Á Tjóðsavninum er eingin tíð at keða seg!

 

Rokan í fjøruni í Stokkastovuni, sum er ein elstu bygningunum í Tinganesi

- Tað kann heilt sikkurt viðmælast at fara í starvsvenjing hjá Tjóðsavninum. Vit hava bæði sæð og roynt ymiskt, sum vit als ikki væntaðu at gera, og starvsfólkini er nakað so fitt, so man er í tryggum hondum. Hjá Tjóðsavninum er eingin tíð at keða seg, sigur Fríði

Tjóðsavnið hevur javnan næmingar úr fólkaskúlanum í starvsvenjing, og í vár hava Fríði av Kák og Lea Olivia Eldevig frá NámX roynt seg sum starvsfólk á savninum. Men hvat ger man í starvsvenjing á Tjóðsavninum?

Fríði: - Eg og Lea Olivia hava millum annað verið á goymsluni og hoyrt um konservering og um tólini, ið vanliga vera brúkt. Og so hava vit verið í Stokkastovuni og roynt okkum sum fornfrøðingar.

Lea Olivia: - Vit hava havt nógvar ymsar uppgávur á Tjóðsavninum. Vit fingu tvær “skrivligar” uppgávur. Onnur var at skriva við egnu orðum, hvat eitt sornhús var, og so skuldu vit eisini gera eitt yvirlit ella kort yvir savnið í Brekkutúni. Vit fingu eisini til uppgávu at mála eitt skáp reytt til eina framsýning. Annars hava vit vitjað á Debesartrøð, í Kalbak, á skrivstovuni, Stokkastovuni og í teimum ymsu goymslunum.

Áðrenn tey bæði komu í starvsvenjing, settu tey bara Tjóðsavnið í samband við framsýningina í Brekkutúni.

Fríði: - Eg væntaði faktiskt, at eg næstan bara fór at vera á framsýningini. Men vit hava lært, at Tjóðsavnið hevur fleiri pallar. Vit hava t.d. verið á Debesartrøð og kannað hundratals klukkur og eiturkoppar, og so hava vit eisini verið í Kaldbak og hoyrt um sjólívið og arbeiðsháttin hjá deildini Djór á Landi.

Lea Olivia: - Alt tað lívfrøðiliga og fornfrøðiliga visti eg slettis ikki hoyrdi til Tjóðsavnið. Eg visti heldur ikki, at verkætlanin í Koltri var partur av Tjóðsavninum. Mær hevur dámað ómetaliga væl at verið í starvsvenjing á Tjóðsavninum. Øll starvsfólkini vóru sera fitt og eg haldi, at øll gjørdu nógv burturúr, so at vit skuldu trívast og hava okkurt áhugavert at gera hvønn dag.

 
Previous
Previous

VIDEO: Granarkópur í Svínáum

Next
Next

Norðurlendska ráðharraráðið stuðlar náttúruverkætlan í Kalsoynni