Felagssangur
Skráin Livandi mentan
Felagssangur
Felagssangur er, tá fólk koma saman og syngja. Sangurin kann vera høvuðsendamálið, men hann kann eisini vera ein partur av formligum og óformligum høvum. Nógvir teir somu sangirnir ganga aftur í sangheftunum, og hesir sangir eru ein óskrivaður partur av einum óalment, viðurkendum sangúrvali. Felagssangur finst nógva staðni í heiminum í størri ella minni mun, men serstakt í Føroyum er, at hann verður útintur í nógvum samanhangum.
Hvussu verður livandi mentanin útint?
Felagssangur er grundaður á luttøku. Í mun til eitt nú konsertir, har greitt býti er millum framførandi og áhoyrarar, byggir felagssangur á luttøku, har øll hava møguleika at taka lut.
Siðaarvurin verður útintur við at fólk syngja sangir saman. Ein óskrivað semja er um, at sangirnir, ið verða sungnir, eru verdir at syngja saman. Tað er eitt ávíst úrval av sangum, sum eru valdir til; allarhelst tí at teir hóska seg væl sum felagssangir. Nógvir føroyskir sangir eru viðurkendir sum partur av sangúrvalinum til felagssang, og sangir á øðrum norðurlendskum málum og á enskum hava eisini slíka støðu.
Felagssangur verður sungin bæði í formligum og óformligum samanhangum. Til formlig høvi er oftast eitt sanghefti ella sangbók at syngja úr. Til dømis til prógvhandan ella tá skúlarnir byrja, er siðvenja at syngja felagssang. Brúdleyp, midnáttarsangurin á ólavsøku, føðingardagar, morgunsangur í skúlum og serligar veitslur eru dømi um meira formlig høvi.
Óformlig høvi er spontanur felagssangur t.d. til veitslur, tá onkur tekur ein gittara ella eina harmoniku fram og fólk fara at syngja.
Søga og bakgrund
Sangur av onkrum slagi hevur í øldir ljómað í Føroyum, eitt nú føroyski dansurin og kvæðini í dansistovum og sálmasangur í kirkjuni. Felagssangur uttan fyri dansistovu og kirkjugátt er tó eitt modernað fyribrigdi, ið vann hevd í 20. øld.
Sangur í skúlanum hevur havt týdning fyri felagssangin. Eitt tað fyrsta, vit vita um sang í skúlanum, er úr dagbókini hjá Carl Julian Graba frá 1828, tá hann vitjar Havnar skúla. Her greiðir hann frá, at børnini eru væl fyri í ymsum evnum, og m.a. skrivar hann, at børnini syngja væl og hava góða takt. Í somu dagbók skrivar hann, at hann m.a. hoyrdi nakrar róðrarmenn syngja sálmar (Kingosálmar), og at hetta ljóðaði andskræmiligt í hansara oyrum. Altso kunnu vit ganga út frá, at tað var sangur av tí evropeiska og borgarliga slagnum, ið Graba hoyrdi henda dagin í Havnar skúla.
Seinni kom miðvís sangundirvísing inn í skúlarnar. Læraraskúlin byrjaði í 1870, og sangur var partur av undirvísingini frá byrjan. Frá 1907 var eisini undirvíst í orgulspæli. Jógvan Waagstein var lærari, fjøllistafólk, tónaskald, organistur o.m.a. Í 1903 gjørdist hann lærari og organistur í Havn, og hann staðfesti at har var onki tilfar á føroyskum. Til tess at tryggja góðan sang í skúlanum á føroyskum máli tók hann stig til at útgeva Sangbók Føroya Skúla í 1906. Nú var ein sangbók við einum úrvali av sangum, ið til bar at syngja burturúr. Songbók Føroya Fólks kom út í 1913 við einum breiðari úrvali.
Háskúlarørslan í Norðurlondum hevði eisini týdning fyri menningina av bæði fosturlandsskaldskapi, fólksligum bókmentum og felagssangi. Føroyingar vóru á fyrsta sinni á háskúla í Danmark í 1873, og í 1899 tóku Símun av Skarði (1872-1942) og Rasmus Rasmussen (1871-1962) stig til at stovna Føroya Fólkaháskúla.
Vaksandi felagssangurin skal síggjast í kjalarvørrinum á tjóðskaparvekingini, sum er í hesum tíðarskeiðinum. Við tjóðskaparrørsluni veksur tørvurin á nýggjum sangum at syngja í felag. At syngja fosturlandssangir saman var savnandi fyri tjóðina. Fosturlandssangirnir vóru yrktir á føroyskum máli. Tey fyrstu árini vóru nógv skandinavisk standardløg nýtt til sangirnar. Tað vóru sangtónaskøldini Jógvan Waagstein (1879-1949), Petur Alberg (1885-1940), Óli Jákup Hansen (1885-1964), Hans Jacob Højgaard (1904-1992) og Regin Dahl (1918-2007), ið byrjaðu at smíða nýggj føroysk løg til sangirnar.
Tað eru nógv fólk í Føroyum, sum hoyra til kirkjur og samkomur, og har verður eisini nógv sungið. Vekingarrørslurnar hava havt sína ávirkan á felagssangin, og hava í tíðarskeiðum verið frammanfyri kirkjurnar, tá tað snýr seg um at framleiða føroyskt tilfar at syngja.
Miðlan og frásøgn
Hesin siðaarvurin verður borin víðari við at fólk koma saman og syngja, og at yngri ættarlið á henda hátt vaksa upp við felagssangi. Skúlin spælir ein serstakan leiklut í hesum høpi, tí í skúlanum fáa øll møguleikan at uppliva og taka lut í felagssangi. Eisini tey, ið ikki syngja í øðrum samanhangum. Felagssangur verður tí borin víðari í skúlanum, eitt nú við morgunsangi og øðrum sangi. Hetta fer fram í einstøku lærugreinunum og í teimum tvørfakligu og felags samanhangum, ið eru partur av skúladegnum. Dømi eru eisini um, at undirvíst hevur verið í felagssangi í eitt nú kvøldskúlahøpi. Felagssangur verður eisini staðfestur sum eitt týdningarmikið fyribrigdi við midnáttarsanginum á ólavsøku og við felagssanginum í sjónvarpinum gamlaárskvøld. Tó er felagssangur fyrst og fremst treytaður av, at fólk flest taka undir við honum og syngja við, tá sungið verður.
Støðan í framtíðini
Siðaarvurin er ikki í bráðfeingis vanda fyri at hvørva. Fyri at varðveita felagssangin, er tað týdningarmikið at vit taka okkum tíð at syngja saman og halda fast við hesa siðvenju.
Nógvir sangir hóska seg til felagssang og eru vorðnir sjálvsagdur partur av sangúrvalinum. Tað er tó ikki ein sjálvfylgja, at sangirnir, ið verða útvaldir at syngja, eru kendir av øllum. Samfelagið broytist og summir sangir kunnu gerast óviðkomandi at syngja. Eitt væleydnað sanghefti er mangan ein blandingur av kendum sangum og óvæntaðum sangum.
Sangirnir, ið vera valdir, hava týdning. Tað eru ikki allir sangir, ið hóska seg til felagssang. Summir sangir kunnu vera ov tungir ella ringir at syngja í felag. Eitt eyðkenni við viðurkendum felagssangum er, at teir hóska seg væl at syngja í felag. Eitt nú vóru fosturlandssangir smíðaðir til felagssang fyri at savna tjóðina undir tjóðskaparvekingini. Jólasangir eru eisini, ið hóska seg til felagssang yvir fleiri ættarlið.
Mangan eru nýggir sangir, sum tónasmiðir og sangskrivarar framleiða nú á døgum, ikki gjørdir til felagssang, men venda sær heldur til altjóða marknaðin ella endurspegla tey populertónleikaligu rák, ið eru frammi í tíðini. Dømi hava kortini verið um vælumtóktar tónleikabólkar, ið hava skrivað sangir, ið hóska seg væl til felagssang. T.d. Frændur og Vestmenn, hvørs sangir frá áttatiárunum mangan eru at finna í sangheftum, og at hoyra, tá fólk syngja saman.
Tey, ið útinna livandi mentanina og sum hava vitan um siðaarvin
Felagssangur er í stóran mun fólkslig vitan. Tey eru mong, ið taka lut í felagssangi. Háskúlarørslan hevur spælt og spælir enn ein stóran leiklut fyri felagssang. Fólkaskúlin hevur ein stóran týdning í at føra siðvenjuna víðari til yngri ættarlið. Felagssangur verður sum áður nevnt sungin bæði í formligum og óformligum samanhangum. Til formlig høvi er oftast eitt sanghefti ella sangbók at syngja úr. Dømi um formlig høvi eru prógvhandanir ella tá skúlarnir byrja. Onnur formlig høvi, har felagssangur verður sungin, eru brúdleyp, midnáttarsangurin á ólavsøku, felagssangurin í sjónvarpinum á nýggjárinum, føðingardagar, morgunsangur í skúlum og serligar veitslur. Óformlig høvi er spontanur felagssangur t.d. til veitslur, tá onkur tekur ein gittara ella eina harmoniku fram og fólk fara at syngja.
Úrval av bókmentum
Clausen, M. (2014). Føroya ljóð – Sound of the Faroes, Tórshavn: Stiðin.
Graba, C. J. (1828). Dagbók í árinum 1828 skrivað á eini ferð til Føroya, Bókagarður (útgivin 1987), Eyðun Winther týddi.
Eysturstein, K. H. (2018). „Tónar av manna munni – um tað siðbundna í samtíðini“, Frændafundur 9, Reykjavík: Hugvísindastofnun pp. 199–210.
Eysturstein, K. H. (2019). Heimurin, ið hvarv - útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin, Sprotin.
Hansen, L. 2018. “Hugleiðing um lógina um Morgunsang - Vit lærdu at standa og sova”, Skúlablaðið, 28.03.2018.
Harryson, H. (2023). ”Teacher Education in the Faroe Islands”, í: Teacher Education in the Nordic Region – Challenges and Opportunities, edited by Eyvind Elstad, Springer, s. 225-250.
Johannesen, H. (2011). Musikfaget i den Færøyske Folkeskole i perioden 1962-2011, Institut for musikkvitenskap, Universitetet i Oslo.
Petersen, P. B. (1997). Den færøske komponist Waagstein set i lyset af romantikken, København: Wier & Petersen (endurútgáva frá 2007 av ritgerðini frá 1997).
Sørensen, Z. (1984). Sangen i den færøske folkeskole ca. 1900-1950, Speciale ved Musikvidenskabeligt Institut, Aarhus Universitet, Februar 1984.
Sigurðardóttir, Turið. 2011. „Romantikkurin verður tjóðskaparligur“, Føroysk Bókmentasøga I, Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir, Tórshavn: Nám 2011 s. 317–318.
Waagstein, J. (1906). Songbók Føroya skúla, H.N. Jacobsens Bókahandil, Tórshavn (2. útgáva 1930).
Waagstein, J. (1951). Songbók Føroya skúla – annar partur, Skúlabókagrunnur Føroya løgtings.
Um evnið
Bólking í skránni
Munnligar siðir og málburð
Útinnan av list
Sosialar siðvenjur, ritual og hátíðarhald
Staðseting
Um alt landið
Tey, ið hava lati uppskoti inn uppskoti:
Knút Háberg Eysturstein
Fróðskaparsetur Føroya
T-postur: knute@setur.fo
Telefon: 268670
Dagfesting
3. juni, 2024
Skrásett
TSSak:23/07600-8 – Skráin Livandi mentan – Felagssangur