. Ein savnsvørður er leiðari fyri hvørt av hesum økjum.
Miðlanarøkið verður røkt av savnsvørði og savnslærarum.
Tjóðsavnið varðar av nøkrum verkætlanum við serligari játtan, hesar eru: Koltursætlanin, Hvalastøðin við Áir og Kirkjubømúrurin.
Plantudeild
Fornfrøðideild
Djór á landi
Bygningadeild
Djór í Sjónum
Fólkalívsdeild
Lógir og kunngerðir
Tjóðsavnið virkar eftir hesum lógum og kunngerðum.
FRIÐING, VERND, LOYVISGEVING, STUÐUL