Spennandi familjutiltak á Tjóðsavninum.

 
8813853c432db16935b3516d075af014.jpg

Kom til eina øðrvísi savnsvitjan við skaldskapi og náttúruvísindum leygardagin 16. Mars kl 14 í Brekkutúni, Hoyvík.

Tjóðsavnið og Bókadeild Føroya Lærarafelags bjóðar til eina øðrvísi og spennandi vitjan á Tjóðsavninum, har vit samantvinna skaldskap og náttúruvísindi, ástøði og royndir.

Skrá

-Framløga av bókini “Um upprunan til sløgini”, eftir Charles Darwin.

-Savnslærarin, Tórarinn á Rípuni, sigur frá og vísir djórasløg í Føroyum, sum broytast, tillagast – ella eru útdeyð.

-Framløgur av Klukku-skaldsøgurøðini og “Klukkusavnarahandbókini”, eftir M.G Leonard

-Klukkur í Føroyum, ein framløga við lívfrøðinginum Jón Aldará.

-Klukkuveiða. Børnini sleppa at royna seg sum klukkuserfrøðingar á klukkuveiðu á Tjóðsavninum.

Tiltakið er fyri alla familjuna – bæði til børn ið lesa sjálvi, og tey ið lurta.

Familjutiltakið er ókeypis.




 
Previous
Previous

Serframsýning - Merkið 100 ár

Next
Next

Hjálp Tjóðsavninum at savna inn smákykt