Samstarv
Oliver Bechberger
(State Museum of Natural History Karlsruhe, Germany)
Plantur í Koltri
Plantumargfeldið í Koltri er stórt, tá hugsað verður um støddina á oynni, og har finnast minst trý sløg, sum eru á føroyska reyðlistanum fyri hótt sløg. Graslendi er vanligasta vakstrarlendið, men onnur meira serstøk plantusamfeløg eru eisini at síggja. Strondin fyri sunnan og eiðið mitt á oynni fáa nógv sjórák yvir seg, og har trívast m.a. mjátt sjógras (Armeria maritima) og læknaeirisgras (Cochlearia officinalis) væl. Norðanfyri í brattlendinum og í óatkomiligum homrum er gróðrarmikil vøkstur sum er sjáldsamur at síggja. Har finnast vakrar plantur sum hjálpirót (Rhodiola rosea) og litingarsortugras (Geranium sylvaticum), umframt ymsir trøllkampar.
Plantumargfeldið
Í mun til støddina hevur oyggin eitt sera stórt ríkidømi av sløgum av blómuplantum. Hetta sýnir ein oyggjalívlandsfrøðilig greining av floruni í Føroyum (Guldager Christiansen & Hansen 1998). Í Koltri vaksa uml. 112 sløg av blómuplantum í mun til 222 sløg á Sandoynni og 221 sløg á Streymoy - hesar báðar, ið eru slagríkastar í Føroyum eru ávikavist 112,1 km2 og 373,5 km2 til støddar. Og í mun til Stóru Dímun, ið bert hevur 65 sløg, men er eitt vet størri enn Koltur, er Koltur serlig í einum oyggjalívlandsfrøðiligum samanhangi.
Eisini er Koltur serlig við tað at hon í mun til støddina er rættiliga høg, 478 m. Hetta hevur við sær, at oyggin, umframt at hava eitt vakstrarbelti við láglendisgróðuri niðast, eisini hevur eitt vakstrarbelti við háfjallagróðuri uppi á oynni. Hesi viðurskifti gera tað møguligt eisini at fylgja við í tí árini, broytingar í veðurlagnum kunnu hava í hæddini á vakstrarbeltunum.
Av teimum 112 plantusløgunum eru bert trý sera sjáldsom og sett á reyðlista fyri Føroyar. Meginparturin eru vanligar plantur, ið ikki eru hóttar, og umboða sostatt sera væl tann vanliga gróðurin í Føroyum.
Bert 17% av floruni í Koltri eru innsløddar plantur ella plantur, ið hava ivingarsaman uppruna. Hetta er nógv minni enn samanborið við allar Føroyar, har 25% af floruni eru innsløddar. Sostatt kann sigast, at floran er minni ávirkað av sløgum uttanífrá samanborið við restina av Føroyum.
Plantufrøðiligar kanningar
Ymiskar plantufrøðiligar kanningar fara í løtuni fram í Koltri. Ein kanning, sum nevnist “point-intercept”, verður m.a. nýtt til at fáa eitt yvirlit yvir nøgdina av ymiskum plantusløgum á einum avmarkaðum øki. Hetta kann geva eina ímynd av, hvørji plantusamfeløg trívast á hvørjum stað. 11 merkt økir eru spjadd yvir alla oynna í eini knattstøðu krosskipan har plantusløg verða skrásett saman við skordýrasløgum og fuglasløgum. Eisini tráleita plantufrøðingar fyri at finna nýggj plantusløg at skráseta fyri Koltur. Síðani verkætlanin byrjaði í 2019, eru fleiri nýggj plantusløg skrásett.