Múrurin síðan 1817

ELDRA VARÐVEITINGARSØGAN

Tann antikvariski áhugin fyri biskupssetrinum í Kirkjubø tók seg upp í 1817, tá náttúrugranskarin og presturin, H.C. Lyngbye eftir umbøn frá Den Kongelige Commission i Kjøbenhavn for Oldsagers Opbevaring gjørdi fyrstu lýsingina av fornminnunum. Í sambandi við, at mann í Danmark um hetta mundið fór undir friðing av fornminnum úr miðøld, gjørdi frágreiðingin hjá Lyngbye, at danska Oldsagskommisiónin í 1819 tók stig til at friða Múrin.

Miðskeiðis í 1840-unum tók Oldsagskommissiónin stig til varðveitingarátøk í sambandi við Múrin. Síðan sær út til, at støðgur kom í í nøkur ár. Men áhugin fyri Múrinum vaknaði aftur í 1860. Orsøkin var, at sóknarkirkjan var komin í vanda fyri at fara í havið orsakað av brimið, sum máaði undan bakkanum, og var tí vrakað. Í tí sambandi varð danski arkitekturin, Vilhelm Dahlerup, sendur til Føroya at kanna málið, og hann gjørdi uppskot um, at dómkirkjutoftin varð “gjørd liðug”, fyri síðan at verða brúkt sum sóknarkirkja. Hesar ætlanir vórðu tó uppgivnar í 1868, og ístaðin varð gamla kirkjan tryggjað við einum brimgarði og umvæld.

Í 1889 tók “Directionen for de nationale Mindesmærkers Bevaring” stig til eitt nýtt og meira umfatandi varðveitingarátak við atliti at Múrinum. Danski arkitekturin, Erik Schiødte, fekk í lag, at leysir steinar vórðu settir í aftur, somuleiðis vindeyga- og trappusteinar, og at vindeygakarmar vórðu útmúraðir og avdekkaðir við nýggjum tilhøgdum dekksteinum. Eisini varð sement lagt oman á múrkrúnuna og í ávísum støðum eisini tilhøgdir steinar.

Frá miðskeiðis í 1890-unum vitjaði longdi armurin hjá Danmarks Nationalmuseum , Daniel Bruun kapteynur, fleiri ferðir í Kirkjubø. Hann hevði eitt tætt samstarv við Jóannes Patursson, bónda, sum hevði stóran áhuga fyri søguni hjá garði sínum. Í 1905 sendi Danmarks Nationalmuseum arkitektin L. Koefoed-Jensen til Kirkjubøar. Hann gjørdi uppmátingar og kanningar, fekk lagt eitt nýtt lag av sementi á múrkrónuna og síðan eitt lag av flagi. Í árunum, sum síðan komu, var tað í høvuðsheitum Jóannes bóndi, sum við at rudda upp og burturbeina fleiri bygningar á garðinum og síðani við útgrevstri, sum fekk fleiri eldri bygningaleivdir fram í ljósmála. Verulig arbeiði á tey stórfingnu fornminnini tykjast kortini ikki at vera farin fram í hesum tíðarskeiðinum.

Í 1930-unum komu fram hugsanir um eitt norðurlendskt stórtak í sambandi við fornminnini í Kirkjubø, við stjóranum á Danmarks Nationalmuseum, Poul Nørlund, á odda. Útbrotið av seinna heimsbardaga førdi kortini til, at ætlanirnar fyribils vóru lagdar til viks. Men beint eftir kríggið var Poul Nørlund í Føroyum, nú sum ráðgevi í antikvariskum spurningum í teirri nýggju støðuni, sum var við at henda í ríkisfelagsskapinum. Eitt av økjunum, sum vórðu føroyskt sermál í føroyska heimastýrinum í 1948, var tað antikvariska arbeiðið, og Føroyar fingu sína egnu fornminnafriðingarlóg, Løgtingslóg nr. 19 frá 1948, sum enn er í gildi.

Eftir at hetta var hent, varð ætlanin um eitt felags norðurlendska verkætlan í Kirkjubø tikin fram aftur við Poul Nørlund sum stigtakara. Verkætlanin varð framd í árunum 1953-55 og umfataði alt bispasetrið, tvs. tær tríggjar miðaldarkirkjurnar og bispagarðin. Leikararnir í hesi norðurlendsku verkætlanini vóru umboð fyri Danmarks Nationalmuseum, Riksantikvaren í Oslo og Føroya Fornminnissavn, sum var sett á stovn í 1952. Framdar vórðu umfatandi útgrevstrar og kanningar, men tó ikki varðveitingararbeiði á Múrin.

Yngra varðveitingarsøgan
Í 1970-unum og inn í 1980-ini stóð Føroya Fornminnissavn fyri fleiri minni arbeiðum í Múrinum, mest umvælingar av fugum. Men um hetta mundið kyknaði upp eitt kjak millum fólk, um varðveitingarstøðuna hjá Múrinum, sum var grundað í tí byrjandi kjakinum um heimsveðurlagið. Fólk óttaðust, at luftdálking og súrt regn hevði við sær eina økta niðurbróting av múrverkinum.

Hetta hevði við sær, at landsantikvarurin í 1985 gjørdi Føroya Landsstýri varugt við varðveitingarstøðuna, og peningur varð játtaður til at gera eina støðukanning av Múrinum. Frágreiðingin var liðug í 1986, og í henni varð millum annað mælt til átøk um nýgerð av høggmyndum og arkitekturliðum. Hetta førdi kortini til ymiskar fakligar ósemjur um varðveitingaretiskar spurningar, sum um hetta mundi enn ikki vóru allýstir. Frágreiðingin kom til at verða støði undir kjakinum seinni um varðveitingararbeiðini.

Tey næstu og meira langtíðar stigini vórðu tikin í 1988. Hesi umfataðu eitt fakligt kjak og antikvariska meting um, hvørjar varðveitingarligar grundreglur áttu at verða nýttar sum støði fyri arbeiðinum, og hvørjum ítøkiligum tiltøkum miðað átti at verða eftir. Í hesum sambandi varð sett ein serfrøðinganevnd við umboðum frá Føroya Fornminnissavni, Danmarks Nationalmuseum, Kunstakademiets Konservatorskole og Arkitektskole og Riksantikvaren í Oslo.

Serfrøðinganevndin frá 1988 var samd um, við altjóða varðveitingaretikki í huga, at farast átti fram eftir eini tvísporaðari leið, nevniliga varðveiting og vernd. Talan kundi verða um at inniloka Múrin, heilt ella lutvís. Sjálvt varðveitingarsjónarmiðið var frá byrjan, at Múrurin skuldi varðveitast sum eitt skjal, ella kanska heldur sum ein museumslutur. Tað varð hildið at hava alstóran týdning, at Múrurin sum útgangsstøði varð varðveittur óbroyttur – einki skuldi takast burtur og einki leggjast afturat – øll arbeiði, sum skuldu gerast, skuldu vera reversibul, tað skuldi kunna vendast aftur til tað upprunaliga. Ein arbeiðsætlan varð gjørd fyri varðveitingararbeiðið, og semja var eisini um, at hon ikki einans skuldi umfata fornminnini, men alt umhvørvið í Kirkjubø.

Hesar grundreglur viðvíkjandi varðveitingini feldi serfrøðinganevndin í oktober 1992 á blað og legði tað fyri landsstýrismannin við mentamálum, sum tók undir við tilráðingini. Hesar grundreglur hevur síðan verið arbeitt út frá. Her varð sligið fast, at tað var uppgávan hjá tí antikvariska myndugleikanum at varðveita fornminnini við at steðga niðurbrótingini og harvið “at varðveita hesi bygningasøguligu skjøl í teirra núverandi støðu”.

Tilráðingin 1997
Í 1997 legði serfrøðinganevndin úrslit síni fyri landsstýrismannin við mentamálum í eini tilráðing, sum eisini varð prentað og útgivin.

Í høvuðsheitum mælti serfrøðinganevndin til ein tvísporaðan framgangshátt, nevniliga konservering og varðveiting, sum bæði skuldu vera náttúrligir liðir í varðveitingararbeiðinum.

Sambært tilmælinum um konservering skuldi ein veðurverja skuldi setast upp. Endamálið við henni var at forða niðurbrótingini frá vindi og regni, samstundis sum hon vildi elva til turking av mørtli at múrkjarnu. Verðurverjan skuldi eisini gerast soleiðis, at hon kundi vera arbeiðspallur í sambandi við konserveringsarbeiðini, t.d. tá bygningafornfrøðiligar kanningar skuldi gerast, og seinni, tá múrverkið skuldi umvælast. Meðan hesi arbeiðini fóru fram, skuldu fáast til vega byggitøkniligar upplýsingar, sum skuldu verða støði undir teimum endaligu varðveitingartiltøkunum.

Tilmælið um varðveiting hevði samband við eina varandi ella endaliga varðveitingarloysn. Henda endaliga loysnin skuldi gerast við støði í eini norðurlendskari arkitekta- ella hugskotskapping, og sum skuldi fara fram eftir eini skrá, sum antikvarisku myndugleikarnir í Føroyum fingu í lag.

Tilmælið hjá serfrøðinganevndini fekk tó harða mótstøðu í Kirkjubø, har lagt varð fram eitt alternativt varðveitingaruppskot, sum tó ikki hevði antikvarisku varðveitingina í huga. Mann ynskti at loka øll op í toftini, og skotið varð upp, at flagtekja varð løgd á, og glasmosaikkvindeygu ísett, fyri at toftin síðani kundi verða brúkt sum framsýningarrúm til lutir, ið stavaðu frá bispasetrinum, millum annað miðaldarliga kirkjuinnbúgvið, sum síðan 1876 hevði verið varðveitt á Danmarks Nationalmuseum. Hvørjar avleiðingar hetta uppskotið vildi fáa fyri varðveitingina av toftini, tvs. hvørji varðveitingaretisk sjónarmið skuldu gera seg galdandi, var eingin støða tikin til.

Mótstøðan úr Kirkjubø hevði við sær, at politikkur kom í málið. Summarið 1998 fekk støðan ta løgnu vend, at landsstýrismaðurin við mentamálum tók málið í egnar hendur, tí hann helt, at tað mátti kunna finnast ein loysn, sum allir partar kundu standa saman um. Hetta førdi við sær, at alt arbeiði steðgaði í nøkur ár.

Álitið 2008
Í 2001 setti landsstýrismaðurin við mentamálum eina nýggja nevnd, manna við formanni uttan fyri antikvariska umhvørvið og annars íognarum í málinum, at gera sær tilráðing um framtíðar varðveitingararbeiðið. Eftir tilráðing nevndarinnar varð játtaður peningur til at seta upp veðurverjuna, sum serfrøðinganevndin tilmælti í 1997, og annars at gera tær av henni tilmæltu kanningar viðvíkjandi veðurárini á Múrin.

Í 2008 lat Múrnevndin frá 2001 saman við Føroya Fornminnissavni landsstýrismanninum álit sítt í málinum. Í stuttum varð mælt til,
A. at verndararbeiðið framhaldandi fer fram eftir altjóða leiðreglum, og at arbeitt verður miðvíst fram ímóti, at mentanarminnini í Kirkjubø sum ein heild, t.e. eisini aðrar leivdir av biskupssetrinum, verða góðkend av alheimssamfelagnum sum heimsarvur.

B. at varðveitingar- og verndararbeiðið í sambandi við Kirkjubømúrin verður skipað sum ein verkætlan, sum hevur til endamáls at tryggja støðugt viðlíkahald av múrverkinum uttan at inniloka Múrin.

C. at varðveitingar- og verndartiltøk verða kjølfest í kommunalari byggisamtykt fyri bygdina í Kirkjubø, og at norðurlendsk arkitektakapping verður fyriskipað fyri fornminnaumhvørvið í Kirkjubø sum heild.

Álitið frá 2008 leggur soleiðis serligan dent á spurningin um varðveiting, ímeðan mælt verður til, at spurningurin um konservering skuldi verða loystur sambært tilmælinum frá serfrøðinganevndini í 1997.

Álitið varð formliga góðkent av landsstýriskvinnuni við mentamálum í januar 2010. Harvið varð málið eisini formliga latið antikvarisku myndugleikunum aftur.

Varðveitingararbeiðið síðan 2003
Hóast formligu støðuna, sum kom í í 1998, hevur konserverings- og varðveitingararbeiðið viðvíkjandi Múrinum síðan 2001 verið skipað sum ein verkætlan hjá landsantikvarinum, við staðseting av projektleiðslu hjá Føroya Fornminnissavni.

Í samsvari við tilráðingina í álitinum frá 2008 verður konserveringsarbeiðið gjørt sambært tilráðingini hjá serfrøðinganevndini frá 1997. Veðurverjan varð uppsett í 2003-04, og í tíðarskeiðinum 2005-2008 eru gjørdar veðurkanningar í sambandi við varðveitingarviðurskiftini í Múrinum, kanningar av mørtilsamanseting og vætuviðurskiftum eins og skrásetingar gjørdar av tilhøgdum steinum, sum funnir eru í lendinum gjøgnum tíðina. Í 2009 varð gjørd ein fotoskanning av Múrinum og einum av kjallararúmunum í bispagarðinum. Skanningarnar skulu vera grundarlag undir teimum bygningafornfrøðiligu kanningunum, sum farast skal undir í 2010. Øll gjørd arbeiði eru væl lýst í frágreiðingum, sum síggjast á heimasíðu Føroya Fornminnissavns.

Altjóða varðveitingaretikkur
Í álitinum frá 2008 verður víst á týdningin av, at varðveitingararbeiðið verður framt sambært altjóða etikki á mentanararvøkinum. Mælt verður tí til, “at arbeitt verður miðvíst fram ímóti, at mentanarminnini í Kirkjubø sum ein heild, t.e. eisini aðrar leivdir av biskupssetrinum, verða góðkend av alheimssamfelagnum sum heimsarvur”.

Føroya Fornminnissavn tekur undir við hesi áskoðan og metir, at tað hevur stóran týdning fyri umdømi Føroya í altjóða arbeiðinum á mentanararvsøkinum, at varðveitingararbeiðini í Kirkjubø verða framd eftir tilráðingini frá 2008, uttan mun til, um høga málið, ið nevndin setir fram um heimsarv, kann røkkast. Útlitini til tess eru ikki tey bjartastu í løtuni, sí annars krøv og strategi hjá UNESCO-felagsskapinum ICOMOS, sum umsitur heimsarv.