Nordisk Ruinseminar
Í døgunum 11. til 13. juni var Tjóðsavnið vertur fyri Nordisk Ruinseminar. Hetta er ein afturvendandi norðurlendsk ráðstevna, sum verður hildin annað hvørt ár. Í ár vóru luttakarar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finlandi og Føroyum.
Evnið á ráðstevnuni var «formidling af ruiner» ella «miðlan av toftum», og luttakarar frá ymsu londunum greiddu frá, hvussu teirra stovnur miðlar toftirnar, tey vara av.
Innihaldið á hesi ráðstevnuni var ein samanseting av fyrilestrum og kanningarferðum. Føroyar hava fleiri toftir og týðandi fornminnir at vísa fram og nøkur teirra vóru á skrá hjá gestiunum at vitja.
Fyrsta dagin kunnaðu ymisku londini um teirra yvirskipaða arbeiði við toftum. Síðan vórðu framløgur um toftirnar í miðaladarbiskupssetrinum í Kirkjubø og um konserveringsarbeiðini har, ið nú eru liðug. Greitt var eisini frá, hvussu Tjóðsavnið hevur 3D-skrásett toftir og gripir í Kirkjubø og miðlað hesi á alnótini. Farið varð síðan til Kirkjubøar at vitja í Múrinum, Líkhúsi og sóknarkirkjuni umframt miðaldar bispagarðinum og í roykstovuni, har Jóannes Patursson bóndi sýndi blíðskap. Seinnapartin var bókaframløga á Tjóðsavninum av bókini «Múrurin og miðaldar bispasætið í Kirkjubø» sí https://www.tjodsavnid.fo/greinir/mrurin-og-mialdar-bispasti-kirkjub-tjsavni-gevur-t-nggja-bk-froyskum-og-enskum
Seinna dagin vóru framløgur við dømum um, hvussu toftir kunnu telduskapast og miðlast til unga ættarliðið og nýtast í filmi og spølum og sum tykisheimur. Síðan varð vitjað á hvalastøðini við Áir, ið er eitt serstakt ídnaðarminni, har greitt varð frá søguliga virkseminum og um ídnaðargripirnar, ið eru varðveittir og kunnu miðlast. Seinni hendan dagin var Runavíkar Kommuna vertur fyri einari móttøku við Prestá á Skála, har borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen bjóðaði vælkomin og helt røðu. Her varð eisini gingið runt í toftalendinum í gamla býlinginum á Ytra Skála, har Tummas M. Jacobsen úr Fornminnafelagnum fyri Skála og Skálafjørð greiddi frá toftunum.
Seinasti dagur bjóðaði -umframt fyrilestrar- uppá vitjan úti á Tinganesi og á Skansanum.
Næsta Ruinseminar verður í Finnlandi í 2026.