Reinavelting
Rasmus Rasmussen skrivar í bókini “Sær er siður á landi” soleiðis um reinavelting:
“Við kornvelting var soleiðis skipað fyri frá fyrndartíð, at maður velti ein sjeyndapart av sínum bø undir korn hvørt ár. Soleiðis kom bøurin at liggja til gras í seks ár millum hvørja velting, og tá meðalbreiddin á einum teigi var okkurt um sjey reinir, var allur bøurin botnveltur í 49 ár”. Leggjast kann afturat, at bøurin somuleiðis varð taðaður og veittur í samband við veltingina”
Ull og ullarvirkan
Gamla orðatakið “ull er Føroya gull” lýsir, hvussu stóran týdning ullin hevur havt í Føroyum. Í Føroyum hevur seyðurin mest sum altíð havt stóran týdning. Í dag er tað mest kjøtið, sum hevur týdning, men fara vit aftur í tíðina, so var tað ullin, sum hevði størsta týdningin. Øll ullin varð hagreidd og brúkt til mest sum alt, sum hevði við klæðir at gera. Hon var roytt av seyðinum, vaskað, nappað, karðað og spunnin og síðani bundin ella vovin til pløgg. Ullin er ikki Føroya gull longur, og stórur partur av ullini verður burturbeindur. Hóast tað er ull og ullarvirkan enn ein týðandi siðaarvur í Føroyum, og tað eru enn bólkar og einstaklingar, ið virka ullina. Harumframt eru sniðgevar og listafólk, sum eisini brúka ullina í teirra virksemi.
Grind
At fara í grind er siðurin at reka flokkar av grind inn á grunnan sjógv og hála teir inn á ein sandin, har teir verða avlívaðir við serligum amboðum. Síðan verður grindin skorin upp og tvøstið og spikið verður býtt út í drápspartar ella/og heimapartar. At fara í grind í Føroyum er ein siðaarvur, sum gongur heilt aftur til landnámstíðina og sum hevur verið borin víðari frá ættarliði til ættarlið. Grindin er tískil blivin ein partur av tí føroyska siðaarvinum og partur av tí mati, vit fáa úr sjónum.
Føroyski báturin
Upprunin er norrøni súðubygdi báturin, men føroyski báturin er vorðin lagaður til umstøðurnar í Føroyum, og bátasmiðir hava í øldir ført handverkið víðari til næstu ættarlið. Hann hevur verið álitið í fiskiskapi, til veiðu og til flutnings millum oyggjarnar. Føroyski báturin hevur ikki longur sama týdning, og hann verður í dag mest brúktur til kappróður og annað frítíðarvirksemi. Men enn verða føroyskir bátar smíðaðir, og enn hava vøkru bátarnir sín týðandi lut í føroyskari mentan.