Bláklokka

Um man blaðar eitt sindur í stórverkinum hjá svenska plantulandafrøðinginum Erik Hultén Atlas of the North European Vascular Plants er okkurt rættiliga forvitnisligt við útbreiðsluni av tveimum undirsløgum av bláklokku Campanula rotundifolia í Norðuratlantshavinum. Eitt norðara frábrigdi og eitt syðra frábrigdi av plantuni umskarast á okkara leiðum. Í Den Store Nordiske Flora eru frábrigdini mett at vera undirsløg av rotundifolia (ssp. rotundifolia - tað syðra) og (ssp. gieseckiana - tað norðara). Plantan er sera sjáldsom í Føroyum og tað er onki nevnt í Føroya Floru frá 2000 um nøkur undirsløg av bláklokku. Um man lesur lýsingina hjá serfrøðingum av undirsløgunum báðum, so er tað nógv sum bendir á, at bláklokkurnar, sum vaksa uppi á Eiðiskolli ikki eru heilt tær somu, sum tær fínligari og margblømdu bláklokkurnar, sum vaksa onnur støð í Føroyum. Tær hava eitt tættari vakstrarlag, leggurin liggur niðri og bendist síðan uppeftir og so er oftast bara ein blóma á hvørjari plantu. Sjálvandi kunnu tílíkir munir koma av, at vakstrarumstøður eru ymiskar. Okkurt bendir tó á, at hetta er arvur og ikki umhvørvi. Áhugavert hevði verið, at fingið staðfest, um bæði undirsløgini av bláklokku eru í Føroyum. Bláklokkan í urtagarðinum á Debesartrøð, sum heilt víst er ein vanlig bláklokka (ssp. rotundifolia), blómar í august, ella kanska nakað fyrr. Kom og hygg!    

Previous
Previous

Berjalyngur

Next
Next

Tær uppruna føroysku skørurnar