Heiðalyngur og klokkulyngur

Eyðkennisslagið fyri lyngheiðar í Føroyum er heiðalyngur (Calluna vulgaris). Í lyngheiðum eru nógv ymisk plantusløg, skordýr og fuglur; men lyngheiðar eru uttan iva nógv minkaðir í vídd síðstu hundrað árini í Føroyum. Teir eru bara í láglendinum í Føroyum, og serlig viðurskifti rundanum røturnar á lyngplantum, hava við sær, at teir ikki tola nógv tøð, og heldur ikki ov nógv bit.

Í 1950 skrivar danski plantufrøðingurin Otto Hagerup um sínar vitjanir í Føroyum í 1922-23 og 1947. Hann undrast á, hvussu dusting av heiðalyngi kann koma í lag í Føroyum, tá ið ongar humlur og nærum ongir firvaldar eru í Føroyum, at dusta blómurnar. Klokkulyngur kann dusta seg sjálvan, men ikki heiðalyngur. Á heiðum í Jyllandi eru humlur og alskyns firvaldasløg ógvuliga gramm at finna sær okkurt søtt í blómunum, men so er ikki í Føroyum sigur Otto Hagerup í greinini. Allarhelst eru tað smærri minni eyðsýnilig skordýr, sum loysa uppgávuna, heldur hann.

Bæði heiðalyngur og klokkulyngur (Erica cinerea) blóma nú seinnu helvt av summarinum, og tá gerast tey størru økini við lyngi, sum t.d. øki við Toftavatn og øki rundanum Sørvágsvatn, sera vøkur við øllum teimum ljósareyðu og purpurlittu blómunum á heiðalyngi og klokkulyngi.

Báðar blóma í urtagarðinum á Debesartrøð í august mánaða.

Next
Next

Berjalyngur