Hótt fuglasløg

Ein listi við hóttum plantum og djórum verður kallaður ein reyðlisti.

Ein reyðlisti er ein meting av, hvussu stórur vandin er fyri, at ávísar plantur og ávís djór doyggja út.

At djór og plantur doyggja út, er einki nýtt, og er tað ein partur av natúrligu gongdini, ið er á jørðini. Menniskjan sjálv hevur ikki verið á jørðini serliga leingi, og fyri trimum milliardum árum síðan vóru einans einkyknuverur til.

Hesar seinnu øldirnar er tað tó soleiðis, at virksemið hjá menniskjum hevur ført við sær, at plantur og djór doyggja út í sera stórum tali.

Fyritreytin fyri yvirhøvur at kunna gera ætlanir um at reyðlista plantur og djór er sostatt, at vit viðurkenna, at plantur og djór doyggja út av mannaávum.

Tá ið vit hava viðurkent, at soleiðis er, mugu vit royna at finna orsakirnar til, at plantur og djór hvørva, og síðan royna at steðga gongdini eftir førimuni.


 
  • Leiðreglurnar fyri reyðlistaarbeiðið ið her er gjørt, gav IUCN út í 2001. Tær fatað um 9 bólkar, harav 3 eru sonevndir hóttanarbólkar.

    Plantur og djór skulu lúka ávísar treytir fyri at koma í ein ávísan bólk. IUCN mælir til, at somu styttingar verða nýttar fyri bæði bólkar og treytir í øllum londum. Styttingarnar í hesi frágreiðing eru sostatt tær ensku styttingarnar.

    Bólkarnir eru:

    Útdeytt - EX (Extinct)

    Útdeytt í Føroyum - RE (Regionally Extinct)

    Sera hótt - CR (Critically endangered)

    Hótt - EN (Endangered)

    Viðbrekið - VU (Vulnerable)

    Nærum hótt - NT (Near threatened)

    Ikki hótt - LC (Least Concern)

    Dátutrot - DD (Data deficient)

    Eingin meting - NE (Not evaluated)

  • Sløgini eru fyri ymiskum hóttanum, og her verður víst á 12 ymiskar hóttanir.

    1. Tøka úr náttúruni

    2. Avveiting

    3. Landbúnaður

    4. Ovbit

    5. Veðurlagsbroytingar

    6. Fremmand sløg

    7. Dálking

    8. Tøka av tilfari (gróti, flagi og sandi), har slagið er.

    9. Rándýr

    10. Fiskireiðskapur

    11. Órógv

    12. Veiða

  • Tá ið eitt slag verður flokkað í ein hóttanarbólk, eru tað nakrar treytir, ið slagið skal lúka. Alt eftir hvør hóttanin er, og hvussu útbreitt slagið er, eru ymiskir flokkingarmøguleikar. Treytirnar eru bólkaðar í 5 bólkar. Hesir 5 bólkarnir av treytum eru gjørdir, fyri at reyðlistar skulu vera galdandi fyri allar teir sera ymisku bólkarnar av djórum, plantum og soppum. Harumframt skal tað altíð vera møguligt at reyðlista eitt slag á einum øki, um mett verður, at slagið er hótt.

    A. Búfjøldin minkar skjótt

    Ávís inntriv í náttúruna kunnu hava ógvisligar avleiðingar fyri plantur og djór. Plantur og djór, sum eru vanlig í Føroyum, kunnu brádliga gerast sjáldsom og kanska hvørva heilt. Tá ið tað snýr seg um lutfalsliga stórar stovnar av djórum og plantum, ið minka skjótt, er møguligt at flokka sløgini eftir bólkinum av treytum nevndar A. Einans fá fuglasløg og einki plantuslag eru flokkað eftir treyt A. Tað er eingin ivi um, at fleiri plantusløg kundu verið flokkað á hendan hátt, um neyvari kanningar vórðu gjørdar. Nógvar heilt vanligar plantur hava verið í afturgongd seinastu 50 árini. Lyngheiðar og mýrilendi eru búøki, sum vegna búseting, innstiking av traðum og velting eru sera nógv minkað seinastu 50 árini. Heilt vanligar plantur sum til dømis heiðalyngur kundu tískil verið reyðlistaðar, um hesi viðurskifti vórðu kannað neyvari, t.d. við gomlum loftmyndum.

    B. Landafrøðilig fyrikoma/útbreiðsla

    Sum útbreiðsluøki eru Føroyar ikki stórar. Um landafrøðiliga fyrikomuøkið ella útbreiðsluøkið er lítið, ber til at bólka eitt slag eftir hesum treytum. Umframt lítið útbreiðsluøki skal bufjøldin eisini vera í minking, atskild ella óstøðug. Eingin fuglur er bólkaður eftir hesum treytum. Fleiri plantur eru bólkaðar eftir hesum treytum. Um ein planta er á færri enn 10 atskildum vakstrarstøðum, og samstundis verður mett at vera óstøðug, skal hon flokkast í ein hóttanarbólk eftir hesum treytum.

    C. Búfjøldin er lítil og minkar

    Um nú búfjøldin av einum slagið er lítil í Føroyum og samstundis er minkandi, so kann slagið bólkast í ein hóttanarbólk eftir hesum treytum. Av tí at vit als ikki hava havt siðvenju at telja, hvussu nógvar plantur av einum ávísum slagi eru á einum vakstrarstaði, hevur tað ikki verið møguligt at reyðlista nakra plantu eftir hesum treytunum. At telja fugl hevur hinvegin verið vanligari. Av tí at búfjøldirnar av fugli í Føroyum ofta eru lítlar, eru fleiri fuglasløg reyðlistað eftir hesum treytum.

    D. Sera lítil búfjøld

    Hóast eitt slag ikki minkar á einum øki, er møguleiki at reyðlista slagið, um búfjøldin á økinum er sera lítil. IUCN hevur í sínum leiðreglum mett, at sera lítlar búfjøldir altíð eru í vanda, við tað at ein einstøk hending kann oyða búfjøldina. Tað er eingin loyna, at nógvar búfjøldir av bæði fugli og plantum eru sera smáar í Føroyum. Hetta er tískil mest brúktu treytirnar at flokka sløgini í hóttanarbólkar í hesum reyðlistanum.

    E. Talgreining

    Ein talgreining av møguleikanum hjá einari búfjøld at doyggja út, kann gerast við ymsum kanningum. Hóast einki neyvt tal fyri støddina á einari búfjøld er tøkt, ber til at fylgja við gongdini í útvaldum økjum. Um minkingin er kend í eitt ávíst tíðarskeið. So ber til at gera myndlar, sum siga hvussu stórur møguleikin er fyri, at búfjøldin hvørvur innan eitt ávíst áramál. Men vit hava als ikki havt møguleika fyri at gera nakrar tílíkar myndlar her, og tí er einki slag flokka eftir hesum treytum.

  • Kemur seinni