Hvalastøðin við Áir letur upp aftur í summar
Hvalastøðin við Áir letur upp í summar
Leygardagin tann 18. juni letur Tjóðsavnið upp á hvalastøðini.
Í 1905 setti norsk-skotska fyritøkan Christian Salvesen & Co. í Leith í Skotlandi upp hvalastøðina við Áir.
Í dag er hvalastøðin við Áir serligur ídnaðararvur. Verkætlanin at varðveita hvalastøðina hevur verið í gongd síðan 2011. Handverkarar arbeiða á støðini, men kortini er gongt millum húsini. Tað slepst inn í flestu teirra, í Tørkuni, Kvernuni, Pressuni, Spikkókaríinum, Kristnastovu, Ketilshúsinum, Ebenezer og í Smiðjuni.
Hvalastøðin letur upp leygardagin 18. juni og er opin hvønn leygar-og sunnudag til og við 14. august.
Rundvísing verður 3 ferðir um dagin, klokkan 11, 13 og 15.
Atgongugjald
Børn 0-16 ár ókeypis
Vaksin 60 kr.
Pensiónistar 30 kr.
Bólkar 40 kr. fyri hvønn
Rundvísing 20 kr. fyri hvønn
Eykagjald fyri vitjan uttanfyri vanliga upplatingartíð 400 kr.
Rundvísing er tríggjar ferðir um dagin kl. 11.00, 13.00 og 15.00. Bílegg pláss á telefon 340 505 ella savn@savn.fo