Skráin Livandi mentan

Livandi mentan ella siðaarvur kann lýsast sum nakað, sum verður borið víðari frá ættarlið til ættarlið, og verður endurskapt av menniskjum í samspæl við náttúru, søgu og samtíð. Ætlanin við skránni Livandi Mentan er at vísa á tað ríkidømi og margfeldi av siðaarvi, ið er í Føroyum.

UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi kom í gildi í Føroyum 1. oktober 2018. Endamálið við UNESCO sáttmálanum er at lata upp fyri, at fólk í øllum heiminum kunnu seta orð á sín egna siðaarv, og á tann hátt tryggja, at siðaarvurin ikki verður gloymdur, men kann verða førdur víðari til komandi ættarlið.

Við at taka undir við UNESCO sáttmálanum hava Føroyar bundið seg til at virka fyri, at siðaarvurin kann hava sítt livandi virki í samfelagnum, at vitanin um siðaarvin verður varðveitt, og at skráseting, gransking og útbúgving verður framd á økinum.

Siðaarvur, so sum siðvenjur, ímyndir, framburðir, vitan, dugnaskapur, eins og tól, lutir, gripir og mentanarlig rúm, ið hava tilknýti til siðaarvin, og sum samfeløg, bólkar og í einstøkum førum einstaklingar viðurkenna sum part av sínum mentanararvi, kunnu verða sett í skránna. Einans siðaarvur, sum er í tráð við galdandi mannarættindi og ber í sær virðing millum samfeløg, bólkar og einstaklingar, og sum fremur burðardygga menning, kann sambært UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi verða tikin við í hesa skrá.

Bátasmíð, føroyskur dansur og kvæði, virking av ull, umframt siðir, ið eru knýttir at serstaka føroyska matinum eru uppløgd evni at taka við í skránna, men eisini annað, so sum felagssangur, bindiklubbar og føstulávintshald, kann verða skrásett sum siðaarvur og partur av livandi mentanini í Føroyum.

Tað stendur øllum í boði at senda Tjóðsavninum uppskot um evni at seta í skránna.



Skráin Livandi mentan

Skráin er liður í arbeiðinum við UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi.

Kunning um sáttmálan á heimasíðuni hjá UNESCO (á enskum) er her.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tjóðsavnið kristina@savn.fo ella á telefon +298 790576


Norðurlendska stevnuskráin um bátasiðvenju

Les norðurlendsku stevnuskránna um bátasiðvenju her.


Skjøl og frágreiðingar

Etiskar meginreglur til verju av siðaarvinum pdf

Sáttmálin um verju av siðaarvi pdf

Nýtslureglugerð til at seta í verk sáttmálan um verju av siðaarvi pdf

Frágreiðing um UNESCO-sáttmálan um siðaarv í Føroyum pdf

Frágreiðing frá tiltakinum: Føroyski báturin - bátasmíð, siðir og brúk pdf

Norðurlendska stevnuskráin um bátasiðvenju pdf


Send uppskot um siðaarv til skránna

Feløg, einstaklingar og stovnar kunnu senda uppskot um siðaarv, ið tey útinna, til skránna Livandi mentan.

Heinta oyðublað her


Samband