Lættisoppatíð

Lættisoppur við gágguungum. Mynd Jan Sørensen.

Lættisoppur, er sum navnið sigur ein lættur soppur, sum ofta sæst rikin upp í fjøruni. Eitt annað burturdottið navn er marsoppur.

Mong vita ikki hvat lættisoppur er, men leita vit í Sprotanum, so eru tríggjar merkingar:

·       eggjahylki hjá gággu, marsoppur

·       (niðr.) ómenni

·       (bókm.) bókmentir við lítlum virði, lættisoppabókmentir

Í hesi grein verður ikki sipað til bókmentir við lítlum virði, ella nakað ómenni, men um upprunan til hesar niðrandi merkingar, nevniliga egghylkjahópar hjá agngággu (Buccinum undatum).

Agngágga (Buccinum undatum). Mynd Jan Sørensen.

Nakað eftir jól fara kvenngággurnar, at leita sær eftir einumhvørjum hóskandi at festa eggini. Kvenngággan byrjar við at gera fyrsta eggjahylkið, sum hon festir á eitthvørt fast undirlendi, t.d. steinar og tarafesti. Síðani leggur hon onnur hylki afturat, og alt eftir hvussu stór kvenngággan er, so kunnu verða upp í meiri enn hundrað eggjahylki í einum lættisoppi.

Í hvørt hylki leggur kvenngággan okkurt um hundrað egg, men bert ein lítil partur av hesum gerast til gágguungar. Flestu av eggunum verða føði hjá teimum, sum koma undan. Okkurt um tíggju smágággur koma úr hvørjum hylki, og tí kunnu vit siga, at úr einum lættisoppi við hundrað hylkjum koma áleið túsund gágguungar.

Lættisoppur kann vera frá einari gággu, men meiri vanligt er at fleiri gággumøður leggja síni egg saman, soleiðis at tað sum sýnist, sum ein hópur, í veruleikanum eru samanklistraðir hópar frá fleiri gággumøðrum. Dømi eru um, at ein lættisoppur kann vera frá meiri enn tríati ymiskum gággumøðrum.

Eftir eina tíð kemur eitt lítið hol í hvørt hylki, sum smáu ungarnir leita sær út ígjøgnum. Fyrstu tíðina halda teir seg heima á lættisoppinum, men so við og við fara teir meiri víða. Smágággurnar eru um 2-4 mm, tá tær koma úr eggjahylkinum. Ein fullvaksin agngágga kann gerast um tíggju cm long.

Fleiri gággumøður leggja egg, og gera ein felags lættisopp. Myndina tók Sonni Joensen (Strendur) á Lambavík í januar 2021.

Agn og sjógæti

Agngágga er, sum navnið sigur, gott agn, og verður dúgliga fiskað av útróðrarmonnum. Her í Føroyum er meiri sjáldsamt at eta gággu, men í londunum fram við Miðalhavið er hetta sjógæti. Í Fraklandi verður hon kallað bulot, og fæst sum annar sjómatur í matvørubúðunum.

Í Fraklandi er vanligt at eta agngággu, og har kalla tey hana "Bulot".


SAMBAND

Next
Next

Tók allan seyðin av í haganum