Siðaarvssnurran

Hvat er siðaarvssnurran?

Siðaarvssnurran er eitt spæl, sum Fólkalívsdeildin hevur fingið at brúka til undirvísing í siðaarvi. Spælið er framleitt í Finnlandi, og er umsett til tey norðurlendsku og baltisku málini hjá teimum londum, sum hava tikið undir við UNESCO-sáttmálanum fyri verju av siðaarvi.

Endamálið við siðaarvssnurruni er at fáa luttakararnar at seta orð á og grunda um ymiskar tættir av siðaarvi – alt frá hátíðarhaldi, siðbundnum handverki, munnligum siðvenjum, siðvenjum í sambandi við mat og náttúru við meira.

Bóka eina verkstovu við siðaarvssnurruni

Siðaarvssnurran  hóskar seg til undirvísing av ungum sum eldri; til undirvísing í framhaldsdeild í fólkaskúlanum, miðnámi, hægri námi ella í feløgum, sum hava við ymiskan siðaarv at gera. Í verkstovuni brúka tit siðaarvssnurruna til at práta og hugleiða um siðaarv, sum hevur týdning fyri tykkum, øki tykkara og arbeiði tykkara.

Verkstovan er ókeypis og kann lagast eftir júst tykkara tørvum. Taki samband her fyri meira kunning kristina@savn.fo  / tlf. 790 576

Um tit ynskja at royna siðaarvssnurruna sjálv, ber til at prenta hana her.


Samband