Framsýning um føroysk klæðir á ólavsøku

 

Føroysk klæðir - gamalt verður nýtt?

Á ólavsøku verður høvi at vitja serliga støkkframsýning um føroysk klæðir

Handilin og seymistovan Marjun Heimá leitar sær mangan íblástur til føroysku klæðini frá gomlum myndum og pløggum á goymsluni hjá Tjóðsavninum. Á støkkframsýningini “Føroysk klæðir – gamalt verður nýtt?” verða dømi um hetta at síggja. Støkkframsýningin vísur á fjølbroytni í okkara føroysku klæðum – nú og tá.

Umframt støkkframsýningina er serframsýningin “Merkið 100 ár” at síggja. Serframsýningin hátíðarheldur, at Merkið bleiv 100 ár í ár, og vísur á, hvussu føroyska fólkið hevur tikið ímóti tjóðarmerkinum.

Opið er á Tjóðsavninum í Brekkutúni og útisavninum í Hoyvík um ólavsøkuna:

27/7 kl. 10-17
28/7 kl. 10-17
29/7 kl. 10-17
30/7 kl. 10-17

 
Previous
Previous

Serframsýningin "Smátt - men stórt" útsett til 9. august

Next
Next

Hvalamerking í Gøtu