Framløga við Áir um altjóða stórhvalaveiðu
Hvalastøðin við Áir letur upp leygardagin 22. juni. Í tí sambandi verður áhugaverdur fyrilestur við Ulf Ingemar Gustafsson, PhD í søgu, sum hevur granskað í stórhvalaveiðu og arbeitt við, hvussu ídnaðarminni kunnu varðveitast.
Ulf fer at greiða frá stovnanini av modernaðari stórhvalaveiðu í Norra, sum breiddi seg til Arktis og Antarktis, harímillum Føroyar. Hann fer at tosa um, hvussu hvalaveiðan mentist og broyttist, og hvørja ávirkan hetta hevði. Eisini fer hann at greiða frá, hvussu hvalastøðirnar við tíðini hava fingið aðrar leiklutir eitt nú sum granskingarstøðir og herstøðir og um teirra leiklut í ferðavinnuvirksemi í dag.
Ulf hevur ferðast nógv í sambandi við gransking sína og fer at vísa myndir frá ymsu støðunum, hann hevur vitjað.
Fyrilesturin verður í skúlanum við Áir leygardagin 22. juni klokkan 14:00. Tað er ókeypis og øll eru vælkomin. Fyrilesturin verður á skandinaviskum.
Hvalastøðin er opin hvønn leygar- og sunnudag til og við 11. august. Rundvísing verður tríggjar ferðir um dagin: kl. 11, 13 og 15.
Í sambandi við fyrilesturin leygardagin 22. juni verður seinasta rundvísingin kl. 15.30, soleiðis at til ber at fara til rundvísing aftaná fyrilesturin.