Forkunnugir gávulutir í savnsbúðini

 
Beint nú kanst tú ogna tær plakatir eftir Anette Sonne av skónum úr einum øðrvísi sjónarhorni, “Natúrlist við Toftavatn”

Beint nú kanst tú ogna tær plakatir eftir Anette Sonne av skónum úr einum øðrvísi sjónarhorni, “Natúrlist við Toftavatn”

Visti tú av at Tjóðsavnið hevur eina sølubúð við spennandi lutum, ið eisini hóska væl sum jólagávur?

Í savnbúðini finnur tú millum annað smúkkur úr føroyskum tilfeingi, føroyskar bøkur – nýggjar og eldri, og eftirgjørdar smúkkur úr silvri sniðgivnar í fornari tíð.

Eisini hava vit ymsar vørur úr glasi og keramikki og plakatir av føroysku náttúruni.

Sum nakað heilt serligt til jóla selja vit ymiskt jólaprýði frá Brink Nordic og Flensted mobiler.

Møguleiki er fyri at pakka gávurnar inn.

OPIÐ ER:

Hósdagin 20/12 kl. 14-17

Sunnudagin 23/12 kl. 14-17

Hósdagin 27/12 kl. 14-17

Sunnudagin 30/12 kl. 14-17



 
Previous
Previous

Hjálp Tjóðsavninum at savna inn smákykt

Next
Next

Ókeypis atgongd til Tjóðsavnið restina av árinum