Lendisbati er ein verkætlan hjá Tjóðsavninum, ið fremur náttúruendurbøtandi átøk í Føroyum. Høvuðsátøkini vera m.a. at fyribyrgja jarðrivi, bøta um lívmargfeldið og endurbøta mó- og vátlendir til frama fyri kolevnisupptøku.

Føroyska náttúran er viðbrekin. Leivdir av torvskurði síggjast sum sár í lendinum, og jarðriv eru ein vanlig sjón. Harðbalna veðurlagið ger somuleiðis, at lendið er undir áhaldandi trýsti. Hóast vit menniskju altíð hava verið sera tengd at náttúruni, hava vit ikki altíð sýnt virðing og havt fyrilit fyri, hvat náttúrutilfeingið tolir. Djóra- og plantulív eru í vanda, tí menniskjaliga virksemið ofta ikki tekur atlit til náttúruna. Eisini eru veðurlagsbroytingar eitt varandi fyribrigdi, og trýstið á náttúruna hevur tí ongantíð verið størri, enn tað er nú. Endamálið við átøkunum hjá Lendisbata er at bøta um hesi náttúruviðurskifti. Átøkini hjá Lendisbata eru eitt tilboð til óðals- og festibøndur og aðrar jarðareigarar, sum sjálvbodnir leggja lendi til átøkini. Øll átøk verða gjørd í tøttum samstarvi við jarðareigararnar og -leigarar, sum kenna øki síni best og tí koma við góðum ráðum, og í fleiri førum luttaka beinleiðis í arbeiðinum.

Átøkini verða fíggjað uttanífrá, men Tjóðsavnið umsitur hetta uttan kostnað. Hetta merkir, at allur stuðul fer beinleiðis til átøkini.


Nýtt um Lendisbata


Um búmerkið

Jón Sonni Jensen, listamaður, sigur soleiðis um búmerkið hjá Lendisbata: Búmerkið tekur nágreiniligt støði í virkseminum hjá Lendisbata. Eitt runt skap, sum leiðir tankarnar til eina ringrás. Í rundinginum hómast ein geologiskur tvørskurður. Ovari parturin - í grønum - sipar til lendi, fjøll, og jarðarfláir. Niðari partur - í svørtum - sipar til røtur og tað, sum hendir undir fløtuni. Tilsipingin til røtur hevur eisini konseptuellan týdning til virksemið, tá hetta snýr seg um at ‘koma aftur til røturnar og upprunan’. Ongar linjur eru beinar, og ger hetta búmerkið dynamiskt og rørslumikið. Skriftin er bleyt, avrundað og organisk, men er tó týðilig og løtt at lesa. Tjúkdin av linjunum er tann sama í bæði teksti og búmerki, sum gevur heildini góða javnvág. Støddin og staðsetingin av búmerkinum í mun til navnið hevur eisini týdning. Búmerkið er sett soleiðis, at tað undirstrikar kjarnuna í virkseminum. Merkið sveimar yvir og hevur somu breidd sum orðið BATI. Lendisbati takkar Jón Sonna Jensen fyri vakra búmerkið.


Stuðlar

  • Norðurlendska ráðharraráðið

  • Aage V. Jensens Fonde

Jarðareigarar

  • Bjørn Kalsø - Blankskálagarður

  • Kristin Wilhelmsen - Stóri Ryggur

  • Jákup Kristian Bærentsen - Uttari Sundshagi

  • Pætur Bærentsen - Innari Sundshagi

Stovnar

  • Miðnám Vestmanna

  • Landgræðslan  (Ísland)

  • NIBIO (Norra)

  • Gróðurstøðin í Hoydølum

Skúlar

  • Miðnám Vestmanna

  • Fróðskaparsetur Føroya


Samband