Um UNESCO-sáttmálan fyri verju av siðaarvi

Mynd: Jens Kristian Vang

UNESCO-sáttmálin um verju av siðaarvi 2003 kom í gildi í Føroyum 1. oktober 2018, og varð í 2020 latin Fólkalívsdeildini at umsita.

Endamálið við UNESCO- sáttmálanum er at lata upp fyri, at fólk í øllum heiminum kunnu seta orð á sín egna siðaarv, og harvið virka fyri, at siðaarvurin kann hava sítt livandi virki í samfeløgum kring heiminum, og kann verða førdur víðari til tey komandi ættarliðini.

Við at taka undir við UNESCO-sáttmálanum hava Føroyar bundið seg at seta mannagongdir í verk, sum tryggja siðaarvinum livilíkindi, harundir at eyðmerkja, skráseta, granska, verja, kunna um, føra víðari (serliga ígjøgnum óformliga og formliga útbúgving), umframt at kveikja nýtt lív í siðaarvin.

Kunning um sáttmálan á heimasíðuni hjá UNESCO (á enskum) er her.


Samband