Heyst(ó)hugni á Tjóðsavninum
Kom og vitja (ó)hugnaligasta savnið í Føroyum!
(Ó)hugnaligur heysthugni verður á Tjóðsavninum í heystfrítíðini frá 14. til og við 18. oktobur klokkan 11-16.
Í hesum sambandi skiftir Tjóðsavnið ham! Dentur verður lagdur á, at børnini skulu fáa eina stuttliga, læruríka og upplýsandi viku – men munnu tey vaksnu ikki eisini fáa eitt gullkorn ella tvey við á vegnum 😉
Sum vant verður ymiskt spennandi á skránni - loys uppgávur í uppgávuheftinum, lær um ravnar og føroyskar sagnarverur, royn teg í kahootkapping, gang eiturkoppagongu og njót ein øðrvísi dag á einum (ó)hugnaligum savni.
SKRÁIN:
kl. 11.00 Savnið letur upp
kl. 11:20 (Ó)hugnalig søguløta fyri børn
kl. 13 Dagsins fyrilestur
kl. 14 Kahoot kapping
kl. 16 Savnið letur aftur
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin ... ja, um tit altso tora 👻