Dráttur av lunda
Dráttur av lunda er bannaður í Føroyum, tó undantaksloyvi kann fáast til drátt tá serligar umstøður gera seg galdandi.
Tann ið ynskir at draga lunda skal senda eina umsókn til savn@savn.fo við yvirskriftini: "Umsókn um loyvi til drátt av lunda".
Í umsóknini skal standa:
· Navn á umsøkjara
· Hvat lundaland ætlanin er at søkja.
Vit senda eitt svar aftur skjótast gjørligt.
Avgerðin kann kærast til Mentamálaráðið innanfyri fýra vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið svarið.
Fuglaveiðulógin § 16 sigur: "[...] Lundi má bert takast við stong, tó kann landsstýrið undir serligum umstøðum loyva drátt. Tílíkt loyvi kann bert gevast 2. hvørt ár í sama fuglalandi. [...]"
Kunngerð um serliga fuglaveiðu § 1, 2. stk. sigur: "Heimild landsstýrisins eftir § 16, 2. stk. at veita undantaksloyvi til at draga lunda verður eisini løgd til Føroya Náttúrugripasavn."