Spennandi flugur og mýggj heima á Sandi

 

Nógvar flugur og mýggj vórðu savnaði á skeiðinum. Mynd: Leivur Janus Hansen

Ein stórur partur av skordýrunum í Føroyum eru flugur og mýggj. Felagsheitið fyri hesi er tvíveingir á føroyskum og Diptera á vísindamáli. Og tað er ikki bara sum at siga tað at hava við tvíveingir at gera, tí hetta er fjølbroyttasti skordyrahópurin í Føroyum.

Tískil fegnaðist Tjóðsavnið um at fáa høvi til at hýsa einum altjóða skeiði, har endamálið var at læra at savna og eyðmerkja hesi skordýrini.

Saman við Tjóðsavninum skipaðu norski Forskerskolen i Biosystematikk (ForBio) og Svenska artprojektet (STI) fyri skeiðinum, sum var hildið heima á Sandi síðst í juni.

Trettan luttakarar frá Noregi, Svøríki, Danmark, Føroyum og fleiri øðrum londum tóku lut í skeiðinum sum vardi eina viku. Flestu teirra vóru undir hægri lesnaði, master ella PhD lesandi, og eisini granskarar. Toymið av undirvísarum vóru serfrøðingar í ymiskum bólkum av tvíveingjum: Elisabeth Stur and Torbjørn Ekrem (NTNU seturssavnið í Trondheim), Thomas Pape (Statens Naturhistorisk Museum í Danmark), Emily Hartop (Museum für Naturkunde í Berlin) og Jostein Kjærandsen (Norges arktiske universitetsmuseum í Tromsø). Saman við Landdjóradeildini á Tjóðsavninum løgdu tey eina spennandi og fjølbroytta skrá við fyrilestrum, innsavnan og starvsstovuroyndum.

Vitjað var í Koltri, Streymoy, Skúgvoy og Sandoy har savnað var inn í ymsum búøkjum. Eitt nú fjallalendi við Oyggjarvegin, strandarlendi við Mølheyggjarnar á Sandi og í viðarlundini í Havn. Her var ein rúgva av tvíveingjum savnað og eyðmerkt. Til dømis grindalokkar, váknaflugur, skortgular skinflugur, lærlitt loðmýggj, bitmýggj og mangt annað. Skeiðsluttakararnir leitaðu eftir, men funnu, løgið nokk, onga førilús – sum eisini er ein fluga.

Skeiðsluttakararnir læra hvussu tvíveingjur verða savnaðar úr áum við at taka sparkisýnir. Mynd: Piotr Gadawski

Endamálið við skeiðinum var, at læra at savna og eyðmerkja skordýr, men við so nógvum serfrøðingum á einum stað gekk ikki long tíð, fyrr enn ymiskt nýtt og spennandi kom undan kavi. Á skeiðinum vóru skrásett ein fluguætt, ein mýggjarætt og ein undirætt av dansimýggi á fyrsta sinni í Føroyum og harumframt fleiri nýggj sløg, serstakliga í soppmýggjaættini. Nógv eintøk vera við hesum løgd afturat skordýrasavninum hjá Tjóðsavninum.

Vit takka Fróðsskaparsetrinum, Biofar og Glasir fyri lán av sjóneykum, Sands kommunu fyri hjálp og Hiddenfjord fyri stuðul.

Til vinstru Rymosia fasciata. Mynd: Jostein Kjærandsen. Ovast til høgru: kynslutir hjá R. fasciata. Tekning: E.O. Engel Niðast til høgru: Kynslutir hjá R. fasciata. Mynd: Jostein Kjærandsen.

Á Sandi fann Jostein Kjærandsen eitt soppamýggj, sum hann helt seg kenna. Tað vísti seg at vera Rymosia fasciata, sum hann hevði eyðmerkt í Føroyum í 1992, tá hann var ein av høvundunum av eini grein um soppamýggj. Hetta var onnur greinin um soppamýggj í Føroyum síðan E.O. Engel skrivaði eina grein í 1915. Hóast spurnartekin kann setast við eyðmerking Engels, so vóru hansara tekningar somikið góðar, at lítil ivi er í, at hetta var slagið hann hevði funnið.


Samband

 
Previous
Previous

Plantutúrar í Hoyvík týsdagin 11. juli

Next
Next

Hvalastøðin letur upp í summar