Mentan og náttúra

Føst framsýning um føroyska náttúru- og mentanarsøgu við tættum úr jarðfrøðini, plantufrøðini, sjódýrafrøðini, landdjórafrøðini, fornfrøðini, fólkalívi og nýggjari søgu. Framsýningin vísur tað týdningarmesta og mest grundleggjandi, vit hava, sum vit eiga í felag, og sum vit skulu umsita og røkja, nevniliga náttúru- og mentanararv landsins.

Í framsýningini er náttúrusøgan og mentanarsøgan flættaðar saman. Einki í náttúruni stendur stilt, og einki í mentanini stendur í stað. Náttúran ávirkar mentanina, og mentanin ávirkar náttúruna. Nýggj vitan og vísindalig úrslit daga undan, og tí er framsýningin ein tilgongd. 


Ull er Føroya gull

Fylg søguliga tráðnum

Fylg ullini frá fyrsta seyðalortinum til vovin segl frá víkingatíð. Kom inn í stovuna til bindiklubban, sum bindur aldargomlu bindingarmynstrini og síggj føroyska sniðgávu valsa eftir kettugongdini í Tokyo.

Vælkomin til bindandi søguna um okkara livandi siðaarv - ull og binding í Føroyum.


Vitja Hoyvíksgarð um summari


HENT AT VITA

Her finnur tú ofta settir spurningar, praktiska kunning og annað hent at hjálpa tær at leggja tína vitjan til rættis á Tjóðsavninum.

Hevur tú onkran spurning tú ikki fann svari til her? Skriva okkum ein teldupost á savn@savn ella ring á tlf. 340 500

  • Tú sært, nær vit hava opið, her.

    Les meira um framsýningarnar á Tjóðsavninum.

  • Adressan hjá savninum er:

    Brekkutún 6
    188 Hoyvík

    Ivast tú í nøkrum, kanst tú ringja ella skriva til okkum á tlf. 340 500 / savn@savn.fo

  • Tjóðsavnið hevur fleiri parkeringspláss uttan fyri bygningin. Tey eru eyðmerkt við skeltum hjá savninum.

    Parkering er ókeypis.

  • 1’arin og 3’arin koyra til Tjóðsavnið. Steðgistaði er uttanfyri MBM.

    Hygg á bussleiðina fyri at vita, nær bussurin koyrir.

  • Eingin matstova er á Tjóðsavninum.

    Tað ber til at taka matpakka við á savnið og eta hann á frámerktum øki. “Glasstovan” er høli, ið er gjørd til at njóta mat og drekka í. Um veðrið er gott, kann man seta seg út á terrassuna.

    Til ber at keypa kaffi, te og kakao úr okkara kaffimaskinu í Glasstovuni, og okkurt góðgæti kann keypast úr savnsbúðini.

  • Tú kanst gott taka taskur og annað við inn á savnið. Stórar taskur skulu tó ikki við inn í framsýningina. Í gongini er eitt ókeypis garderobuskáp, ið kann læsast, sum tú kann nýta, meðan tú vitjar.

    Størri skúlaflokkar verða bidnir um at lata skúlataskur og annað liggja í gongini, meðan vitjað verður.

  • Ja. Fyri at fáa eina rundvísing er neyðugt at bíleggja áðrenn. Set teg í samband við Tórarinn á Rípuni / +298 790 554 ella skriva til savn@savn.fo og bílegg eina rundvísing eftir egnum ynski.

    Tú kanst kanna prísir fyri rundvísing her.

  • Ja, tað kanst tú. Tjóðsavnið eigur eisini tveir klappvognar sum tú er vælkomin at læna, meðan tú vitjar.

    Eitt skiftiborð er inni á vesinum.

  • Ja. Tað er ókeypis atgongd fyri tann ið hevur fylgjarakort. Kortið skal vísast í móttøkuni, tá ið tú vitjar savnið.

  • Ja. Tú kanst vitja alt savnið við koyristóli. Savnið er í tveimum hæddum, so neyðugt er at fara í lyftu fyri at koma til niðaru hæddina.

    Tað er eisini møguligt at læna ein koyristól ella eitt gangistativ. Fyri at tryggja tær atgongd til antin koyristól ella gangistativ, skriva ein mail til savn@savn.fo og bílegg ynskta hjálpartólið, áðrenn tú kemur á vitjan.

  • Førarahundar eru vælkomnir á Tjóðsavnið.

  • Nei, tað er ikki loyvt at hava djór við inn á savnið, undantikið førarahundar.

  • Ja. Okkara wifi eitur Tjóðsavnið - tøppa inn kotuna tjodsavnid og fá fría atgongd.

  • Ja, tað er loyvt at bæði taka myndir og video á Tjóðsavninum.

    Tá ið tú tekur myndir, minst til hesar leiðreglur:

    • Myndir og video skula vera til privat brúk (t.d. feriumyndir, myndir tú koyrir á sosialar miðlar, o.s.fr.)

    • Myndirnar mugu ikki takast við blitsi.

    • Tú skalt ikki órógva aðrar savnsgestir, tá ið tú tekur myndir ella filmar.

    • Tú skalt gera eftir boðum frá savnsvaktunum.

    Myndir og filmar tikin við tí í hyggju at brúka kommersielt kunna verða loyvd eftir avtalu við Rannvá Winkler / +298 790 575


Tíðarskeiðið 1. mai - 30. septembur

Mánadag - sunnudag
kl. 10 - 17

Tíðarskeiðið 1. oktobur - 30. apríl

hósdag - sunnudag
kl. 13 - 17

Brekkutún 6
188 Hoyvík
Telefon 318 076
savn@savn.fo

 

savnsbúðin

Tjóðsavnið hevur spennandi sølubúð í Brekkutúni 6, har framsýning savnsins er, við einum úrvali sum endurspeglar framsýningina og virksemi okkara. 

Umframt sølulutir, sum vanliga eru at síggja í flest øllum savnssølubúðum, er eisini eitt fitt úrval av serframleiddum lutum, sum bert fáast her. Í sølubúðini ber til at keypa serstakar príðis- og gávulutir, seyðaskinn, bøkur og plakatir, umframt smærri tinganest til børn og vaksin.

Sølubúðin er opin tá ið savnið er opið.