Felagssangur
Felagssangur er, tá fólk koma saman og syngja. Sangurin kann vera høvuðsendamálið, men hann kann eisini vera ein partur av formligum og óformligum høvum. Nógvir teir somu sangirnir ganga aftur í sangheftunum, og hesir sangir eru ein óskrivaður partur av einum óalment, viðurkendum sangúrvali. Felagssangur finst nógva staðni í heiminum í størri ella minni mun, men serstakt í Føroyum er, at hann verður útintur í nógvum samanhangum.
Kappróður
Kappróður er tjóðarítrottur Føroya. FM-kappingar verða hildnar í sambandi við bygdarstevnur kring landið í summarhálvuni. Menn og kvinnur, vaksin, ung og børn kunnu luttaka í kappróðri. Yngstu luttakararnir skulu ganga í 5. flokki, tó skal róðursmaðurin/kvinnan vera 18 ár.Kappróður er ein gomul siðvenja. Hon er sannlíkt íkomin, tí gamalt var at rógva kapp á firðum og sundum. Róðrarbátarnir hava serføroysk snið. Róð verður í fimm-, seks-, átta- og tíggjumannaførum.
Føstulávintshaldið í Sumba
Í Sumba verður føstulávint hátíðarhildin á heilt serstakan hátt. Føstulávintshaldið er altíð leygardagin fyri føstulávintsmánadag. Dagurin byrjar við, at kommunan skipar fyri morgunmati í skúlanum. Á middegi møta tey, sum skulu sláa tunnu, í dansistovuni í búnum - hvíta skjúrtu, flagglitt silkiband og rósu, kaskett og myrkar buksur. Øll velja eitt nummar, sum ásetur eina ávísa raðfylgju undir tunnusláingini, og síðani verður marsjerað oman til tunnurnar í røttu raðfylgjuni. Menn og kvinnur sláa hvør sær, og øll hava sín egna flagglitta kepp at sláa við.
Sólarkaffi
Høg fjøll skugga fyri sólini í Leirvík á hávetri, men á Kongadegnum tann 11. februar, sigst sólin aftur at skína yvir Leirvíks bygd, eftir at hava verið burtur í 100 dagar. Tá bjóðar Bygdarhúsið til Sólarkaffi, við stórum kakuborði. Við hesum heilsa leirvíkingar sólini væl afturkomnari.
Fyrsta Sólarkaffi var hildið í 1978.
Barnasangir
Barnasangir hava altíð verið partur av uppaling og siðmenning av børnum. Á dagstovnum verða barnasangir, vísur og ramsur sungnar við børnunum í ymiskum samanhangum. Tað er bæði gamalt og nýtt, ið verður sungið.
Grind
At fara í grind er siðurin at reka flokkar av grind inn á grunnan sjógv og hála teir inn á ein sandin, har teir verða avlívaðir við serligum amboðum. Síðan verður grindin skorin upp og tvøstið og spikið verður býtt út í drápspartar ella/og heimapartar. At fara í grind í Føroyum er ein siðaarvur, sum gongur heilt aftur til landnámstíðina og sum hevur verið borin víðari frá ættarliði til ættarlið. Grindin er tískil blivin ein partur av tí føroyska siðaarvinum og partur av tí mati, vit fáa úr sjónum.
Føroyski báturin
Upprunin er norrøni súðubygdi báturin, men føroyski báturin er vorðin lagaður til umstøðurnar í Føroyum, og bátasmiðir hava í øldir ført handverkið víðari til næstu ættarlið. Hann hevur verið álitið í fiskiskapi, til veiðu og til flutnings millum oyggjarnar. Føroyski báturin hevur ikki longur sama týdning, og hann verður í dag mest brúktur til kappróður og annað frítíðarvirksemi. Men enn verða føroyskir bátar smíðaðir, og enn hava vøkru bátarnir sín týðandi lut í føroyskari mentan.