Ringmerking

Fuglar verða ringmerktir í Føroyum

Verkætlanir í Føroyum í 2019 eru

  • Anne Ausems ringmerkir drunnhvítar í Mykinesi.

  • Jóhannis Danielsen, Skrápar í Nólsoy


Undanfarin ár

Í fjør vórðu xxxx fuglar merktir í Føroyum…

[grafar]


Ringmerkingar í 2019

Verkætlanir í ár eru


Boða frá merktum fugli

Hevur tú sæð ein merktan fugl, ella hevur funnið ein ring, so er best at fara á www.fuglering.dk og skráseta eygleiðingina har.

Um tú hevur funnið ein fugl, við ringi um beinið, so vilja vit fegin hoyra frá tær. Tú kanst skriva til Jón Aldará (jon@savn.fo) ella ringja til hansara 790 578.

Loyvi at merkja

Tey ið hava eina verkætlan ið umfata ringmerkingar kunnu venda sær til Tjóðsavnið og søkja um eitt loyvi.

Tjóðsavnið syrgir so fyri, at ringar eru tøkir í rættari stødd…

Um ringmerking

Ringmerking hevur tey seinastu uml. 100 árini verið eitt sera týdningarmikið amboð í fuglagranskingini. Ringmerkingar kunnu m.a. siga okkum aldurin á tí einstaka fuglinum, eins væl og ferðingarmynstrið hjá teimum ymisku fuglasløgunum. Eingin hevði t.d. varhugan av, at tær hálvtomu grágæsnar, sum gingu í Marknagili í Havn í 1980-árunum, ferðaðust í onnur lond um veturin, fyrr enn ein ringmerkt grágás varð skotin við Inverness í Skotlandi og ein onnur í Esbjerg.

Hans Rudolphi vitjaði í Tórshavn á sumri 1912, og hann ringmerkti tá 45 likkuskurar. Hesir skurar eru teir fyrstu fuglarnir, vit vita um, sum eru ringmerktir í Føroyum. Tað komu fráboðanir aftur um tríggjar av skurunum; ein fráboðan kom úr Mineto í Portugal, ein úr Casablanca í Marokko og ein úr Eysturoynni. Hóast vit í dag hava ringmerkt uml. 4000 likkur, so er mynstrið tað sama sum við teimum fyrstu trimum fráboðanunum. Tær flestu av teimum føroysku likkunum flúgva til Spania, Portugals og Marokko um veturin, meðan nakrar heilt fáar verða verandi í landinum alt árið.

Í 2014 varð føroyskt ferðafuglaatlas givið út. Hetta var yvirlit og viðgerð av teimum uml. 100.000 fuglunum sum eru merktir í Føroyum. Bókin er skrivað á donskum og fíggjarliga stuðlað av Aage V. Jensens Fonde. Hon er útgivin av forlagnum Fróðskapur.



Samband