Agnarklukka skrásett í lundalandi í Koltri

 

Agnarklukka (Clambidae). Mynd: Agnes-Katharina Kreiling

Fyri fyrstu ferð er ein agnarklukka skrásett í Føroyum. Hon var savnað millum onnur ryggleys dýr í eini fallfellu í Knøunum í Koltri.

Síðan 2019 hevur Tjóðsavnið arbeitt við at fáa yvirlit yvir djóra- og plantusløgini í Koltri. Í tí sambandi hava nógvar fallfellur staðið runt oynna og eisini í lundalandinum í Knøunum. Tað er ikki bara sum at siga tað at fara í hetta brattlendið. Tískil var tað Bjørn Patursson, sum stóð fyri at seta og savna fellurnar.

Lundaland er eitt serstakt búøki, og tað sæst aftur í teimum djórum sum fellurnar fanga. Nógv sløg eru einans funnin har og ikki í restini av oynni, eitt nú skildisklukkan Stenichnus collaris og mottan Damaeus sp. Nú er enntá ein ætt av klukkum, sum ikki er skrásett úr Føroyum áður, funnin í hesum fellum. Henda ætt (lat. familia) nevnist á vísindamáli Clambidae og tær eru lítlar, rundar klukkur sum liva í alskyns fúnandi vøkstri. Navnið agnarklukka kemur frá øgn, sum er ein lítil blettur.

Síðan 2019 eru skrásett 450 sløg av plantum, fuglum og ryggleysum dýrum í Koltri og talið økist alsamt. Hetta er ikki smávegis tá samlaða talið av sløgum skrásett fyri 2019 var 275.

https://www.tjodsavnid.fo/natturan-i-koltri

Lundaland í Knøunum í Koltri. Mynd: Bjørn Patursson


Samband

 
Previous
Previous

Gullbrandur og blábrandur – tvær brennandi aktuellar hvalspýggjur

Next
Next

Merkið handað Tjóðsavninum