Reinavelting
Skráin Livandi mentan
Reinavelting og varðveiting av føroysku byggkornsløgunum Tampar og Sigur
Rasmus Rasmussen skrivar í bókini “Sær er siður á landi” soleiðis um reinavelting:
Leggjast kann afturat, at bøurin somuleiðis varð taðaður og veittur í samband við veltingina.
Kornvelting á teigalendi vanliga nevnt reinavelting ella skotvelting, er ein serstakur veltingarháttur. Hátturin tekur hædd fyri at fólkið skuldi hava hoyggj til húsdjórini, korn (bygg) til húsarhaldið og at bøurin skuldi haldast í góðum standi til græsvøkstur og hoygging. Reinavelting er ein serstaka væl egnaður veltingarháttur tá hugsa verður um ein burðardyggan hátt at gagnnýta lendi, náttúruna og arbeiðsamboð eftir tátíðar viðurskiftum.
Útinnan av reinavelting
Reinavelting, eisini nevnd skotvelting.
Byrja verður tíðliga um vári at skera reinir, taða og sáa. Veltan blívur ansað um summarið og síðani verður kornið skorið í september/oktober. Hartil kemur arbeiðið at turka á sorni, ripa, treskja og foykja.
Ein sjeyndapartur av teiginum verður avskorin og skotin upp á teigin omaná tøðini, sum eru breidd omaná grasvøllin. Síðani verður veltan saksa, sáa og milda.
Út frá støðuni teir gomlu vóru í og við tí í huga, at hoyggj skuldi fáast til vega til vetrarfóður og korn til matna er reinaveltingin ein sera góð og fullfíggja vistskipan og veltingarháttur eftir táverandi fyritreytum. Avmarkað mekanisering við haka, leypi, rossi og smávegis øðrum amboðum hevur verið avgerandi.
Serstakir lutir, amboð og tól brúkt í sambandi við reinavelting eru fyrst og fremst føroyskt upprunabygg Tampar og Sigur, dyllir til at goyma sákornið við eggi og knívi í, sornhúsið, ripari og treskitræð.
Í dag verður reinaveltingin á teigalendinum í Koltri útint eins og áður, tó í nógv minni mun, sum er. Í løtuni er endamálið at halda lív í føroysku byggsløgunum Tampar og Sigur eins og at halda teigalendinum í hevd. Eisini er reinaveltingin í Koltri tikin uppaftur sum ein liður í gransking og læring um serstaka reinaveltiháttin.
Søga og bakgrund
Niðursetufólkini hava uttan iva havt korn við sær í førningi. Í útgrevstrinum Heimi í Húsi í Koltri, vóru tað byggkorn, sum vóru mest álítandi keldurnar aftan staðfestingina til, at fólk hava búleikast í Koltri o.u. ár 800-850.
Reinagravingin var ein neyðug atgerð fyri at fáa korn, men samtíðis neyðug fyri at halda bøin í góðum standi soleiðis at gras vaks til vetrarfóður.
Byggkornið hevur lagað seg til umstøðurnar ígjøgnum fleiri túsund ár og fólkini hava valt tey bestu sløgini at seta við. Royndir vísa at seks raðað byggkornið er kravlítið í mun til onnur sløg. Tað tolir betri enn onnur sløg saltráka í luft, jørð og vatni og tolir munandi lægri hitalag í búningartíðini heldur enn onnur kornsløg.
Í 1922 fór Royndarstøðin í Hoyvík at leita fram tað besta sáðkornið. Sáðkorn bleiv savnað úr øllum Føroyum, og tey blivu sátt í smáum í Hoyvík. Tey valdu 800 plantur burturúr at nýta í framhaldandi royndum. Royndir vóru síðani gjørdar við sáðkorni frá hesum 800 plantum í Hoyvík og heima á Sandi í árunum 1923-1929. Grundað á úrslitini frá royndunum valdu tey út tey tvey sløgini, og settu navn á: Hoyvíks Sigurkorn (Sigur) og Hoyvíks Tamparkorn (Tampar).
Neyðuga og siðbundna byggkornveltingin í Føroyum helt uppat fyrst í 20. øld. Reinaveltingin tók seg nakað uppaftur undir verðaldarbardøgunum, men fánaði so burtur aftur til einki. Tá kornveltingin var í hæddini var reinavelting ein nógv brúktur veltingarháttur, sum hóskaði seg væl til tíðina tá veltingarhakin var einasta amboðið, hoyggjast skuldi til húsdjórini og korn skuldi fáast til húsarhaldið. Men so hvørt samhandilin við útlond mentist, gjørdist mjøl og korn ein handilsvøra. Harafturat, tá mekaniseringin við arbeiðsrossum og seinni traktorum tók seg upp, varð kornveltingin so hvørt avløgd og teigalendini slættaði til bø at hoyggja á.
Tá handilsskip fóru at sigla og samhandil við onnur lond tók seg upp kann sigast at tað ikki loysti seg at velta korn í Føroyum. Men av ymiskum orsøkum var mangastaðni hildið fast um kornveltingina orsaka av avleiddum vinningi. Holmurin var m.a. brúktur til at tekja við og vakstrarskiftið (reinavelting 7. hvørt ár) førdi góðan grasvøkstur við sær og at allur bøurin var botnveltur eftir 49 árum.
Reinaveltingin á Tjóðsavninum í Koltri verður sum nevnt útint eins og áður. Tó bert sum royndarvirksemi. Endamálið við reinaveltingini á Tjóðsavninum í Koltri er einans fyri at halda lív í byggkornsløgunum Tampar og Sigur og til at halda teigalendi í hevd.
Miðlan og frásøgn
O.u. 1.500 ferðafólk vitja í Koltri á hvørjum sumri. Harímillum eru javnan skúlaflokkar, lærarar eins og fjølmiðlafólk. Tað er komið fyri at seturskúlar hava verið har næmingar og lærarar hava gist. Tey sum ynskja rundvísing við oyggjarvørðinum fáa søguna um kornvelting við. Annars er skelting og stutt frágreiðing um reinavelting við velturnar.
Mat og moldmentanarháskúlin á Sandi hevur biðið um sáðkorn. Hetta fer vónandi at økja um áhugan, kunnleikan og dugnaskapin aftanfyri føroyska upprunakornið og kornvelting. Háskúlin er tó ikki virkin í løtuni, so í nærmastu framtíð verður einki korn sáða.
Nakað aftaná byrjanina (2015) við reinaveltingini og føroysku byggsløgunum stovnaði oyggjarvørðurin ein Facebookbólk saman við búnaðarfrøðingum og øðrum við royndum innan kornvelting til tess at deila vitan og royndir. (https://www.facebook.com/kolturisland). Eisini hava fjølmiðlar sum KVF miðla um kornveltingina í Koltri (https://kvf.fo/netvarp/sv/2018/09/14/20180914skeraennakurikoltri).
Harafturat, er ein filmur, sum Føroya Fornminnissavn gjørdi um kornvelting í Gásadali í 1986, varðveittur í Savnsgull. Hesin filmurin liggur á undirvísingarportalinum Snar.fo, og verður brúktur í undirvísing í fólkaskúlanum. Filmurin vísir hvussu velting fór fram og hvørji amboð vóru brúkt.
Støðan í framtíðini
Higartil hevur reinavelting einans verið brúkt á forna teigalendinum í Koltri. Orsøkin til at hon var tikin uppaftur er, at í Koltri er teigalendi varðveitt og tá Tjóðsavnið í Koltri fekk áheitan um, at átaka sær varðveitslu av føroysku kornsløgunum Tampar og Sigur, bleiv varðveitsla av forna teigalendinum samtíðis eitt av mál hjá Tjóðsavninum í Koltri.
Endamálið er einans varðveitsla. Spurningurin er somuleiðis um reinaveltingini er lív lagað, tí við dagsins arbeiðstólum og møguleikum til mekanisering er nógv lættari at velta korn á slættlendi og við mekanisering. Heldur ikki er nøkur marknaðarføring gjørd fyri serstøku føroysku byggsløgunum Tampar og Sigur, sum eins og føroyska rossið er forjóna í mun til nýggjari og effektivari kornsløg.
Eingi munandi átøk eru enn gjørd fyri at “marknaðarføra” føroyskt upprunakorn, t.d. sum ein liður í matgerð til ferðavinnu, gourmetmatstøð og øl og Whiskey bryggjarí. Men uttan iva kundi tað verið við til at ment áhugan og eftirspurningin.
Sáðkorn av báðum sløgunum Tampar og Sigur eru send til varðveitslu hjá Nordgen og løgd á permafrostgoymsluna í Svalbard. Restin er løgd í goymslu til sáðkorn um onnur vísa áhuga fyri korninum.
Tey, ið útinna livandi mentanina og sum hava vitan um siðaarvin
Tað er einans í Koltri at tað verður velt korn eftir hesum aldagamla reinaveltiháttinum. Somuleiðis er Tjóðsavnið so vítt vit vita einasti, sum hevur lívført føroyskt bygg sákorn. Kornvelting hevur seinastu árini verið umrødd, og Búnaðarstovan saman við bóndum hava gjørt royndir at velta korn við tí endamáli at menna fóðurgrundarlagið til neytahaldið. Men hetta hevur ikki verið við føroysku kornsløgunum, og ei heldur eftir reinaveltiháttinum.
Korn hevur eisini verið velt á Tjóðsavninum í Hoyvík har miðnámsskúlaflokkar hava luttikið í arbeiðinum saman við savnslærarum, tó ikki í reinavelting.
Mat- og Moldmentanarháskúlin á Sandi vendi sær til Tjóðsavnið í Koltri við áheitan um samstarv, eitt nú við at lata sákorn av sløgunum Tampar og Sigur til skúlan. Ein slík verkætlan kundi verið við til at sett fokus á føroyska byggkornið og skapt áhuga fyri tí t.d. í gourmetmatídnaðinum innan ferðavinnu.
Higartil er talan einans um omanfyri nevndu stovnar og harav 3 til 4 persónar umframt onnur sum hjálparfólk og ungdómar frá miðnámsskúlum, sum hava luttikið í veltingini í Hoyvík og í Koltri.
Útvaldar bókmentir
Dalsgaard, Eyvind (1939). Grøðiskifti. Árbók Føroya búnaðarfelags 1939. Tórshavn.
Dalsgaard, Eyvind. 1939. Velti meira korn. Árbók Føroya búnaðarfelags 1939. Tórshavn.
Djurhuus, Rólvur & í Gerðinum, Jens Ivan (2022). Royndir við velting av byggi í Føroyum. Búnaðarstovan.
Guttesen, Rolf (2017). Regionalar variatiónir í kornvelting fyrr í tíðini. Ymiskt var, sum gomlu, føroysku bygdirnar vóru fyri, tá spurningurin var um kornvelting, tann tíð tað var. Fróðskaparrit. DOI:10.18602/fsj.v63i0.86
Joensen, Jóan Pauli (1987). Fólk og mentan. Joensen, 1987. Føroya skúlabókagrunnur.
Patursson, Jóannes (1966). Tættir úr Kirkjubøar søgu: endurminningar. Varðin.
Rasmussen, Rasmus (1985). Sær er siður á landi. Emil Thomsen Tórshavn.
Aðrir tilvísingar
Samskifti við Gunnar Bjarnason landbúnaðarfrøðing, og Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgeva á Búnaðarstovuni.
Um evnið
Heiti
Reinavelting og varðveiting av føroysku byggkornsløgunum Tampar og Sigur.
Stillarar av uppskotinum
Bjørn Patursson
Bólking í skránni
Siðvenjur viðvíkjandi náttúruna og alheimin
Siðbundin handverk
Staðseting
Koltur
Kontaktpersónur
Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður
Teldupost: kristina@savn.fo
Telefon: 790 576
Dagfesting, tá uppskotið er sent
5. Desember 2022
Skrásett
TSSak: 22/04726-6 Skráin Livandi mentan - Reinavelting og føroysku byggkornsløgini Tampar og Sigur