Skráin Livandi mentan

Skráin Livandi mentan er ein liður í arbeiðinum við UNESCO-sáttmálanum fyri verju av siðaarvi í Føroyum. Ætlanin við skránni Livandi mentan er at skjalfesta og sjónliggera margfaldi av siðaarvi, ið er í Føroyum. Við hesi skrá ynskja vit eitt yvirlit yvir kendan og ókendan siðaarv og siðvenjur, sum eru ymsastaðni í Føroyum.

Livandi mentan ella siðaarvur kann lýsast sum nakað, sum verður borið víðari frá ættarlið til ættarlið, og verður endurskapað av menniskjum í samspæl við umhvørvi, søgu og samtíð. Siðaarvur, so sum siðvenjur, ímyndir, vitan, dugnaskapur og mentanarlig rúm, sum samfeløg, bólkar og einstaklingar viðurkenna sum part av sínum mentanararvi, kunnu verða sett í skránna. Einans siðaarvur, sum er í tráð við galdandi mannarættindi og ber í sær virðing millum samfeløg, bólkar og einstaklingar, og sum fremur burðardygga menning, kann sambært UNESCO-sáttmálanum verða tikin við í hesa skrá. Uppskotini, sum koma á skránna verða dagførd regluliga.

Tað stendur øllum felagsskapum, bólkum og einstaklingum, í boði at senda uppskot inn til skránna. Send inn uppskot HER.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til kristina@savn.fo ella á telefon +298 790 576




Samband