Sólarkaffi

Skráin Livandi mentan 

Sólarkaffi í Leirvík

Høg fjøll skugga fyri sólini í Leirvík á hávetri, men á Kongadegnum tann 11. februar, sigst sólin aftur at skína yvir Leirvíks bygd, eftir at hava verið burtur í 100 dagar. Tá bjóðar Bygdarhúsið til Sólarkaffi, við stórum kakuborði. Við hesum heilsa leirvíkingar sólini væl afturkomnari.

Fyrsta Sólarkaffi var hildið í 1978.

Hvussu verður livandi mentanin útint?

Sólarkaffi verður vanliga hildið í bygdarhúsinum millum kl. 15-17 tann sunnudagin, sum liggur tættast at Kongadegnum tann 11. februar. Køkur verða latnar av bygdarfólkinum. Tað er ein óskrivað regla at bindiklubbarnir í Leirvík baka køkurnar til tiltakið, men øll eru vælkomin at lata køkur.

Eitt mentanarligt íkast, sum hevur samband við bygdina, er altíð á skránni til Sólarkaffi. Tað kann vera ein listaframsýning, ein framsýning av gomlum bygdarmyndum ella gomlum lutum ella Lávusarhús sýnir eitt hvørt handverk fram. Eitt tónleikainnslag er altíð til tiltakið, eitt nú eitt kór ella solistar, sum framføra nøkur løg. Atgongumerki vera seld við hurðina fyri eina minni upphædd á 10 krónur fyri børn og 20 krónur fyri vaksin. Hetta gjaldið hevur verið óbroytt tey nógvu undanfarnu árini. Fastur táttur er at eitt ræst krov úr Elduvík verður burturlutað; sonevnda Elduvíkskrovið.

Nógv bygdarfólk luttaka, og nógv fólk við tilknýti til Leirvík, nýta Sólarkaffi sum høvi til at koma til bygdina og hitta onnur bygdarfólk til hugnaliga samveru, prát og góðar køkur. Tað verður dekka upp til umleið 300 fólk.

Sólarkaffi í Leirvík

Søga og bakgrund

Í 1976 byrjaðu leirvíkingar at práta um tørvin á einum bygdarhúsi. Í 1978 varð fyrsta Sólarkaffi hildið í fimleikahøllini í Leirvík í samband við eina innsavning til bygdarhúsið. Íblástur til tiltakið kom úr Íslandi. Ein leirvíkskonu, sum búði í einari bygd í Íslandi, har tey høvdu hendan siðin, skeyt upp at tey skipaðu fyri Sólarkaffi í Leirvík. Síðan tá hevur tað verið á hvørjum ári.

Tá Bygdarhúsfelagið varð sett á stovn í 1981, blivu nógv ymisk tiltøk fyriskipað, soleiðis at kostnaðurin fyri bygdarhúsið kundi gjaldast inn aftur. Tá bygdarhúsið var goldið, vóru færri tiltøk, men Sólarkaffi var eitt tiltak, sum helt fram. Bygdarhúsfelagið hevur skipað fyri Sólarkaffi á hvørjum ári, og bindiklubbarnir hava latið køkurnar til tiltakið. Fíggjarligi parturin er farin í bakgrundina, og nú er tað sosiala samveran, sum telur mest.

Lávursarhús sýnir fram

Miðlan og frásøgn

Sólarkaffi liggur so fast og er so mikið rótfest í Leirvík, at nærum øll vita nær Sólarkaffi er. Tó verður tað lýst á Facebook og í øðrum miðlum við einum tíðindaskrivi. Allir aldursbólkar luttaka til Sólarkaffi, og hervið verður siðurin førdur víðari til yngru ættarliðini.

Støðan í framtíðini

Sólarkaffi er eitt tiltak, sum bara hoyrir til hesa tíðina av árinum, og tey sum skipa fyri, gera tað ókeypis. Ferðslan er betrað munandi tey seinnu árini, og tí er skjótt og lætt hjá fólki at koma til Leirvíkar. Sum nú er sær út til, at Sólarkaffi hevur góð livilíkindir nógv ár fram.

Tey, ið útinna livandi mentanina og sum hava ein vitan um siðaarvin

Sólarkaffi er eitt fólksligt tiltak, sum verður hildið í Leirvík. Tað eru serliga leirvíkingar og fólk við tilknýti til bygdina, sum luttaka.


Tilvísingar

Sólarkaffi í Leirvík
https://visiteysturland.fo/product/solarkaffi/

Um Sólarkaffi í Íslandi
https://www.66north.com/is/nordur/solarkaffi

Facebook bólkurin “Bygdarhúsið í Leirvík”
https://www.facebook.com/profile.php?id=100064606693213

Um Kongadagin – Málráðið
http://malrad.fo/news_article.php?NewsArticleId=180


Um evnið

Heiti
Sólarkaffi í Leirvík

Bólking í skránni
Sosialar siðvenjur, ritual og hátíðarhald

Staðseting
Leirvík

Tey, ið hava latið uppskoti inn
Hákun Andreasen, nevndarlimur í limafelagnum Bygdarhúsfelagið í Leirvík

Kontaktpersónur
Hákun Andreasen
Teldupostur: hakunandreasen@gmail.com
Telefon: 340 557

Dagfesting
31. januar 2023

Skrásett
TSSak: 23/01675-2 Skráin Livandi mentan – Sólarkaffi í Leirvík


Previous
Previous

Føstulávintshaldið í Sumba

Next
Next

Reinavelting