Nýggj framsýning um føroysk klæði

 

Nýggj forkunnug og spennandi framsýning er latin upp við spennandi søgum og frágreiðingum um føroysku klæðni - tjóðarbúna okkara

Umframt fleiri forkunnugar lutir, verður eisini sýnt fram dømi uppá nýmótans føroysk klæði. Greitt verður frá søguni um búnan, hvussu hann verður nýttur í dag, og hvussu hann seinastu árini er vorðin ein fólksligur og livandi búni.

Søgan um tann stóra týdning ”Skrædder Debes” fekk fyri menningina av búnanum er við á framsýningini, umframt ein fragreiðing um siðbundna handverkið at framleiða føroysk klæði.

Í fjør lat upp framsýningin “Ull er Føroya gull”. Hon snýr seg um týdningin, seyðahald og ull hava havt fyri Føroyar frá landnámstíð fram til í dag. Hesar báðar framsýningarnar standa sera væl lið um lið og stuðla hvørji aðrari.

Framsýning Tjóðsavnsins hevur opið hvønn dag frá kl. 10.00 til 17.00 – eisini á ólavsøku.

 
Previous
Previous

Vitja tjóðsavnið á ólavsøku

Next
Next

Vitja urtagarðin í summar