Til stuðlar

Tað ber til at stuðla Lendisbata fíggjarliga og soleiðis vera við til at tryggja náttúruni bestu karmarnar. Allur stuðulin til Lendisbata fer til fígging av endurbøtandi átøkum, arbeiðsmegi, ráðgeving frá bóndum og øðrum serfrøðingum, tilfar til endurbøting o.a.

Stuðlar tú Lendisbata, ert tú við til at skapa betri umstøður hjá lívmargfeldinum í føroysku náttúruni. Í allari tilgongdini kanst tú fylgja við, gera mun og síggja tann munin við egnum eygum.

Tú stuðlar einum náttúruátaki í Føroyum til frama fyri øllum lívi og til gleði fyri øll menniskju. Tú tryggjar komandi ættarliðum eina tryggari framtíð, gevur teimum møguleika at uppliva eina sterka upprunanáttúru í Føroyum. Við tíðini fer kolevnið at binda seg aftur í lendini og kolevnisupptøkan at hækka. Soleiðis ert tú eisini við til at minka um títt útlát og gera eina íløgu í eina burðardyggari framtíð.

Hvønn dag taka vit náttúruna upp í alt, sum vit gera. Tað eigur tí at vera ein felags ábyrgd at fremja átøk, sum raðfesta og fáa náttúruna at trívast.

Lendisbati er til reiðar at gera okkara saman við jarðareigarum og festarum. Vit hava breitt samstarv við bøndur, sum síggja ágóðarnar og fyrimunirnar við átøkunum. Hetta eru átøk, sum krevja nógvar hendur, og tað er eisini soleiðis, Lendisbati vil arbeiða – saman um náttúruna.


Samband