Myndavørðurin á Tjóðsavninum

 

Visti tú, at Tjóðsavnið hevur savn við fleiri enn 400.000 søguligum myndum? Guðrið Poulsen er nýggjur myndavørður á Tjóðsavninum og hennara uppgáva er at halda skil á øllum hesum myndunum, skráseta og leita fram myndir til tey, ið ynskja at keypa myndir úr savninum.


Guðrið Poulsen

Bakgrund: Kandidatur í søgu við sergrein í informationsforvaltning. Hevur arbeitt sum savnhjálpari á Tjóðskjalasavninum í 8 ár.

Starvsheiti: Savnsteknikari


Hvat ger ein savnsteknikari á Tjóðsavninum?

Umframt at hava ábyrgd av myndasavninum, arbeiði eg eisini við innsavningar- og goymsluarbeiði, gripaskráseting og framsýningargerð. Í løtuni eri eg í holt við at skráseta, merkja og annars dokumentera innkomnar gripir og myndir.

Hvat er tað fyri ein myndatænasta, sum Tjóðsavnið bjóðar?

Tjóðsavnið hevur eitt stórt myndasavn av søguligum myndum. Privatfólk, stovnar, feløg og fyritøkur kunnu keypa myndir úr savninum við at seta seg í samband við okkum. Prísirnir eru ymiskir, alt eftir hvat mann ynskir at brúka myndirnar til. Meginparturin av myndunum eru frá 1950’unum og aftureftir. Tað eru bæði myndir frá fotografum og privatfólki.

Hvør brúkar tænastuna?

Myndirnar verða fyri tað mesta brúktar til bókaútgávur, men eisini lýsingar, sjónvarpssendingar og við hvørt er tað onkur, sum ynskir sær eina mynd av onkrum í familjuni.


Eg haldi, at tað er týdningarmikið at virða alt, sum vit hava á savninum og at fara um tað við eyðmýkt.

Hvussu halda tit skil á øllum myndunum?

Hvør mynd fær sítt skrásetingarnummar. Skrásetingarnummarið er samansett av savnsnummarinum, ið er nummarið hjá tí ávísa savninum, ið myndin er partur av, umframt eitt nummar í eini nummarrøð annars. Myndirnar eru pakkaðar og goymdar inni á goymslum okkara.

Hvat skal henda við myndunum í framtíðini?

Arbeitt verður støðugt við at savna upplýsingar inn um myndir savnsins, og ein framtíðarætlan er at gera tær atkomiligar fyri brúkarar á netinum.


Ein yndismynd

Um eg skal velja eina mynd, sum mær dámar, so kom eg fram á hesa í heyst. Hon er fitt og full av lívi. Jóan Elias Mikkelsen hevur tikið hana tíðliga í farnu øld. Hon er helst tikin í Gásadali.


 
Previous
Previous

VIDEO: 160 ára gomlu vindeyguni sum fyrsta dagin

Next
Next

Gamla Stokkastovan til heiður og æru