Barnasangir

Skráin Livandi mentan

Barnasangir, rímur og ramsur á dagstovnum í Føroyum

Barnasangir hava altíð verið partur av uppaling og siðmenning av børnum. Á dagstovnum verða barnasangir, vísur og ramsur sungnar við børnunum í ymiskum samanhangum. Tað er bæði gamalt og nýtt, ið verður sungið.

Útinnan av livandi mentanini

Barnasangir verða sungnir við børnunum í ymiskum samanhangum, so sum til skipaðar sangløtur, tá børnini ganga túr ella eru til barnakonsertir. Á dagstovnunum skipa námsfrøðingar og hjálparfólk fyri, at tað verður sungið saman við børnunum.

Barnasangirnir fylgja ofta árstíðunum. Um várið og um summarið verður sungið um blómur, gras, fuglar, síl og lomb. Dømi um sangir eru “Nú tann stundin koma má” og “Summarleikur” hjá Hans A. Djurhuus. Um heysti og veturin eru sangirnir ofta um harur, kava og um jól. Dømi um sangir eru “Helena hara”, “Hygg, kavin!” og “Raskir jólamenn”.

Millum jóla og føstulávint er vanligt at kvøða við børnunum. Til hetta høvið hóskar tað væl at kvøða “Burtur á Heiði”, “Kráka situr á steini” og “Veturin kom við kulda og kava”.

Endamálini við barnasangum eru fleiri. Barnasangir eru við til at stimbra málið og innlæringsevnini hjá børnum. Barnasangir hava ein stóran leiklut í uppaling og siðmenning. Við at syngja saman við børnum, og við at práta um sangirnar, læra børnini um seg og sítt umhvørvið, so sum náttúruna, djórini, trúgv, veðurlagið, gerandislívið og samfelagið. Til dømis kunnu børnini seta barnasangirnar í samband við tað, tey uppliva og síggja, tá ið tey eru úti og tað tey uppliva í gerandisdegnum.

Við at syngja sangir og siga rímur og ramsur, læra børnini um rútmur, og hetta er við til at menna teirra rørslu- og nervalag. Harumframt eru sangløtur ofta lagdar í fasta legu á dagstovnum, og tað eru teir somu sangirnir, sum verða sungnir aftur og aftur. Hetta skapar karmar um eina trygga og afturvendandi løtu.

Barnasangbøkur og fløgur verða brúktar. Nógv er lært uttanat. Tað eru bæði gamlir og nýggir sangir, sum verða sungnir. Dømi um tilfar við barnasangum er “Barnarímur” hjá Hans A. Djurhuus og Barnasangbók Føroya. Harumframt verða eisini fløgur við barnasangum nýttar, sum til dømis Bubu og Ævintýraferðin.

Barnasangirnir verða bornir víðari við at syngja og brúka teir í gerandisdegnum. Sangurin er ein miðil til at miðla eitthvørt innihald, sum verður viðgjørt og arbeitt við á dagstovnum.

Søga og bakgrund

Mann hevur altíð sungið barnasangir og vísur og sagt ramsur fyri børnum. Endamálið hevur og er enn at uppala og siðmenna børnini inn í tað samfelagið, sum tey eru partur av. Gjøgnum barnasangir hava børnini lært um náttúruna, vøkstur, djór og gerandislív. Harumframt hava sangur og rútma eina sissandi og uggandi ávirkan á børnini. Gjøgnum sangspælið, vísur og ramsur menna børnini sítt rørslulag og læra rútmur.

At syngja barnasangir er ein máti at læra børnunum mál.

Miðlan og frásøgn

Barnasangir eru ein virkin partur av siðmenningini hjá børnunum á dagstovnum.

Barnasangirnir verða førdir víðari frá vaksnum til børn. Fyrr í tíðini hevur tað kanska serliga verið undir kvøldsetum, at mann hevur sungið barnasangir við børnunum. Í dag eru tað ivaleyst flestu foreldur, sum syngja við og fyri børnunum - eitt nú vøgguvísur, føðingardagssangir, jólasangir og annað til ymisk høvi.

Kringvarp Føroya ger barnasendingar við sangum í.

Har eru nógvar barnasangbøkur á prenti, á fløgum og sjónbandaløgum. Tað gamla tilfarið verður endurútgivið og nýtt tilfar kemur til.

Støðan í framtíðini

Tað er vanligt, at bæði nýtt og gamalt tilfar verður brúkt á dagstovnum. Siðvenjan við barnasangi verður førd víðari við, at námsfrøðingarnir og hjálparfólkini brúka hendan siðin á dagstovnunum.

Tey, ið útinna livandi mentanina og hava vitan um siðaarvin

Barnasangir eru at kalla fólkaogn. Flestu hava vitan um hendan siðaarvin og hava útint og útinna hann í størri ella minni mun. Á dagstovnaøkinum kann sigast, at tað eru námsfrøðingar og hjálparfólk, sum útinna siðaarvin í felag við børnunum. Námsfrøðingar fáa undirvísing undir lesnaðinum um siðvenjur viðvíkjandi barnasangum. Harumframt fáa námsfrøðingar eisini kunnleika um, hvussu barnasangir kunnu brúkast í at siðmenna, undirhalda, ugga, skapa felagsskap og at menna rørslulag og rútmu hjá børnunum.


Tilvísingar

Ahlmann, Lise, 2008: Bevægelse og udvikling. København: Forfatteren og Hans Reitzels Forlag.

Austring, Bennyé D. og Sørensen, Merete, 2006: Æstetik og læring – grundbog om æstetiske læreprocesser. København: Forfatterne og Hans Reitzels Forlag.

Tóra Tórsdóttir, 1999: Rura: rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum. Føroya skúlabókagrunnur.


Um Evnið

Heiti
Barnasangir, rím og ramsur á dagstovni í Føroyum

Bólking í skránni
Munnligar siðir og málburð
Sosialar siðvenjur, ritual og hátíðarhald

Staðseting
Kring landið

Tey, ið hava latið inn uppskotið
Alma á Lava, námsfrøðingur

Kontaktpersónur
Alma á Lava
Teldupostur: almaalava@hotmail.com

Dagfesting
23. juni 2022

Skrásett
TSsak 22/11701-1


Previous
Previous

Reinavelting

Next
Next

Ull og ullarvirkan