Summartúrar við Tjóðsavninum
Aftur í ár skipar Tjóðsavnið fyri læruríkum upplivingartúrum saman við serfrøðingum frá Tjóðsavninum. Tilsamans verður skipað fyri 14 túrum við ymsikum evnum ymsastaðni í Føroyum. Talan er um túrar í smærri bólkum, har lætt er hjá vegleiðaranum at samskifta við øll á túrinum
Hetta er ein sera góður møguleiki hjá fólki, at fáa innlit í nátturu og mentan okkara. Skipað verður fyri fuglatúrum, fjørutúrum, skordýratúrum, plantutúrum, rundvísing á Hoyvíksgarði og rundvísing á fornfrøðiliga útgrevstrinum Niðri á Bakka á Velbastað. Til ber at tekna seg til túrarnar á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn, og er kostnaðurin kr. 50.- fyri hvønn luttakara.