Minningarorð um Símun V. Arge

 
Simun.jpg

Tað vóru sorgarboð, ið bórust okkum leygardagin hin 13. februar í 2021, at Símun so brádliga var farin.

Símun Vilhelm Arge varð føddur 5. september í 1948 og vaks upp í Hornabø í Havn. Foreldrini vóru Oscar Frits Arge (1912-1976) tubbakshandlari og Ella Katrina Olivia Arge, fødd Vilhelm (1915-2007). Símun var teirra einasta barn. Hann varð giftur við Sigrid Winther og tey fingu børnini Elin og Halgir og ommu- og abbabørnini eru seks í tali. Hann var sera familjukærur og tosaði mangan um Sigrid, børnini, verbørnini og abbabørnini. Við sínum opna og vinsæla lyndi spurdi hann ofta: “Hvussu veit við hjá tær og tínari familju?”.

Símun fór at lesa fólkalívsfrøði í Keypmannahavn í 1969. Í januar 1970 byrjaði hann sum lesandi at arbeiða á táverandi Føroya Fornminnissavni, nú Tjóðsavnið. Fyrst hjá danska fornfrøðinginum Knud J. Krogh í útgrevstrinum í Sands kirkju. Her birtist áhugin fyri fornfrøðini í Føroyum, serliga á Sandi, ið seinni gjørdist eitt av hjartamálum hansara. Tí valdi hann at lesa miðaldarfornfrøði sum høvuðsfak á Aarhus Universitet, har hann tók prógv sum cand. mag. í miðaldarfornfrøði í 1986. Fornfrøðin bleiv síðan bæði “lívsstarv og hobby”, sum hann sjálvur tók til.

Símun var virkin innan føroyska fornfrøði í meira enn 50 ár. Í 1986 varð hann settur í fast starv sum savnsvørður. Hann var eisini settur landsantikvarur í trimum umførum, í alt fýra ár. Sum leiðari á fornfrøðideildini skipaði hann fyri fleiri fornfrøðiligum rannsóknum, altjóðasamstarvi og sat í fleiri nevndum. Hann arbeiddi eisini tætt saman við kommunalum og almennum myndugleikum kring landið. Við hesum umboðaði Símun fornfrøðina í Føroyum virðiliga, hugfarsliga og á fakliga høgum støði, bæði her heima og í altjóða netverkum og verkætlanum. Hann dugdi væl at greiða frá fornfrøðiliga virkseminum í Føroyum í miðlunum, soleiðis at tað gjørdist livandi og áhugavert.

Umframt hetta var Símun náttúruvinur. Hann dugdi at síggja spor eftir menniskjum í náttúruni, bæði nýggj og gomul. Hesir eginleikarnir komu væl við hjá honum í fornfrøðiligum lendisskrásetingum. Hann dugdi væl at síggja tað vakra í landslagnum og sá tí skjótt, hvørjar nýbyggingar møguliga misprýddu og hvørjar hóskaðu seg væl inn í náttúruna. Eisini tí var hann eitt gott umboð fyri Tjóðsavnið í Yvirfriðingarnevndini.

Seinastu árini arbeiddi Símun serliga við at fáa varðveitingararbeiðini av Múrinum og Líkhúsi í Kirkjubø liðug. Eisini arbeiddi hann við at fáa framt bakkaverjur bæði í Kirkjubø og á Sondum á Sandi, fyri at verja fornminnini, ið eru hótt av burturmáan.

Símun var sum fornfrøðingur nærlagdur og kritiskur í sínum fakliga arbeiði. Hann hevði eitt gott minni, eina rúgvismikla vitan um føroyska fornfrøði og var tí góður at heita á og at spyrja til ráðs. Hann legði dent á tvørfakligt samstarv og var høgt í metum í altjóða fornfrøðiliga umhvørvinum. Umframt hetta, gav hann ungum lesandi møguleikan at luttaka í arbeiðinum á savninum. Á hendan hátt menti og lærdi Símun fólk upp í fornfrøði í Føroyum.

Fyrsta oktobur í 2020 fór Símun frá vegna aldur og á Tjóðsavninum var hátíðarhald fyri honum. Hóast farin frá, var hann knýttur at Tjóðsavninum sum emeritus og hevði stórar ætlanir um at granska og at skriva um fornfrøði.

Tíanverri varð Símun tikin alt ov brádliga frá okkum, og tessvegna fekk hann ikki fullgjørt allar verkætlanirnar, ið hann arbeiddi við.

Vit minnast Símun sum ein góðan vin og samstarvsfelaga her á Tjóðsavninum. Tað er ein stórur missur fyri okkum ikki at hava hann at heita á og at spyrja til ráðs. Vit sakna hann. Tankar okkara leita til familjuna í sorgini.

Æra veri minnið um Símun.


Hoyvík, hin 19. februar 2021

Starvsfelagarnir á Tjóðsavninum


 
Previous
Previous

Símun V. Arge in Memorian